Landsdystur
Hóast hann saman við starvsfelagnum, Lars Lagerbäck, hevði sent eitt sera ungt lið á vøllin, so hevði Tomy Söderberg roknað við at vinna dystin mikukvøldið.
Hetta tykist vera greiðasti boðskapurin, sum var at síggja í svensku fjølmiðlunum hósmorgunin.
Skaptu nógv
At svenski venjarin var vónbrotin eftir dystin, komst eina mest av, at tað ikki eydnaðist leikarum hansara at skora upp á okkurt av góðu tilboðnum, sum teir fingu. Tað besta, tá Jákup Mikkelsen vardi fyri brotssparki.
Hinvegin var svenski venjarin sera nøgdur við, at tað eydnaðist liði hansara at skapa fleiri góðar málmøguleikar.
- Onkur vil siga, at 4-2-3-1 er eitt meira verjukent útgangsstøði enn vanliga 4-4-2 uppstillingin, men tað eri eg als ikki samdur í. Vit fingu fleiri góðar djúpar renningar av miðvøllinum, men enn skulu vit hava síðubakkarnir longur niðan á vøllin, so innleggini kunnu gerast fleiri.
Hvussu var og ikki, so staðfesti svenska pressan eftir dystin, at alt var, sum tað plagdi at vera: Sviar hildu væl um í verjupartinum, men megnaðu hinvegin ikki at skapa nóg nógv, og tí varð úrslitið enn einaferð 0-0.
Nyggja nýtt
At svensku landsliðsvenjararnir nú hava roynt fleiri nýggjar ungar leikarar, mest sambært svensku pressuni ikki bert av, at teir vilja síggja hesar leikarar í blá-gula búnanum.
- Vit hava tørv á tekniskt góðum leikarum, sum megna at skapa nakað sjálvir. Nakað soleiðis byrjar Aftonbladet sína grein við áskoðanini um nýggju leikararnar.
Ítróttaskrivararnir á blaðnum vísa á vánaliga avrikið hjá Svøríki undir EM-endaspælinum í fjør, og vilja vera við, at fremsta uppgávan hjá nýggja venjaraparinum er at skapa eitt lið, sum betri er ført fyri at spæla framrættaðan fótbólt.
Næsta uppgávan hjá svenska landsliðnum verður ein ferð til Thailands, har enn fleiri leikarar sleppa at royna seg. Ætlanin er, at venjararnir skulu hava roynt eini 50 leikarar, tá seinasti venjingardysturin í vár, móti Malta í februar, verður á skránni.
Eftir hetta kemur álvara í, og skal Svøríki spæla seg til HM endaspælið, er kravið tveir sigrar í undankappingardystunum í mars mánaði. Tá skulu sviar á heimavølli royna seg móti ávíkavist Makedonia og Moldava.










