sum Jákup á Borg og Allan Mørkøre ikki longur kunnu roknast sum tøkir, um tað stendur á at fáa fólk. Spurningurin er so, um hetta eisini fer at raka Hall Danielsen, sum hevur sera týdningarmiklan leiklut [...] stigatalvuni allir tykjast at ætla at styrkja um liðið. Enn er so langt ífrá sloppið hjá teimum, og komandi dystirnir fara helst at geva eina ábending um, hvat vit skulu rokna við at síggja frá teirra [...] teir blanda seg longur upp í toppin, er neyðugt við avrikum, sum eru væl meira støðug, enn tey hava verið higartil., og í øllum førum skulu avrikini vera betri, enn tey vóru sunnudagin. Óstøðugt Fyri Kyndil
tá VB og Stjørnan enn einaferð settu hvørjum øðrum stevnu í Ítróttahøllini í Vági. Fyrra hálvfinalan í steypakappingini stóð á skránni, og fá mundu ivast í, at talan fór at gerast um ein bæði spennandi [...] annað, og at talan tí nærum hvørja ferð gerst um ein góðan hondbóltsdyst. VB leyp avstað Hesa ferð var tó líkt til, at VB als ikki ætlaði, at talan skuldi gerast um nakran dyst. Eftir at liðini soleiðis høvdu [...] fast um tryggu leiðsluna. Mansverja gav úrslit Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at spæla, valdi Stjørnan at fara út at mansverja bæði Reginu Radó og Andreu Lütz, og tað tóktist eisini greitt, at hetta fór
virðiligan karm um ta føroysku bókaognina. Og hetta eydnaðist. Sverri var ein óførur brævskrivari. Hann kundi gleða mangan mannin við tí skrivaða orðinum. Eg kundi tikið nógv dømi fram um hetta, men skal halda [...] skoytti brævmóttakarin uppí: Heilsa Sverra Egholm og takka honum fyri áhugan í sínari tíð. Tað er ikki meira enn ein góð vika síðan, at Sverri var inni á gólvinum á Landsbókasavninum, og eg fekk mint hann [...] fyri at lívga um føroyska bókasavnsheimin, ið ikki altíð hevur verið mettur at hava so øgiliga átrokandi ábøtur fyri neyðini. Sverrasa partur lá ikki eftir. Friður verið við minninum um Sverra Egholm.
kundu økja um leiðsluna. Óneyðugur dramatikkur Um tað var orsakað av frustratión frá kyndilsleikarunum um ikki at skora, ella tað var tí VÍF leikararnir vóru illir um útvísingina av liðskiparanum, er ilt at [...] nakað aftur, so teir um ikki annað kundu vinna annan dystin, men brádliga traðkaði Eli Müller í VÍF málinum á bremsuna. Hetta hendi annars beint eftir at liðskiparin hjá VÍF, Ingi Olsen, um miðjan hálvleikin [...] útvísing í dystinum, og spurningurin er kanska, um hann yvir høvur gjørdi nakað brot á hondbóltsreglurnar, tá hann fekk seinastu útvísingina. Stolta siðvenjan Hetta við harða og til tíðir beinleiðis vandamikla
svenski venjarin sera nøgdur við, at tað eydnaðist liði hansara at skapa fleiri góðar málmøguleikar. - Onkur vil siga, at 4-2-3-1 er eitt meira verjukent útgangsstøði enn vanliga 4-4-2 uppstillingin, men tað [...] lið, sum betri er ført fyri at spæla framrættaðan fótbólt. Næsta uppgávan hjá svenska landsliðnum verður ein ferð til Thailands, har enn fleiri leikarar sleppa at royna seg. Ætlanin er, at venjararnir [...] dystin, at alt var, sum tað plagdi at vera: Sviar hildu væl um í verjupartinum, men megnaðu hinvegin ikki at skapa nóg nógv, og tí varð úrslitið enn einaferð 0-0. Nyggja nýtt At svensku landsliðsvenjararnir
tað er grundarlag at rokna við meiri enn heiðurligum tapi, tá Allan Simonsen og hansara royndu menn um knappar tveir mánaðir skulu spæla HM undankappingardyst í Luksemburg. At rokna við øðrum enn heiðurligum [...] árinum. Tíðliga á árinum er, áðrenn tað heima á landi verður farið undir fótbóltslandskappingina. At tað ikki er nøkur orsøk at mála við so myrkum pensli sást, tá landsliðið um hesa tíðina í fjør niðri [...] Jacobsen komu í ótakksomu ódnirnar. Teir stóðu royndina við ein glans. Tað er sera hugaligt at staðfesta, at breiddin í hópinum er í lagi, og at ættarliðskluftin ikki nýtist gerast eyðsýndur trupulleiki.
sum eru sundurbýttir við einum steðgi. Kanska er tað í veruleikanum bert hetta, sum hevur givið fótbóltinum so nógv fram um aðrar ítróttagreinar. At talan er um undirhald, sum í vavi hóskar seg til tað, sum [...] Bill Shankley, renna til hugs, tá spurt verður um, hví fótbólturin er somikið høgt í metum kring heimin. Ja, ikki bert er spælið høgt í metum. Í nógvum førum er tað ein sannur magtfaktorur í samfelagnum ? [...] hann av einum blaðmanni varð spurdur, um fótbólturin fyri hann hevði eins nógv at siga sum spurningurin um lív og deyða.? ? Nei, tað er nógv týdningarmiklari enn so, varð svarið, sum blaðmaðurin fekk.
í seinastu sekundunum. Í Klaksvík fóru tær eisini undir at nýta hetta vápnið longu eftir 20 minuttum, men hetta var sum við barnasøguni um Petur og úlvin. Tær báðar fyrstu ferðirnar riggaði tað hjá Peturi [...] undan ársskiftinum flutti úr Sóljuni til Stjørnuna, men siðani hetta, hevur hon ikki gjørt so nógv um seg. Ikki tí, leiklutur hennara er sjálvsagt minni eyðsýndur á Stjørnu-liðnum, men tað kann koritni [...] tað ráddi um bóltførleika. Teimum fyrstu mongu málunum hjá heimaliðnum átti hon onkursvegna part í, og yvirhøvur tóktust hon frá byrjan at vera tann leikarin, sum Stjørnan skuldi seta álitið á, um tað skuldi
Kappingin hjá kvinnunum er langt síðan farin í tvey. Mjølnir og Dráttur dystast um gullið, og ÍF, TB og Fleyr dystast um bronsuna. ÍF tók ímóti TB leygardagin, og enn einaferð eydnaðist at vinna ein spennandi [...] fekk bráðan enda, tí ÍF tók sær um reiggj longu í 2. setti. Hetta settið var javnt, men ÍF hevði munin. Helen á Lakjuni í ÍF var sera væl fyri í hesum dystinum, og ikki er ov nógv sagt, at hon var munurin [...] eins og í 1. settinum var hetta settið sera gott hjá TB. Nú skuldi avgerðin so falla í 5. setti. 5. settið Tað kann ikki annað sigast, enn at ÍF stendur seg væl í 5. setti. Hetta kappingarárið hevur ÍF tríggjar
líka sum avgjørdur. Um tað var orsakað av dygdunum hjá vestmenningum, ella um hoyvíkingar als onga vón høvdu um at vinna dystin, skal ikki sigast nakað um her. Allar helst var talan um eina blanding av báðum [...] førum skjóta upp um hoyvíkingarnar, so bólturin aftur kundi spíla meskarnar. Róligari Eftir at farið var um miðjuna av fyrra hálvleiki, var tað sum um vestmenningarnir vóru nøgdir um leiðsluna, sum teir [...] verjupartinum, og er Sjúrður tá eisini partur av livandi múrinum, sum uttan iva er hægsta verjan í Føroyum. Tekur tíð Fyri hoyvík kann dysturin sum so bert nýast sum staðfesting av, at tað enn er langt á mál