í Oslo. Talan var um eina sýnisgluggakonsert fyri fólki úr norska tónleikaídnaðinum. Ætlanin var, at Lena skuldi hita upp fyri amerikonsku songkvinnuna Beth Hart í Oslo herfyri, hetta var ein partur av [...] fyrireikarar í Noregi um at koma á konsertina við Beth Hart, tá hetta varð av ongum, varð avgjørt at halda hesa sýnisglugga konsert fyri somu fólkum. Lena hevur norskar røtur, og hetta var eitt høvi hjá henni [...] henni at kannað tær, hon segði í samrøðu við Sosialin í november, at hon gleddi seg til hesa uppliving. Hósdagin koma Lena og Niclas til Føroyar at halda jól. Beint eftir jól fara tey í Jak Zak upptøkuhølið
men ikki kemst uttan um, at hon brúkar bara sín demokratiska rætt. Hon ger sínar metingar og niðurstøður út frá tí, sum hon sum politiskur eygleiðari heldur seg síggja og skilja. Harfyri er tó ikki sagt [...] uppií, og at tað er ikki altíð, at fólk úr hinum flokkunum sleppa tað, og tá sagt verður, at rætningslinjurnar eru ymiskar har úti, tá tað snýr seg um javnaðarfólk og um onnur. Er hetta ikki at stinga sínar [...] veit ikki hvørjum endamáli slík skuldseting móti sínum gomlu starvsfeløgum tænir! Hvat málinum um Tórbjørn Jacobsen viðvíkur, so skal fyrst sigast, at Sveinur Tróndarson arbeiddi ikki á blaðnum um tað mundið
at hann var ein smádrongur, sum var rættiliga vaksin í hugaheimi. Eg mátti so sláa meg til tols við hesum. Mamma var blaðung, tá hon átti meg, og eg skilti, at hon ikki vildi tosa so nógv um hetta, sigur [...] en, ið tá var fúti í Føroyum, men hann vildi í fyrsta umfari ikki hjálpa mær. Seinni fekk eg tó eitt bræv við upplýsingum um navnið á papa mínum, men har var eingin føðidagur við, og tí var vónleyst at [...] Tunnas Hanus Dam, men heldur ikki tann vegin bar til at koma nærri einari staðfesting av, hvør og hvar pápin var. Tað píndi meg alla tíðina ikki at vita, hvør pápi mín var. Tað hevði einki við uppvøksturin
ng. Tað er ikki hvønn dag, at lutir verða tiknir úr danska tjóðarsavinum, og Vibe Edinger viðgekk, at tað var við blandaðum kenslum at gripirnir vórðu sendir avstað, men hon var sannførd um at teir standa [...] seg ímóti tí. Tað var ikki tann stóri áhugin fyri lutunum, vil Arne Thorsteinsson vera við. Hann vil tó ikki meta um hvørt umstøður vóru at goyma hesar forngripir í Føroyum í 1875 og um lutirnir høvdu verið [...] regnið forngripunum vælkomnum aftur, men annars var ikki nøkur stórfingin vælkoma, tá hvíta byngjan við forngripunum varð sett á land. Tað var heldur ikki fyrr enn ein bilur hjá Skipafelagnum hevði koyrt
altíð, men hon megnaði hetta ógvuliga flott. Bassi sigur, at tað var ein trupul tíð, tá hann byrjaði í Fuglafirði. - Tað var kreppa, men eg var so mikið ungur og fullur av orku, at eg hefti meg ikki so nógv [...] Sjálvur var Bassi bert 21 ár, tá hann varð avlærdur sum krambakallur og fór til Fuglafjarðar at royna seg. - Eg var nýútbúgvin og púrasta óroyndur. Í ár eru tað 20 ár síðan. Um hetta mundið var tað omma [...] hevði handilin, ið hon tá hevði rikið í eini 35 ár. Eg flutti inn til hana, og vit róku handilin saman. Eg tók mær av tí dagliga, og hon tók sær mest av tí umsitingarliga. Tað var ikki so lætt hjá henni
partinum. Tað gjørdi hon, men hon gjørdi eisini tað mistak, at hon fór at viðgera spurningin um, hvussu byggjast skuldi. Tórfríður og Signar siga, at fíggjarnevndin enntá kom við tilmlæli um havnabyggingina [...] hesum máli. - Tá ið havnanevndin arbeiddi við málinum um útbygging av Fuglafjarðar havn, vóru fleiri fundir hildnir, og nevndin var samd um at rættast var at byggja atløgupláss frá Ennibryggjuni og heimeftir [...] sjálvandi vera í lagi, at ymiskar áskoðanir eru um loysnir. - Men tað er ikki í lagi, tá ið ein fíggjarnevnd tekur sær rættindi, sum hon eftir okkara tykki ikki eigur. Hetta kann gerast fordømi og í framtíðini
leggur hon speiskliga afturat. Hon gevur heldur ikki nógv fyri páhaldið um, at tað er neyðugt at fáa útendska arbeiðsmegi til landið, tí føroyingar tíma ikki at arbeiða á flakavirki. - Hetta er ikki rætt [...] tað hent, at tað var útbúgvin arbeiðsmegi, sum kom higar og tók arbeiðið frá føroyingum á skrivstovum, almennum stovnum og aðrastaðni. - Men tá ið talan er um tey tímaløntu, tykist sum um at hetta verður [...] politikarar og vinnulívsfólk framvegis tosa um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar. Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon sipar til grein í Sosialinum i gjár og hina
Skatt í hesum máli. Kristina Háfoss er landsstýriskvinna við skattamálum. Hon vil ikki siga nakað um málið nú, men staðfestir, at hon bíðar eftir niðurstøðuni frá Taks. -Tað er umráðandi, at Taks fær frið [...] viðgerðar hjá Taks. Í fyrstu atløgu sendi leiðslan í Eik eitt skriv til Taks tann 24/6-2013, har spurt var um, hvussu 90 milliónir krónur – svarandi til 18 prosent av einum tapi á 514 milliónir – kundi dragast [...] niðurstøðan var tó tikin, uttan at eitt nú útsagnirnar hjá grannskoðarunum vóru sendar við til Taks. Uttan at skjal frá Fíggjarligum Støðufesti – gjørt í samráð við danskar skattamyndugleikar – var sent við
Elsa Maria Holm Olsen er stjóri á Rúsuni, og hon sigur, at tey eru opin fyri kritikki, men at hon ikki skilir júst handan kritikkin, tí úrvalið hjá Rúsuni er ikki bert tað, sum stendur á hillunum. - Vit hava [...] at prísirnar fáa tey ikki gjørt so nógv við, tí har hava tey lógarkarmar, sum eru politiskt ásettir. Hinvegin metir hon ikki, at matstovurnar hava nakran trupulleika, tá talan er um úrval, av tí tað ber [...] brennivín. Ølið má ikki vera sterkari enn 5,8 % og skal vera í íløtum, sum skulu endurfyllast við upprunaliga innihaldinum og brennivíni, sum ikki má vera sterkari enn 60 %. Spurd um hetta ikki inniber, at keyparin
– at rinda mammu 400 um árið – eg minnist ikki, um tað vóru ríkisdálar ella krónur. Men talan var um nógvar pengar tá, og ein stór hjálp hjá mammu, sum fekk pengarnar, so leingi hon livdi. (Her kunnu vit [...] Skipað var fyri stórari móttøku á Kongabrúnni, sum varð bygd til endamálið. Anna Evensen, kona Jens Christian Evensen, sum um hetta mundið var prestur á Viðareiði, og sum seinni var Føroya próstur, var dóttir [...] send eftir mammu um at koma, tí pápi var svímaður. Tveir læknar komu straks, men har var einki at gera. Pápi var deyður av hjartaslag. – Hann doyði við kongsins hond í sínari. Og tað var tann vakrasti deyði