Ikki bønhoyrdur

Kyndil hevði tørv á einum unduri, um tað skuldi eydnast teimum at spæla seg fram til finaluna í Coca-Cola kappingini, men hetta var onga staðni at hóma í Ítróttahøllini á Hálsi týskvøldið

 

Kyndil-VÍF 16-24 (8-12)


Hondbóltur


Høvdu kyndilsmenn eina lítla vón um víðari luttøku í kappingini, tá teir týskvøldið fóru á vøllin, so var tað skjótt, at vestmenningar høvdu køvt hesa burtur í einki.


VÍF buldrandi avstað

VÍF legði beinan vegin nógv betri fyri, og ikki minst í verjupartinum var nærlagni stórt. Meðan teir nýttu fyrstu løtuna at skjóta seg fýra ? og samanlagt 16 ? mál framum, vildi einki rigga hjá Kyndli. Fyrstu 10 minuttirnar skoraðu teir ikki, og hóast teir hesa løtuna fingu eitt mál skeivt kolldømt, og hareftir misnýttu eftirfylgjandi brotskastið, so gekk tað meira enn striltið at spæla seg ígjøgnum tøttu og hart spælandi vestmannaverjuna.

Bjarni varð sera væl ansaður av Inga, og slapp als ikki at seta sín vanliga dám á dystin. Miðverjan tóktist at ansa sera væl eftir Jónleif og fríspælingum hansara, og á veinginum tóktust leikarar ikki at hava neyðugu styrkina til at bróta ígjøgnum mótstøðuverjuna.

Tað var eisini rættiliga skjótt, at hetta fór at geva seg til kennar við frustratiónum á kyndilsliðnum. Vestmenningar spældu, sum nevnt, hart í verjupartinum. Teir fingu eisini loyvi til tess frá dómaraparinum, og royndu kyndilsleikararnir at geva aftur úr somu skuffu.

Spakuliga ressaðust teir grønu aftur, og tað eydnaðist teimum eina lítla løtu at koma upp á javnt, men so svaraði VÍF aftur.


Eli læsti

Seinna umfarið var yvirvágin hjá vestmenningum kanska ikki so sjónlig at byrja við. Serliga fyrstu løtuna royndi Kyndil at toga nakað aftur, so teir um ikki annað kundu vinna annan dystin, men brádliga traðkaði Eli Müller í VÍF málinum á bremsuna.

Hetta hendi annars beint eftir at liðskiparin hjá VÍF, Ingi Olsen, um miðjan hálvleikin fekk reytt kort fyri at toga Hans Áki Dal Christiansen í armin. Kyndil hevði tá møguleikan at minka niður í eitt mál, og við Inga burtur úr spælinum tóktust útlitini góð fyri at pynta um samlaða úrslitið.

Eli tók tó skotið, og so var hann annars heitur. Seinasta korterið av dystinum fingu kyndilsmenn bert tað eina málið, hóast teir í løtum vóru bæði ein og tveir mans í yvirtalið. Tað kundi snøgt sagt gera tað sama, hvussu fríir teir vóru, tí Eli megnaði hvørja ferð at bjarga. Undantakið var, tá Bjani smekkaði brotskast heilt upp í hornið, men annars tók hann bara alt, meðan vestmenningarnir javnt og samt kundu økja um leiðsluna.


Óneyðugur dramatikkur

Um tað var orsakað av frustratión frá kyndilsleikarunum um ikki at skora, ella tað var tí VÍF leikararnir vóru illir um útvísingina av liðskiparanum, er ilt at gita. Kanska var talan um eina blanding av báðum, men seinasta korterið gjørdist undir øllum umstøðum sera rokmikið.

Betri gjørdist tað ikki av, at dómaraparið fullkomuliga misti takið á tí, sum fyrifórst á vøllinum. Til tíðir hevði hetta sera lítið við hondbólt at gera. Í fleiri førum var heldur farið eftir manninum enn bóltinum, og ógvusligar kropstaklingar og hevnisøkur stóðu ovarliga á dagsskránni. Gerðir, sum uttan stórvegis hóvasták kundu borið eini fýra beinleiðis reyð kort við sær, vórðu at kalla ikki sektaðar. Ístaðin fekk Hans Áki eitt heldur bíligt reytt kort, tá hann fekk sína triðju útvísing í dystinum, og spurningurin er kanska, um hann yvir høvur gjørdi nakað brot á hondbóltsreglurnar, tá hann fekk seinastu útvísingina.


Stolta siðvenjan

Hetta við harða og til tíðir beinleiðis vandamikla spælinum sýnir tó eisini, hvussu nógv æran kann hava at siga, tá hesir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti bresta saman.

Týskvøldið vóru langt ífrá so nógvir áskoðarar, sum tað vanliga eru til hesar dystir, men væntandi intensiteturin á áskoðaraplássunum gjørdi kanska, at tú betri legði til merkis, hvussu nógv leikararnir løgdu í dystin.

Hóast teir ongan møguleika høvdu at vinna samanlagt, so sýndi Kyndil í longum løtum, at teir fyri alt í verðini ikki vildu tapa dystin. Hinvegin vístu vestmenningar eisini, at hóast teir høvdu eina 12-mála leiðslu í skjáttuni, so høvdu teir ongar sum helst ætlanir um at taka sær av løttum.

Betri bleiv tað kanska heldur ikki av, at í lítlu áskoðarafjøldini hoyrdust viðmerkingarnar frá benkrunum enn betri, og ikki kann sigast, at hesar høvdu til endamáls at sissa leikararnar. Ivaleyst kundi ein heil bók verið skrivað um tær meira og minni begávaðu viðmerkingarnar, sum vórðu slongdar út á vøllin. Onkuntíð hevði ein hug at øtast, aðrar ferðir at flenna, men alt í alt hoyrir hetta jú eisini við til undirhaldið.


Undirhaldandi

Og júst undirhaldandi, var helst tað, sum dysturin var fram um alt. Rokmikil og dramatiskur, hóast spenningurin ikki var í hæddini, og tað sigast at vera stuttligt hjá áskoðarunum, at liðini leggja slíka orku í ein dyst, sum á pappírinum bert skuldi verið ein avgreiðsluspurningur.

Hetta gav úrslit í einum spennandi og undirhaldandi dysti, tó at dramatikkurin gjørdist heldur nógvur, tá spælið fram móti endanum gjørdist ov hart.

Tað er tó stórt spell fyri hesi, at nýtta orkan var somikið stór, at tvey reyð kort stóust av. Hjá VÍF hevur Ingi nú leikbann til komandi dyst, sum er móti H71. Hjá Kyndli hevur Hans Áki leikbann til dystin móti KÍF, við tað at hetta var triðja ferðin í ár, at hann fekk reyða kortið. Tvær ferðir av hesum hevur talan verið um tríggjar ferðir tveir minuttir, men smb.kappingarstjóranum hjá HSF telur reglan um leikbann kortini.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Hans Áki Dal Christiansen 6(2), Uni Wardum 2, Jónleif Sólsker 2(1), Høgni Klein 2, Bjarni Wardum 2(1), Heini Bendtsen 2

VÍF: Áki Olæsen 10(4), Danut Negro 5, Ingi Olsen 3, Rógvi Nielsen 2, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 1, John Zachariasen 1

Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 5

Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 4

Diskvalifikatiónir: Kyndil 1 (3X2 minuttir), VÍF 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Mistu tamarhaldið á dystinum seinasta korterið, og gav hetta úrslit í óneyðuga hørðum og ófantaligum spælið. Vónandi ikki eitt fyribrigdi, sum fer at endurtaka seg.