savna fólk um uppgávuna at fyrireika Føroyar til ferðavinnu-háárstíðina. Somuleiðis er hetta ein góð uppliving, har til ber at hitta fólk frá øllum heiminum og vera saman um at loysa eina ítøkiliga og [...] Kom til verka saman við altjóða sjálvbodnumÁtakið var fyrstu ferð í 2019 og hetta er sostatt sjeyndu ferð skipað verður fyri átakinum, sum veruliga hevur prógvað sítt virði sum eitt gott amboð til at savna [...] meðan aðrar eru nýggjar og øðrvísi. Til dømis verður ein verkætlan á Koltri, har vit saman við Tjóðsavninum fara at endurskapa víðagitna Eiðisdammin, ein onnur verkætlan verður við Gjógv, har gøtan út móti
n skal vinna ein fólkatingssess man vera líka ómøguligt, sum hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga. Tí er ei undur í, at Kári P. Højgaard vil av við hesar sessirnar. Hetta hevur verið eitt [...] Sjálvstýrisflokkinum í skjótt mong ár, tí ein týdningarmikil politisk grundregla í Føroyum er, at tað skal vera líka keðiligt hjá tær sum hjá mær. Sjálvstýrisflokkurin hevur ongan kjans at [...] Fyrru ferð var, tá Jóannes Bóndi varð valdur í 1901, og seinna ferðin tá tann 25 ára gamli sakførarin, Edward Mitens, varð valdur í 1915. Tað eru soleiðis 99 ár síðani, at flokkurin seinast var umboðaður
, sum vóru gott helvtin av teimum mongu viðhaldsfólkunum, var sera stórur, og tey mongu blá-hvítu fløggini veitraðu dúliga. Hetta hjálpti mær veruliga at samla mót til enn einaferð at fara út á gólvið [...] steðgaði, og ein sera óbehagilig kensla fór ígjøgnum meg. Men tá øll tey mongu viðhaldsfólkini, sum vóru i høllini klappadu, heppadu og róptu á okkum, hugsaði eg: YES, vit kunnu gott gera hetta umaftur! Stuðulin [...] kapping fara at nyta MP3 filar, tí tá skuldi hetta óhappið ikki kunnað komið fyri, sigur Eyð Strøm, venjari. Av tí at tónleikurin steðaði, fingu fimleikararnir enn ein møguleika at gera seriuna. Adru ferð gekk
vóru góð ráð dýr. Niðri í bátahylinum stóð stór mannfjøld og bíðaði og aðrastaðni stóðu onnur eisini. Veðrið var heilt á einari leið, men tað var sera kalt. So tá Dávur hevði boðað frá, hvat var hent, [...] nilin Borðoyarmegin skuldi latast av. Tá alt var tilreiðar, nógv fólk var samankomið, streykaði spreingitólið, og onki bar til. Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at tosa í telefon, vendi hann sær til [...] frammanundan. Men hvussu var og ikki, so vildi tað hvørki eitt ella annað júst tá. Tað gekk tó ikki so long tíð, so var alt fingið upp á pláss aftur, og tað vísti seg at vera ein menniskjasligur feilur,
føroyskum partafeløgum. Framleiðslukostnaðurin hjá Effo var í 2019 790 milliónir krónur, meðan hann í fjør var 631 milliónir krónur. Tað gav ein bruttovinning upp á 139 millionir í mun til 130 millionir [...] hevur sama tíðarskeið rindað sínum eigarum 333,8 milliónir krónur í vinningsbýti. Hetta bendir á, at tað er ein góð forrætning at selja olju til føroyingar. Magn hevur boðað frá, at felagið er í eini [...] fjør var eitt av teimum góðu árunum hjá oljufelagnum Effo. Hóast munandi minni sølu, sum minkaði úr 920 milliónum niður í 770 milliónur, so lá nøkulunda tað sama eftir á botnlinjuni, tá árið var gjørt
ljós í lon; í eygum tínum lýsti tá ein Himmalglæma von. Mín elskaði sonur! Eg helt, at hjarta mítt steðgaði, tá eg fekk boðini um, at lívið var farið úr tær. Tú var jú mítt elskaða barn: vakur, skilagóður [...] skilagóður, arbeiðs-samur og álítandi. Tú var júst farin undir lívið við tíni elskaðu Beintu, sum vit øll vóru so glað fyri og góð við. Tú var abbasa drong--ur burturav, og Beinta og tú høvdu gjørt tykk-um heim [...] »Hørð eru lívsins kor«. Seinastu tíðina av lív-in-um var tú sera hugtikin og spældi á gittar sangin: »Stair-way to heaven« (Himmal-vegurin). »Hetta er ein fínur og góður sangur, sum eg eri komin at duga«,
hava verið góð hesar seinastu vikurnar. Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður lagt til merkis, at FS Vágar, sum í fjør var í bestu deildini, tapir 5-1. Hetta sigur bæði nakað um, at LÍF hevði ein góðan dag [...] møguleikar at gera mál. Lagið var gott á áskoðarunum í góðveðrinum, men teir noyddust at bíða ein hálvan tíma, áðrenn hol kom á. So gekk skjótt, og tá teir fóru at hvíla seg var 3-0 og alt avgjørt. Jonhard [...] kom innleggið frá Kristiani Eliasen í høgru, og aftur var tað Jonhard Høgnesen sum skoraði. Vágaliðið hevði ikki nógv at bjóða uppá. Hilmar Hansen var í álopinum, men hann fekk millum lítið og einki at arbeiða
til hús. Konsertin var sera góð, og tað sum kanska yvirraskaði mest var, at høllin á Læraraskúlanum riggaði framúr væl til tiltakið. Hóast Danish Radio Big Band telur einar 20 mans var tað ongin trupulleiki [...] teimum at finna seg til rættis á lítla pallinum í Læraraskúlanum. Og ljóðið var eisini ótrúliga klárt og gott, soleiðis at ein fór at undrast á, at høllin ikki oftari verður nýtt til stórar konsertir. Í [...] egna heim. Tú kundi snøgt sagt ikki lata vera við at sveima við henni. Á pallinum var hon sannførandi og trygg, og hetta gjørdi, at báðir tímarnir fuku fram við. Løgini vóru næstan spæld út í eitt, men
arbeiða hjá Havsbrún. Kortini var árið í fjør serstakliga gott hjá Havsbrún í nøgd. - Fiskiskapurin í januar og februar í fjør var nevniliga nógv betur enn somu mánaðir í ár. Hetta vigaði upp ímóti tí, vit [...] einaferð við fiskiskapi. Eins og skip hava skrúvu, sum Poul Mohr so skemtiliga tók til einaferð, hevur fiskur stert og svimur. Í síðstu viku hevði Norðborg 1700 tons, Saksaberg góð 800, Krúnborg 2500, Christian [...] so her er nóg mikið av fiski sum er, siga tey á Havsbrún. Víst verður á, at ein vika uppá 9.000 tons, sum seinasta vika var, merkir, at nóg mikið er av fiski til hvønn dagin. - Framleiðsluorkan liggur
Ein ung kvinna var í morgun dømd fyri grovan harðskap, tí at hon hevði tveitt eitt glas í høvdið á einum fullum manni. Hendingin fór fram eina náttina í apríl uttan fyri eitt skeinkistað. Kvinnan stendur [...] av glasinum, tá hon kastaði tað. Hinvegin vísti dómarin á, at hetta hendi í einum heitum orðadrátti, og við tað at kvinnan annars hevði góð persónlig forhold, valdi hann at gera dómin treytaðan. Kvinnan [...] stendur uttan fyri og drekkur eitt glas av Irish Coffee, tá ein fullur maður er áhalsin og dettur móti henni. Úrslitið er, at meginparturin av innihaldinum í glasinum endar á blusuni hjá ungu kvinnuni. Hon