Eivør hugtók og gandaði

Á konsertini í Læraraskúlahøllini hóskvøldið hugtók og gandaði Eivør Pálsdóttir áhoyrararnar inn í sín egna heim. Tú kundi snøgt sagt ikki lata vera við at sveima við henni. Á pallinum var hon sannførandi og trygg, og hetta gjørdi, at báðir tímarnir fuku fram við

KONSERT

Um tú tekur eitt frálíkt big band og blandar tað saman við einum av heimsins bestu songfuglum, so burdi útlitini verið til staðar fyri einari góðari konsert. Og soleiðis bleiv tað eisini, tá ið Danish Radio Big Band og Eivør Pálsdóttir hildu konsert í Læraraskúlahøllini hóskvøldið klokkan 20.
Til ein fullsetta sal vóru vit vitni til eina heilt serliga konsert í Læraraskúlahøllini. Umleið 350 fólk vóru so heppin at fáa atgongumerki til hesa forkunnugu konsertina, og hesi fólkini fóru ikki vónbrotin til hús. Konsertin var sera góð, og tað sum kanska yvirraskaði mest var, at høllin á Læraraskúlanum riggaði framúr væl til tiltakið.
Hóast Danish Radio Big Band telur einar 20 mans var tað ongin trupulleiki hjá teimum at finna seg til rættis á lítla pallinum í Læraraskúlanum. Og ljóðið var eisini ótrúliga klárt og gott, soleiðis at ein fór at undrast á, at høllin ikki oftari verður nýtt til stórar konsertir.
Í smáar tveir tímar hugtók og gandaði Eivør Pálsdóttir áhoyrararnar inn í sín egna heim. Tú kundi snøgt sagt ikki lata vera við at sveima við henni. Á pallinum var hon sannførandi og trygg, og hetta gjørdi, at báðir tímarnir fuku fram við. Løgini vóru næstan spæld út í eitt, men konsertin kendist als ikki ov drúgv fyri tað.
At hoyra eitt so gott big band sum Danish Radio Big Band er sjáldsamt oyrakrás á okkara leiðum. Men teir vístu, hví teir hava nátt teirra virðiligu støðu. Tað svingaði so væl, at áhoyrarin ikki kundi lata vera við at trampa afturvið tónleikinum. Tónleikurin smeltaði saman til okkurt heilt serligt, og vit kunnu longu nú byrja at gleða okkum til at hoyra næsta útspælið hjá Eivør Pálsdóttir.
Ummæli av konsertini verður at lesa í blaðnum týsdagin.