At Sjálvstýrisflokkurin skal vinna ein fólkatingssess man vera líka ómøguligt, sum hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga. Tí er ei undur í, at Kári P. Højgaard vil av við hesar sessirnar.
Hetta hevur verið eitt populistiskt mál hjá Sjálvstýrisflokkinum í skjótt mong ár, tí ein týdningarmikil politisk grundregla í Føroyum er, at tað skal vera líka keðiligt hjá tær sum hjá mær.
Sjálvstýrisflokkurin hevur ongan kjans at fáa umboð valt á Fólkating.
Tey 108 árini, síðani floksbýtið í Føroyum, so hevur tað eydnast Sjálvstýrisflokkinum í tveimum syftum at fingið mann valdan á Fólkating.
Fyrru ferð var, tá Jóannes Bóndi varð valdur í 1901, og seinna ferðin tá tann 25 ára gamli sakførarin, Edward Mitens, varð valdur í 1915.
Tað eru soleiðis 99 ár síðani, at flokkurin seinast var umboðaður á danatingi, so tað er ei at undrast á, at Kári P. Højgaard nú trekkir í neyðbremsuna:
Hví skulu javnaðarmenn, sambandsmenn, fólkafloksmenn og tjóðveldismenn upp á skift sleppa hygga sær við promot og prakt í Fólkatinginum og hjá drotningini øllum, sum har til hoyrir?
Tað líkist púra ongum, tá sjálvstýrismenn ongan kjans hava.
»Kanska um 100 ár«, var tað onkur sum segði...
Kári átti heldur at fyrireikað 100 ára haldið fyri, at Sjálvstýrisflokkurin seinast fekk umboð valt á Fólkating, tí tað klárar so eingin annar politiskur flokkurin í Føroyum at feira!










