VB vann og iðraði seg

Hóast glaðar um tryggan fimm mála sigur, so mundu VB kvinnurnar iðra seg um, at tær ikki skúgvaðu allan iva til viks í fyrru hálvfinaluni móti Stjørnuni

 

VB-Stjørnan 32-27 (19-10)


Hondbóltur, Coca-Cola kappingin


Spenningurin var stórur í Vági, tá VB og Stjørnan enn einaferð settu hvørjum øðrum stevnu í Ítróttahøllini í Vági. Fyrra hálvfinalan í steypakappingini stóð á skránni, og fá mundu ivast í, at talan fór at gerast um ein bæði spennandi og undirhaldandi dyst.

Uppgerðirnar, sum liðini áður hava havt sínamillum, hava greitt víst, at liðini hóska væl til hvørt annað, og at talan tí nærum hvørja ferð gerst um ein góðan hondbóltsdyst.


VB leyp avstað

Hesa ferð var tó líkt til, at VB als ikki ætlaði, at talan skuldi gerast um nakran dyst.

Eftir at liðini soleiðis høvdu hildið hvørt annað í skinninum fyrstu løtuna, leyp VB brádliga avstað, og áðrenn nakkar rættiliga vardi, høvdu tær á heimaliðnum lagt seg heili 10 mál framum.

Fyrst og fremst grundað á gott verjuspæl, sum eisini viðførdi fleiri skjótálop tóktist VB nú at hava fullkomuligt tamarhald á dystinum, og í seinna hálvleiki var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast at halda fast um tryggu leiðsluna.


Mansverja gav úrslit

Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at spæla, valdi Stjørnan at fara út at mansverja bæði Reginu Radó og Andreu Lütz, og tað tóktist eisini greitt, at hetta fór at geva bonus.

Gaman í høvdu tær ikki møguleika at røkka einum sigri, men í øllum førum hava tær nú enn møguleikan at gera alt av á heimavølli, tá VB kemur á vitjan komandi vikuskifti. Tað høvdu tær neyvan havt, um munurin hevði verið 10 mál ella meira.

Tað var eisini ein hampuliga glaður Stjørnu-venjari, sum vit tosaðu við, tá klaksvíkingarnir aftur vóru á veg norður.

- Í fyrsta hálvleiki bar at kalla einki til hjá okkum, meðan tær spældur væl, og ta løtuna sá út til, at talan fór at gerast um eitt rættiliga skrædl. Tíbetur eydnaðist tað okkum at avmarka tapið, og fimm mál eru hóast alt ikki ógjørlig at vinna innaftur, tá vit spæla returdystin í Klaksvík, segði Rógvi Nielsen eftir dystin.

Vóru tey úr Klaksvík glað um hetta, so vóru boðini tey somu ? tó við øvugtum forteknum ? tá vit tosaðu við Eyðbritt Krosslá úr VB.

- Høvdu vit ikki mist so nógv í seinastuni, so høvdu vit at kalla tryggjað okkum finalusessin. Nú er munurin bert fimm mál, og ´tá vit eisini eru hart raktar av skaðum, kann tað gerast trupult hjá okkum.

Skaðarnir, sum Eyðbritt sipar til eru tær báðar, Rannvá augustinussen og Sólrun Krosslá, sum báðar hava brotið armin. Harumframt noyðist VB eisini at vera Gurið Mortensen fyri uttan, tá spælast skal í Klaksvík, við tað at hon fekk reytt kort, tá liðini aftur hittust sunnudagin.

Talan kann tí gerast um ein sera spennandi dyst í Klaksvík. Ein dyst, har Stjørnan skal vinna so nógv sum gjørligt, meðan tær í VB helst fara at leggja doyðin á at halda fast, soleiðis at liðið annað árið á rað kann gerast partur í steypafinaluni.


Dysturin í tølum

M;álskjúttar:

VB: Gurið Mortensen 8(2), Regina Radó 8(1), Christina Holm 5, Andrea Lütz 4, Leila Jespersen 4, Mary Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1

Stjørnan: Vesna Tomajek 8(5), Annika Ljósstein 7(2), Sólvá Eystberg 3(1), Bára Skaale 2, Joan M. Joensen 2(1), Anna K. Samson 2, Una Olsen 2, Gunvør Høgnesen 1

Brotskøst: VB 5, Stjørnan 12

Útvísingar: VB 8, Stjørnan 4

Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Dánjal Hansen.