Ein ullint søga

- Onkur vil vera við, at hetta er ein ullint søga, men so er ikki, segði Árni Brattaberg m.a., tá hann hósdagin beyð vælkomin í nýggju handilshølunum hja Suðuroyar Ullvirki í Vágsbotni í Havn

Hóast søgan ikki er ulint, so er hon um ull, og eisini um eitt virki, ið av mongum varð mett at hava ringar framtíðar vánir, tá tað byrjaði í 1997, men sum hóast hetta hevur ment seg.

Hósadagin var lítil samkoma í samband við, at Suðuroyar Ullvirki hevur latið upp sølubúð í Havn. Fyri 14 døgum síðani fekk virkið eisini søludeild í hugnaligu handilshúsunum á Gørúnum í Vági.

Í gjár klokkan 10 lat sølubúðin í Vágsbotni í Havn upp.


Á samkomu hósdagin segði Árni Brattaberg, stjóri, m.a. í vælkomurøðu síni, at tá hann og konan Karin so smátt byrjaðu í 1997, var ikki ætlanin at fara undir at framleiða lidnar vørur.

Tey fingu innivist í fiskakjallaranum á Gørðunum í Vági, ið júst hevði røttu stødd, so maskinur o.a. slapp innar.

Men brátt gjørdist greitt, at tað at framleiða tógv var ikki nóg mikið. Lidnar vørur máttu til. Og fyri júst einum ári síðani varð fyrsta troyggjan framleidd. Í februar 1999 var tað, at ein troyggja, sum Karin sniðgav, sá dagsins ljós.

Suðuroyar Ullvirki samstarvar í dag við fleiri av okkara ungu og vónaríku sniðgevum m.a.tær, ið gera merkið Pau og við Guðrun Ludvig. Í dag verða mangar av troyggjunum seymaðar á seymistovu í Sandvík. Eisini knapparnir í pløggunum frá ullvikinum verða framleiddir í Suðuroynni, nevniliga hjá Torgerð Suðuroy í Vági.

Árni nevndi ullina, sum einki annars verður gjørt við í Føroyum. Mong mettu eisini, at slíkt virki fór ongantíð at ganga, tí tey ungu fóru ikki í ullint pløgg. Alt hetta sær út til at vera mótprógvað.

Orsøkin til, at Ullvirkið sjálvt letur upp sølubúð í høvuðsstaðnum er, at ynskiligt er at fáa vørurnar sjónligar uttanfyri Suðuroynna, men tó hevur verið trupult at fáa handlar í høvusstaðnum at leggja ullvørurnar á sínar hillar. Árni Brattaberg legði dent á, at vøran hjá Ullvirkinum er rein náttúruvøra og skal eisini marknaðarførast sum slík. Tó var hann greiður yvir, at slíkt marknaðarføringstól er ikki til taks, men er vøran góð,so er vón.

Hann fegnaðist um undirtøkuna, ið vørurnar hava fingið.

Í gjár klokkan 10 lat Suðuroyar Ullvirki dyrnar upp niðri í Vágsbotni. Handilin er á 2. hædd, har Jóan Jakku, ella Lei, vóru fyrr.