Lena roynir seg í Noregi

Lena og Niclas spældu mánadagin konsert í vælumtókta norska spælistaðnum Smuget, millum áskoðararnar vóru fleiri fólk úr norska tónleikaídnaðinum.


Lena og Niclas spældu mánadagin eina konsert í Smuget, ið er eitt væl umtókt spælistað í Oslo. Talan var um eina sýnisgluggakonsert fyri fólki úr norska tónleikaídnaðinum.

Ætlanin var, at Lena skuldi hita upp fyri amerikonsku songkvinnuna Beth Hart í Oslo herfyri, hetta var ein partur av eini longri konsertrundferð hjá teimum báðum. Men Lena fekk lungnabruna og avlýsti tí síðsta part av konsertferðini m.a. konsertina í Oslo.

Umboðsmaðurin hjá Lenu hevði gjørt avtalu við plátufeløg og fyrireikarar í Noregi um at koma á konsertina við Beth Hart, tá hetta varð av ongum, varð avgjørt at halda hesa sýnisglugga konsert fyri somu fólkum.

Lena hevur norskar røtur, og hetta var eitt høvi hjá henni at kannað tær, hon segði í samrøðu við Sosialin í november, at hon gleddi seg til hesa uppliving.

Hósdagin koma Lena og Niclas til Føroyar at halda jól. Beint eftir jól fara tey í Jak Zak upptøkuhølið, at taka nøkur nýggj løg upp. Hetta er fyrst og fremst fyri at dokumentera nøkur av nógvu løgunum, ið tey hava skrivað seinastu mánaðarnar. Tá Lena og Niclas vóru í Føroyum herfyri, vóru tey í sama upptøkuhøli og tóku nøkur løg upp. Enn er ikki greitt hvussu nógv av hesum verður til eina útgávu, ella nær henda so kemur.