USA og deyðarevsing

HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rættiliga nógv um uppstillingarvalini í USA. Heimsins mætasta tjóð skal til at kjósa sær nýggjan forseta, og hesin kann koma at stýra landinum og lutvíst øllum heimsbúskapinum næstu 8 árini. Nú kann ein føroyingur kanska siga, at tað viðkemur ikki okkum, hvør verður valdur til forseta í USA. Men tað ger tað í veruleikanum, vilja vit vera ein partur av heimssamfelagnum við ábyrgd og skyldum. USA hevur í mongum - uppá gott og ilt - virkað sum heimsins politi. Hetta hevur í einstøkum førum hepnast væl, men í mongum førum hevur tað verið minni heppið. Dømi um har USA hevur misbrúkt sítt vald er eitt nú, tá demokratiskt valdi Alliende var tikin av døgum í Chile. Tá var USA partur av misgerðini, og í dag vísa skjøl, at amerikanarar høvdu meira enn ein fingur við í spælinum, tá chilenski uttanríkisráðharrin doyði - varð myrdur - í New York - í eini sokallaðari ferðsluvanlukku

HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rættiliga nógv um uppstillingarvalini í USA. Heimsins mætasta tjóð skal til at kjósa sær nýggjan forseta, og hesin kann koma at stýra landinum og lutvíst øllum heimsbúskapinum næstu 8 árini. Nú kann ein føroyingur kanska siga, at tað viðkemur ikki okkum, hvør verður valdur til forseta í USA. Men tað ger tað í veruleikanum, vilja vit vera ein partur av heimssamfelagnum við ábyrgd og skyldum. USA hevur í mongum - uppá gott og ilt - virkað sum heimsins politi. Hetta hevur í einstøkum førum hepnast væl, men í mongum førum hevur tað verið minni heppið. Dømi um har USA hevur misbrúkt sítt vald er eitt nú, tá demokratiskt valdi Alliende var tikin av døgum í Chile. Tá var USA partur av misgerðini, og í dag vísa skjøl, at amerikanarar høvdu meira enn ein fingur við í spælinum, tá chilenski uttanríkisráðharrin doyði - varð myrdur - í New York - í eini sokallaðari ferðsluvanlukku.


UM somu tíð sum amerikanarar við røttum havast at Kina fyri tørvandi mannarættindi, fremur staturin USA í dag deyðarevsing, nakað, sum hoyrir diktaturstatum og fortíðini til. Hvussu kann nakar við virðing fyri mannarættindum hava nakra virðing fyri einum USA, sum hevur sum almennan politikk at taka fólk av døgum! Og tað er júst í hesum sambandi, at komandi forsetavalið kemur inn í myndina. Og maðurin, sum eftir øllum at døma, kann gerast komandi amerikanskur forseti George Bush, junior, er ein av heitastu talsmonnunum fyri deyðarevsing. Sum guvernørur í deyðarevsingarstatinum Texas hevur hann júst nú um dagarnar vrakað ótaldar áheitanir um ikki at taka ein deyðadømdan av døgum. Hesin sigur seg vera ósekan, og tað er mangt, sum talar fyri hesum. Tað verður vanliga sagt, at ivin eigur at koma tí dømda til góða. Men so er ikki í USA. So er ikki í hugaheiminum hjá møguliga komandi amerikanska forsetanum, sami maður sum skal út at fordøma Kina fyri brot á mannarættindini.


TAÐ finnast óteljandi dømi um, at fólk eru dømd til deyða í USA, sum hava verið ósek ella har prógvini móti teimum ikki hava verið nóg góð. Hvussu mong eru ikki eisini dømini um, at politiið pentar saman skeivt próvtilfar! Vit vita eisini, at mong av teimum deyðadømdu hoyra til tey sosialt veikastu í samfelagnum, og tá USA ger alt ov lítið fyri tey veikastu, so er staturin eisini samsekur í gongdini. Europa eigur at standa sum ein maður og harðliga átala deyðarevsingina í USA.