Fiskivinna
Tey, sum vita um svartkjaftin í føroyskum sjógvi at siga, eru samd um, at higartil í ár hevur fiskiskapurin verið á leið tann sami sum í fjør. Summar dagar er nógv at fáa, aðrar dagar er minni. Hví so er, er ilt at siga, men soleiðis er nú einaferð við fiskiskapi. Eins og skip hava skrúvu, sum Poul Mohr so skemtiliga tók til einaferð, hevur fiskur stert og svimur.
Í síðstu viku hevði Norðborg 1700 tons, Saksaberg góð 800, Krúnborg 2500, Christian í Grótinum 2000 og Tróndur í Gøtu, sum landaði síðsta vikuskifti, hevði 2700 tons.
Týsdagin í hesi vikuni var Jupiter inni við 1400 tonsum, og mikumorgunin landaðu tey á Havsbrún Christian í Grótinum, sum hevði eini 1900 tons.
Alt er svartkjaftur, sum føroysku skipini fáa suður av Munkagrunninum.
Um aðrar landingar verða seinni í vikuni, vistu tey ikki á Havsbrún mikumorgunin, men vónir eru um, at onkur bátur kemur aftrat.
1300-1400 tons
um samdøgnið
- Við lastini hjá Krúnborg hava vit fisk fram til leygardagin; so her er nóg mikið av fiski sum er, siga tey á Havsbrún.
Víst verður á, at ein vika uppá 9.000 tons, sum seinasta vika var, merkir, at nóg mikið er av fiski til hvønn dagin.
- Framleiðsluorkan liggur um 1300-1400 tons av døgnið. Onkuntíð meira, onkuntíð minni, siga tey.
Í mai mánaða í fjør fekk Havsbrún lítið burtur úr svartkjaftinum, tí arbeiðarafeløgini vóru í verkfalli og sostatt eisini teir limir, sum arbeiða hjá Havsbrún.
Kortini var árið í fjør serstakliga gott hjá Havsbrún í nøgd.
- Fiskiskapurin í januar og februar í fjør var nevniliga nógv betur enn somu mánaðir í ár. Hetta vigaði upp ímóti tí, vit ikki fingu úr føroyskum øki, meðan verkfall var, siga tey á Havsbrún í Fuglafirði.