FORNGRIPIR
Einaferð tæntu teir einum praktiskum endamáli, soleiðis at kirkjubømenn sluppu undan at standa uppi ígjøgnum tær langu guðstænasturnar. Men í 1874 vórðu teir tiknir úr kirkjuni, tá hon varð umvæld, og í 1875 vórðu teir fluttir á danska tjóðarsavnið, har teir hava staðið til fyri fimm døgum síðan, tá teir vórðu fluttir umborð á Blik. Í gjár komu Kirkjubøstólarnir saman við einari rúgvu av øðrum virðismiklum forngripum til Føroya, eftir at hava bíðað eftir hóskandi hølum í einogfjøruti ár.
Á keiini heilsaði regnið forngripunum vælkomnum aftur, men annars var ikki nøkur stórfingin vælkoma, tá hvíta byngjan við forngripunum varð sett á land. Tað var heldur ikki fyrr enn ein bilur hjá Skipafelagnum hevði koyrt byngjuna niðan til hølini hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni, at flutningsskyldan hjá Skipafelagnum var av, og ábyrgdin av gripunum varð latin Fornminnissavninum.
Árni Joensen stjóri á Skipafelagnum stóð sjálvur á keiini undir lossing og fylgdi byngjuni allan vegin niðan í Brekkutún. Hann var fegin um at flutningurin hevði gingið væl.
- Veðrið var gott allan túrin hjá Bliki, og byngjan stóð væl pakkað millum allar hinar, so har var eingin vandi. Men tað er undir lossing og flutningi á landi, at okkurt skjótt kann ganga galið, so tá var spenningurin størstur, segði Árni Joensen, tá byngjan var tømd í øllum góðum.
Blikur hevur helst ongantíð verið so dýrabært lastaður sum hendan seinasta túrin. Forngripirnir eru tryggjaðir fyri 10 milliónir krónur, men veruliga virðið á lutunum er ómetaligt í orðsins rætta týdningi.
Fylgdi forngripunum
Við forngripunum umborð á Bliki var Vibe Edinger frá danska tjóðarsavninum. Hon var væl nøgd við flutningin.
- Túrurin var ógvuliga friðarligur, so lutirnir hava havt tað gott, segði Vibe Edinger, sum er ein av teimum, sum hevur pakkað forngripirnar á danska tjóðarsavninum, har teir seinastu mánaðirnar hava staðið frammi á einari sonevndari farvælframsýning.
Tað er ikki hvønn dag, at lutir verða tiknir úr danska tjóðarsavinum, og Vibe Edinger viðgekk, at tað var við blandaðum kenslum at gripirnir vórðu sendir avstað, men hon var sannførd um at teir standa eins væl her landi.
Stór løta
Á Fornminnissavninum var alt starvsfólkið komið saman at uppliva løtuna, tá forngripirnir komu inn um gáttina í nýggja heimi sínum. Størstur var spenningurin tá ein av kassunum við Kirkjubøstólunum varð latin upp.
- Vit mugu líka kanna um teir hava sent okkum røttu vørurnar, helt Símun, V. Arge, landsantikvarur, skemtandi fyri, tá skrúvurnar á kistulokinum vórðu tiknar úr.
Og so var. Stólurin har Matteus evangelistur er avmyndaður, var tikin upp úr kassanum, og staðfest varð, at hetta var ein av stólunum, sum fram til 1874 stóð í kirkjuni í Kirkjubø.
Fremstur stóð fyrrverandi landsantikvarur Arne Thorsteinsson, sum frá føroyskari síðu hevur staðið fyri fyrireikingunum undan flutninginum av forngripunum. Hóast hann ikki ivast í forngripavirðinum av Kirkjubøstólunum, so vóru fleiri lutir í trækistunum, sum hann sjálvur hevur størri áhuga fyri. Millum annað eitt gamalt alnarmál, sum er tann einstaki luturin, sum fyrrverandi landsantikvarurin persónliga hevur størstan áhuga fyri.
- Tað løgna er, at meðan føroyingar hava verið ógvuliga upptiknir av at fáa Kirkjubøstólarnar til Føroya, so hevur man als ikki vakt øll hinum dýrabæru føroysku forngripunum á danska tjóðarsavninum ans. Føroyingar hava bara biðið um at fáa Kirkjubøstólarnar aftur, men danir hava spurt, um vit ikki eisini vilja hava allar hinar forngripirnar eisini, helt Arne Thorsteinsson fyri.
Stólarnir stava ikki úr Føroyum
Kirkjubøstólarnir, sum verða mettir at stava úr 15. øld, eru úr furutræi. Tað er greitt, at teir ikki eru skornir í Føroyum. Hvaðani teir stava veit eingin við vissu, men helst er tað úr Noregi. Stólavangarnir eru 16 í tali. Harumframt vórðu ein lesipultur og eitt altarrúm tikin úr kirkjuni í Kirkjubø í 1874, tá kirkjan varð umvæld. Lutirnir vórðu settir í Tinghúsið har teir stóðu til árið eftir, tá teir vórðu fluttir til Danmarkar.
- Tað hendi uttan at føroyingar á nakran hátt settu seg ímóti tí. Tað var ikki tann stóri áhugin fyri lutunum, vil Arne Thorsteinsson vera við. Hann vil tó ikki meta um hvørt umstøður vóru at goyma hesar forngripir í Føroyum í 1875 og um lutirnir høvdu verið í sama standi nú, vórðu teir verandi í Føroyum.
Tað var í 1961, at danir góvu tilsøgn um at Kirjubøstólarnir og hinir føroysku forngripirnir kundu sendast aftur til Føroya, treytað av at umstøður vóru til at hýsa teimum.
Hesar umstøður hava vantað til fyri fáum árum síðan, tá Fornminnissavnið fekk hølini í Brekkutúni, har átta av teimum sekstan Kirkjubøstólunum og umleið helvtin av hinum umleið 400 føroysku forngripunum, ið hava verið í Danmark í útlegd, nú standa. Hin helvtin kemur við Bliki seinni.
Á ólavsøku verða allir teir nýliga heimkomnu forngripirnir sýndir fram. Síðan verða summir teirra pakkaðir niður aftur og goymdir, meðan aðrir gerast partur av førstu framsýningini hjá Forminnissavninum.










