Føroysku kvinnurnar gjørdust nummar nítjan

Kvinnurnar hja HF kappadust í gjár um HM heitið í estetiskum fimleiki. Við í kappingini, sum varð hildin i Tartu i Estlandi, vóru 26 lið úr Ruslandi, Estlandi, Letlandi, Ukraine, Ungarn, Tjekkia, Finlandi, Bulgaria, Spania, Canada, Danmark og Føroyum. 

Liðið hjá HF kom inn á gólvið sum nr 13, og framførslan byrjaði væl. Komin meir enn miðskeidis í seriuni, stedgadi tónleikurin. 

- Eg bleiv so kløkk, tá tónleikurin steðgaði, og ein sera óbehagilig kensla fór ígjøgnum meg. Men tá øll tey mongu viðhaldsfólkini, sum vóru i høllini klappadu, heppadu og róptu á okkum, hugsaði eg: YES, vit kunnu gott gera hetta umaftur! Stuðulin frá finsku áskoðarunum, sum vóru gott helvtin av teimum mongu viðhaldsfólkunum, var sera stórur, og tey mongu blá-hvítu fløggini veitraðu dúliga. Hetta hjálpti mær veruliga at samla mót til enn einaferð at fara út á gólvið og gera mitt besta, sigur Anna Helena Ejdesgaard og hinar seks kvinnurnar nikka samdar.

Venjaraparið Eyd Strøm og Ruth Smith, fingu eisini ein skelk, tá tónleikurin steðgaði, men tað er krav at hava tvær fløgur við, um eitt tílíkt óhapp skuldi hent. Tær skundaðu sær út eftir hinari fløguni og royndarspældu tónleikin einaferð. Tíbetur spældi tónleikurin uttan nakran steðg, og eftir eitt lítið peptalk gjørdu genturnar seg klárar at fara út á gólvið aftur.

- Eg vóni, at vit til næstu kapping fara at nyta MP3 filar, tí tá skuldi hetta óhappið ikki kunnað komið fyri, sigur Eyð Strøm, venjari.

Av tí at tónleikurin steðaði, fingu fimleikararnir enn ein møguleika at gera seriuna. Adru ferð gekk enn betur, enn fyrstu ferð, og kvinnurnar fullførdu eina framforslu, sum gekk væl.

Liðið frá Havnar Fimleikarfelag endaði á einum 19 plássi, og eru tær sera væl nøgdar, serliga við tí í huga, at altjóða reglugerdin í IFAGG er herd munandi.

Úrslitini frá kappingini siggjast a www.hf.fo

Í dag verður finalan, har 10 tey bestu liðini fara at kappast um VM heitið. 

Ferðalagið Hjá HF kemur heimaftur mánakvøldið.