Ein ung kvinna var í morgun dømd fyri grovan harðskap, tí at hon hevði tveitt eitt glas í høvdið á einum fullum manni.
Hendingin fór fram eina náttina í apríl uttan fyri eitt skeinkistað. Kvinnan stendur uttan fyri og drekkur eitt glas av Irish Coffee, tá ein fullur maður er áhalsin og dettur móti henni. Úrslitið er, at meginparturin av innihaldinum í glasinum endar á blusuni hjá ungu kvinnuni.
Hon vil fegin hava eina umbering frá manninum, men tað er hann als ikki sinnaður at geva henni. Tey fara at keglast og orð eykst av orði, inntil kvinnan er so ill, at hon stoytir restina í glasinum yvir mannin.
Hann svarar við at skumpa hana frá sær ella sláa eftir kvinnuni, sum tá ripar glasið móti manninum. Tað rakar hann í pannuna og fær hann eina fleingju yvir eygað.
Ákærin metti, at hetta skuldi revsast við 60 daga fongsulsrevsing. Hon vísti á, at unga kvinnan hevði viðgingið, at maðurin ikki hevði skumpað seg við vilja í fyrsta umfari, og tí varð tað kvinnan, sum hevði byrjað stríðið.
Verjin heitti hinvegin á dómaran um at taka atlit at umstøðunum og síggja hendingarnar í ljósinum av, at kvinnan var ill um, at maðurin hevði elvt til, at hon hevði stoytt Irish Coffee niður á blusuna.
Dómarin fylgdi áheitanini frá ákæranum, men gjørdi tó 60 daga fongsulsrevsingina treytaða.
Dómarin metti ikki, at orðadrátturin teirra millum var av slíkum slag, at kastið av glasinum kundi umberast. Hann metti eisini, at hóast kvinnan segði seg ikki hava kastað glasið móti manninum, so mátti hon skilt, at hon fór at raka mannin og at hann kundi fáa skaða av glasinum, tá hon kastaði tað.
Hinvegin vísti dómarin á, at hetta hendi í einum heitum orðadrátti, og við tað at kvinnan annars hevði góð persónlig forhold, valdi hann at gera dómin treytaðan. Kvinnan skal tí gera samfelagstænastu í 80 tímar, og um hon einki revsivert ger komandi tvey árini, sleppur hon undan at fara inn at sita.










