Stjørnan-VB 23-25(12-13)
Hondbóltur
Spenningurin var stórur, tá VB sunnudagin legði leiðina norður til Klaksvíkar. Seinni hálvfinaludysturin í Coca-Cola kappingini.
Fyrra dystin høvdu tær úr Vági vunnið við fimm málum, men tað er eingin loyna, at tær ikki vóru heilt tryggar við hesa leiðslu. Fyrst og fremst tí tær í teirri uppgerðini søplaðu eina 11 mála leiðslu burtur, og harumframt tí teir nú eisini vóru óneyðuga nógv skerdar, tí Gurið Mortensen fekk reytt kort í landskappingardysti, og tí ikki var við til seinnu hálvfinaluna.
Gjørdu ov skjótt av
Fyrstu løtuna av dystinum var tó ikki líkt til, at VB lat seg merkja av trýstinum, sum lá á teimum undan dystinum.
Heldur var tað Stjørnan, sum lat seg merkja av hesum. Í royndunum at vinna tey fimm málini innaftur, settu tær frá byrjan nógva ferð á dystin. Kanska ov nógva, tí at líta til, var tað bert Vesna Tomajek, sum megnaði at fylgja við, tá tað ráddi um bóltførleika. Teimum fyrstu mongu málunum hjá heimaliðnum átti hon onkursvegna part í, og yvirhøvur tóktust hon frá byrjan at vera tann leikarin, sum Stjørnan skuldi seta álitið á, um tað skuldi eydnast teimum at vinna seg í finaludystin.
Yvirhøvur leikaði tó javnt á, men eftir knappar 10 minuttir fekk ein kanska fyrsta varhugan av, at tað kundi gerast meira enn trupult hjá Stjørnuni at lyfta stóru uppgávuna.
VB fekk tvær av leikarum sínum blakaðar av vøllinum, men í teimum báðum fylgjandi minuttum megnaði Stjørnan als ikki at gera nakað mál. Tríggjar ferðir hesa løtuna høvdu tær møguleika at fara í skjótt álop, men hvørja ferð varð bólturin tveittur burtur, tí tær ikki gjørdu sær nóg stóran ómak við sendingini.
Tað skuldi eisini vísa seg, at hesar óneyvu sendingarnar ikki vóru nakað serstakt fyribrigdi. Fyrri hálvleikur var allur sum hann var merktur av hesum, og at Stjørnan ikki kundi fara til hálvleiks við eini leiðslu, kunnu tær bert takka sær sjálvum fyri. Í øllum førum 10 møguleikar til skjótálop vórðu soleiðis søplaðir burtur, og ístaðin gav hetta VB nógv størri trúgv uppá, at tær skuldu vinna samlaðu uppgerðina.
Mansverjan
Ein av høvuðsorsøkunum til, at tað eydnaðist somikið væl hjá VB at halda fast hesa ferð var, at tær heilt greitt høvdu lært av mistøkunum frá undanfarna vikuskifti.
Tá leiktu tær tveir dystir móti Stjørnuni, í báðum teirra nýtti Stjørnan eitt sera einfalt vápn, tá mest leikaði á. Tær mansvardu tær báðar útlendsku hjá VB, og hetta viðførdi eisini, at tær komu so nøkunlunda heilskapaðar ígjøgnum vikuskiftið. Í fyrru hálvfinaluni viðførdi hetta, at VB leiðslan minkaði úr 11 niður í fimm mál, og í landskappingardystinum dagin eftir megnaðu tær við hesum at koppa dystinum á høvdið, at avgera alt til egnan fyrimun í seinastu sekundunum.
Í Klaksvík fóru tær eisini undir at nýta hetta vápnið longu eftir 20 minuttum, men hetta var sum við barnasøguni um Petur og úlvin. Tær báðar fyrstu ferðirnar riggaði tað hjá Peturi at lumpa bygdarfólkið, men tá tað av álva stóð, var eingin, sum trúði honum.
At byrja við tóktist mansvejan av Reginu og Andreu at órógva VB, men skjótt gjørdist greitt, at tær høvdu roknað við hesum.
Restin av liðnum ? serstakliga Laila Jespersen og Christina Holm ? tóku tá alt meira yvir, og eisini dugdi Margret Augustinussen sera væl at gera sær dælt av nógva plássinum, sum stóðst av, nú tær spældu fýra móti fýra. Tað skal eisini leggjast afturat, at tær báðar útlendsku als ikki duttu burtur, hóast mansverjuna. Eitt nú megnaði Andrea kortini at gerast toppskjútti, og sigur hetta eisini eitt sindur av tær dygdir, ið hon sum leikari hevur.
Mansverjuna helt Stjørnan annars fast um allan dystin, men tað gjørdist alt meira eyðsæð, at tað ikki skuldi verða hendan, sum fór at tryggja teimum sigurin.
Stórskjútti uttan mál
Ein annar av trumfunum hjá Stjørnuni vísti seg heldur ikki at rigga sunudagin. Simona Dziugyte var toppskjútti í landskappingini, tá hon undan ársskiftinum flutti úr Sóljuni til Stjørnuna, men siðani hetta, hevur hon ikki gjørt so nógv um seg.
Ikki tí, leiklutur hennara er sjálvsagt minni eyðsýndur á Stjørnu-liðnum, men tað kann koritni undra, at somikið lítið kemur burtur úr nú. Hesa ferð varð hon hildin á beinkinum meginpartin av fyrstu trimum korterunum, og tá hon kom inn, megnaði hon so heldur ikki at skapa tað undrið, sum Stjørnan tá hevði tørv á.
Áhugaverd finala
Nú tær vóru aftan fyri við seks málum samanlagt, tá seinni hálvleikur byrjaði, merkti eisini, at seinastu 30 minuttirnir gjørdust ein kapprenning við tíðina hjá Stjørnuni. Tær byrjaðu seinna hálvleikin væl, og eina løtu hóttu tær eisini við at fara avstað.
Tær vunnu seg tvey mál framum, men so endurtók søgan seg aftur. Nakrir óneyðugir bóltar vórðu tveittir burtur, og so var VB aftur frammanfyri.
Seinasta korterið ella so tóktist eisini, sum um tær á heimaliðnum ásannaðu, at slagið var tapt. Roynt varð nú eisini við mansverju av Lailu Jespersen, men einki hjálpti. VB hevði allar trumfir á hondini, og seinasta løtan varð bert ein staðfesting av, at tær nú aftur eru í finaluni. Tað vóru tær eisini í fjør, men tá máttu tær lúta fyri Kyndli. Hesaferð verður setningurin VÍF, og nógv bendir á, at talan her kann gerast um eina sera áhugaverda uppgerð.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Stjørnan: Vesna Tomajek 11(7), Joan M. Joensen 5, Annika Ljósstein 3, Anna K. Samson 3, Sólvá Eystberg 1
VB: Andrea Lütz 10(2), Margret Augustinussen 5, Regina Radó 5, Laila Jespersen 3, Mary Krosslá 1, Christina Holm 1
Brotskøst: Stjørnan 9, VB 3
Útvísingar: Stjørnan 5, VB 3
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen. Stýrdu dystinum við myndugleika, og løgdu eina harða linju beinanvegin.