Í dag eru 100 ár liðin, síðan Jákup Haraldsen byrjaði handilsvirksemi í Fuglafirði. Jákup varð borin í heim í Elduvík 2. november 1891 og setti sær fyri at seta á stovn nýtt handilsvirki í Fuglafirði, einans 22 ára gamal. Væl stuðlaður heimanífrá bygdi hann sethús og krambúðarbygning á Bugnum í Fuglafirði, og hin 25. november í 1914 læt hann handilin upp.
Hetta var byrjanin til eina ríka handilssøgu í Fuglafirði, har familjan Haraldsen hevur verið við frá byrjan til dagin í dag.
- Jú, tað er stórt at vera partur av hesi 100 ára gomlu søgu. Hetta er ivaleyst nógv størri, enn man gongur ov gevur sær far um. Tú hugsar nógv um mátan, sum tey undanfarnu arbeiddu uppá.
Kristian Sune Haraldsen, róptur Bassi, sigur, at hann hevur sett seg eitt sindur inn í søguna í samband við 100 ára dagin.
- Søgan sigur eisini eitt sindur um, hvussu strævið tað hevur verið at fingið alt at borið til, eitt nú við flutningi av vørum í mun til umstøðurnar í dag, har hesin parturin faktist gongur sum eitt spæl. Eg eri ógvuliga errin av at kunna standa sum eigari av hesi fyritøku í dag.
Spurdur, um hann heldur, at Haraldsen-fyritøkan er ein partur av identitetinum hjá Fuglafirði, svarar Bassi játtandi.
- Langabbi mín, Jákup Haraldsen, byrjaði handilsvirki í Fuglafirði fyri 100 árum síðan, og vit eru her enn. Tí kann ikki komast uttan um, at fyritøkan er ein partur av identitetinum.
Bassi vísir á, at Jákup var 22 ára gamal, tá hann byrjaði handilsvirksemi í Fuglafirði. Undan honum hevði pápi hansara og oldurabbi Bassa eisini handilsvirki í Elduvík, so langabbin vaks upp í einum innibyrgdum samfelag í Elduvík og setti sær sjálvum fyri at fara til Fuglafjarðar at handla.
Bassi heldur fyri, at langabbin má hava verið ótrúliga djarvur.
- Sjálvur haldi eg, at hann má hava dugað at sæð nakað fram í tíðina og hevur havt dirvi til at pløga nýggjar møguleikar. Teir royndu seg eisini við Ísvirki, tá teir sóu møguleikar at selja ís til skipini, sum skuldu flyta feskan fisk niður á bretska marknaðin. Teir sóu nógvar møguleikar og vóru dugnaligir.
Sjálvur var Bassi bert 21 ár, tá hann varð avlærdur sum krambakallur og fór til Fuglafjarðar at royna seg.
- Eg var nýútbúgvin og púrasta óroyndur. Í ár eru tað 20 ár síðan. Um hetta mundið var tað omma mín, sum hevði handilin, ið hon tá hevði rikið í eini 35 ár. Eg flutti inn til hana, og vit róku handilin saman. Eg tók mær av tí dagliga, og hon tók sær mest av tí umsitingarliga. Tað var ikki so lætt hjá henni altíð, men hon megnaði hetta ógvuliga flott.
Bassi sigur, at tað var ein trupul tíð, tá hann byrjaði í Fuglafirði.
- Tað var kreppa, men eg var so mikið ungur og fullur av orku, at eg hefti meg ikki so nógv við teir tankarnar. Eg vildi bara sleppa at arbeiða og fáa søluna av veksa. Sjálvur haldi eg, at tey fyrstu árini eydnaðust rættiliga væl hjá mær her norðuri. Tað eydnaðist at venda gongdini við at veksa um aktivitetin, dynamikkin og umsetningin í fyritøkuni, sigur Kristian Sune Haraldsen.