- Tað er púra ørt, tá ið bæði politikarar og vinnulívsfólk framvegis tosa um at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar.
Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Hon sipar til grein í Sosialinum i gjár og hina greinina her á síðuni, har víst verður á, at eini 80-90% av øllum teimum arbeiðsleysu eru tímalønt arbeiðsfólk.
- Samstundis vita vit, at so at siga øll útlendsk arbeiðsmegi, sum kemur til Føroya, er tímalønt arbeiðsmegi sum kemur higar í beinleiðis kapping við okkara egnu tímaløntu arbeiðsmegi.
Men útlendska arbeiðsmegin hevur so tann fyrimunin, at fyri at fáa hana til landið, skal arbeiðsgevarin binda seg til at tryggja henni fulla arbeiðsviku.
- Tað trygdina hevur føroyska verkafólkið ikki og tí er tað ein sannroynd, at tá ið arbeiðið minkar, verða arbeiðsgevarar tvingaðir at taka útlendsku arbeiðsmegina framum og lata føroyingarnar sita heima.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta er nakað, sum arbeiðsgevararnir sjálvir vátta.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at tað hevði neyvan verið góðtikið, skuldi tað hent, at tað var útbúgvin arbeiðsmegi, sum kom higar og tók arbeiðið frá føroyingum á skrivstovum, almennum stovnum og aðrastaðni.
- Men tá ið talan er um tey tímaløntu, tykist sum um at hetta verður góðtikið, leggur hon speiskliga afturat.
Hon gevur heldur ikki nógv fyri páhaldið um, at tað er neyðugt at fáa útendska arbeiðsmegi til landið, tí føroyingar tíma ikki at arbeiða á flakavirki.
- Hetta er ikki rætt. Men stóri trupulleikin er, at arbeiðið er so óstøðugt. Tí verður tað neyðugt at fáa fiskafólki ein fastlønarsáttmála og at tryggja teimum eina støðuga inntøku.
Ingeborg Vinther sigur, at hetta verður eitt høvuðsmál á næstu sáttmálasamráðingunum og eydnast tað, fer tað heldur ikki at standa á at manna flakavirkini við føroyskari arbeiðsmegi.
Les eisini greinina: Samgongan ført hundraðtals arbeiðsfólk fólk í arbeiðsloysi