LÍF í hopla

Fótbóltur: Leirvíkingar vunnu ikki minni enn 5-1 á FS Vágum

Tað man vera langt síðani, at fótbóltslagið hevur verið so gott í Leirvík, sum tað er nú. Teir vilja ikki kanna sær bitan áðrenn hann er svølgdur, og teir nokta púra avgjørdir at tosa um uppflyting, hóast úrslitini hava verið góð hesar seinastu vikurnar.

Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður lagt til merkis, at FS Vágar, sum í fjør var í bestu deildini, tapir 5-1. Hetta sigur bæði nakað um, at LÍF hevði ein góðan dag, og at vágamenn sýndu so nógv tað vánaligasta avrikið higartil í ár.

LÍF legði fyri sum eitt ódnarveður. Teir høvdu bóltin nógv meiri alla tíðina, teir brúktu síðurnar nógv, og longu fyrstu fimm minuttirnar høvdu teir tveir stórar møguleikar at gera mál.

Lagið var gott á áskoðarunum í góðveðrinum, men teir noyddust at bíða ein hálvan tíma, áðrenn hol kom á. So gekk skjótt, og tá teir fóru at hvíla seg var 3-0 og alt avgjørt.

Jonhard Høgnesen skoraði trý mál, og tvey tey fyrru fekk hann í 1. hálvleiki. Hitt fyrsta til 1-0 eftir frísparksinnlegg frá Hugo Leo í vinstru og skot frá Kristiani Eliasen í stólpan, og til 3-0 tá hann varð spældur leysur mitt fyri. Steingrím Skoralíð skoraði til 2-0 eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Kristiani Eliasen.

Kristian Eliasen økti til 4-0 beinanvegin í 2. hálvleiki, tá hann varð spældur leysur mitt fyri. Sonni Johansen pyntaði um við skoti úr eitt sindur spískum í høgru, men LÍF svaraði beinanvegin aftur, og aftur kom innleggið frá Kristiani Eliasen í høgru, og aftur var tað Jonhard Høgnesen sum skoraði.

Vágaliðið hevði ikki nógv at bjóða uppá. Hilmar Hansen var í álopinum, men hann fekk millum lítið og einki at arbeiða við.