Koronuárið í fjør var eitt av teimum góðu árunum hjá oljufelagnum Effo. Hóast munandi minni sølu, sum minkaði úr 920 milliónum niður í 770 milliónur, so lá nøkulunda tað sama eftir á botnlinjuni, tá árið var gjørt upp.
Tað sæst í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz, sum almannakunger roknskapir hjá føroyskum partafeløgum.
Framleiðslukostnaðurin hjá Effo var í 2019 790 milliónir krónur, meðan hann í fjør var 631 milliónir krónur.
Tað gav ein bruttovinning upp á 139 millionir í mun til 130 millionir krónur árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin øktist úr 42,1 milliónum upp í 44,1 milliónir krónur.
Úrslitið fyri skatt var slakar 51 milliónir. Felagið skal rinda slakar 11 milliónir krónur í skatti, sum gevur eitt úrslit upp á 39,8 milliónir krónur.
Effo hevur hesaferð valt at geva eigarunum størsta vinningsbýti í søgu felagsins – sum er upp á 94 milliónir krónur.
Eginognin hjá felagnum er lækkað úr 153,7 milliónum krónum niður í 99,6, og skuldin hjá felagnum er samstundis hækkað úr 125,5 upp í 177,9 milliónir krónur.
Seinastu 17 árini hevur Effo rindað sínum partaeigarum 331,6 milliónir krónur í vinningsbýti.
Kappingarneytin Magn, sum eisini rindaði 93 milliónir í vinningshýti hesaferð, hevur sama tíðarskeið rindað sínum eigarum 333,8 milliónir krónur í vinningsbýti.
Hetta bendir á, at tað er ein góð forrætning at selja olju til føroyingar. Magn hevur boðað frá, at felagið er í eini sølutilgongd. Úrslitini og vinningsbýtið seinastu árini ávirka uttan iva prísin fyri P/F Magn rætta vegin fyri núverandi íslendsku eigarar.
Eigarar í P/F Effo eru:
Kolan, Hirtshals
Lív, Tórshavn
Varðin, Gøta
Stjóri er Janus Thomsen, Nes, Toftir.
Nevndarlimir eru:
Árni Tór Rasmussen, Hoyvík, nevndarformaður
Jógvan Dávid Jacobsen, Norðragøta, nevndarlimur
Wilhelm Eyðinsson Petersen, Tórshavn, nevndarlimur