Fótbóltshugleiðing
Jákup Mørk
Væl kendu orðini hjá fyrrverandi Liverpool venjaranum, Bill Shankley, renna til hugs, tá spurt verður um, hví fótbólturin er somikið høgt í metum kring heimin. Ja, ikki bert er spælið høgt í metum. Í nógvum førum er tað ein sannur magtfaktorur í samfelagnum ? ein statur í statinum.
Orðini hjá Liverpool legenduni fullu, tá hann av einum blaðmanni varð spurdur, um fótbólturin fyri hann hevði eins nógv at siga sum spurningurin um lív og deyða.?
? Nei, tað er nógv týdningarmiklari enn so, varð svarið, sum blaðmaðurin fekk.
Tey veiku hava
ein kjans
Fyri vanliga føroyingin, sum býr í heimliga trygga dunnugarðinum, kann tað helst vera torført at skilja, hví fótbólturin skal vera týdningarmiklari enn sjálvt lívið, men fleiri staðni kring heimið er hetta als ikki óskiljandi. Kanska ikki týdningarmiklari, men í øllum førum ein av hornasteinunum í tilveruni. Eitt akker, sum í eini umskiftiligari tilveru ber boð um, at tað undir umstøðum er eitt, sum stendur fast her í lívinum, nevnliga kærleikin til felagið.
Hvat skuldi annars fingið fátøku arbeiðsmenninar í Onglandi til at goldið hundraðtals krónur fyri ein dyst. Ja, kanska fleiri túsund fyri eitt árskort til dystirnar. Tilvera teirra er í mangar mátar nyttuleys uttan hetta. Eitt stríð fyri sjalvsavgerðarrætti, sum tú ongantíð hevur møguleika at vinna, tí stættarmunurin í samfelagnum ikki loyvir tí. Har stjórar, akademikarar og onnur fyri langari tíð síðani ? gjarna fyri fleiri ættarliðum síðani ? hava sett seg á ovastu røkurnar. Hesin munur er tó burtur, tá liðini fara á vøllin hvønn leygardag. Tá kunnu tey stóru bara koma, tí her ber til at koppa teimum. Ja, kanska ikki bert at koppa teimum ta einu ferðina, men somikið væl at, lið títt stendur ovast á trúnuni.
Tá er sigurin hjá fátæka arbeiðsmanninum fullkomin, tí tá hevur hann koppa mótstøðuni til viks og sýnt, at eisini hann hevur møguleika at røkka ovastu tindunum.
Hooliganisma
Hetta at øll hava møguleikan, er sjálvsagt ein av bestu síðunum við fótbóltsspælinum, men hinvegin kenna vit eisini keðiligu avleiðingarnar av hesum. Hooliganisman er tíverri ikki nakað ókent fyribrigdi í fótbóltsheiminum. Ofta er hetta kanska skipaður harðskapur, framdur í navnið fótbóltsins, men eisini kemur hetta fram, tá vónbrotið um brostnu ítróttaligu vónirnar hjá hjartabarninum skulu skolast út onkursvegna.
Millum sterkastu minnir okkara í so máta er ivaleyst Heysel-vanlukkan í 1985, tá 39 fólk lótu lív. Alt sum úrslit av óskiljandi fótbóltsharðskapi, eygleiddur av millióna tals hyggjarum kring allan heimin.
Fá ár seinni, í 1989, skelkaðist heimurin enn einaferð, tá 95 fólk lótu lív í syndarligu Hillsborough-vanlukkuni, sum tó ikki komst av hooliganismu. Felags fyri hendingarnar var tó, at hesar settu ferð á arbeiðið at betra umstøðurnar og tryggleikan hjá áskoðarunum. Í dag kann tíbetur staðfestast, at tiltøkini, sum tá vórðu sett í verk, hava betra munandi um kringstøðurnar hjá fótbóltinum.
Kenslan er øðrvísi
Jú stórur er munurin, og tíbetur kann sigast, at samfelagsligu viðurskifti okkara her heima ikki »loyva« eina slíkari fanatismu í ítróttahøpi, men fyribrigdi er tó ikki ókent her heima, um enn tað gongur fyri seg í minni mátistokki.
Soleiðis er ivaleyst munur ímillum kensluligu brotini, tá ymsu liðini við ymsum millumbilum kunnu rópa seg føroyameistara. Fyri ein klaksvíking er kenslan sjálvandi stór, men neyvan einastandandi, tá KÍ kann rópa seg føroyameistara. Øðrvísi var hon helst í Vági í fjør, ella á Sandi í 1989, tá føroyameistaraheitið fekk heimstað á hesum plássum. Sandingar, sum tá fyri fyrstu ferð skuldu royna at eta kirsuber við teimum stóru snýttu alt og øll. Ongan tíð hetta árið eydnaðist tað nøkrum at basa teimum, og hetta treiskni kundu sandoyingar ivaleyst nýta sum fyrimynd, meðan búskaparliga kreppan her heima herjaði upp á tað harðasta um alt landið og ikki minst ? ella kanska serliga ? á Sandoynni.
Somuleiðis mundi kenslan vera nakað fyri seg, tá VB í fjør fyri fyrstu ferð í 95 ára longu søgu felagsins ognaði sær meistaraheitið. Í Vági var at kalla undantaksstøða, og sum ein eldri vágbingur so rámandi segði við útvarpsmannin, tá dreymurin um gullið brádliga var veruleiki. ? Hetta mugu tit ikki øvunda okkum. Vit hava bíða í 95 ár.
Gevur makt
Omanfyristandandi kenslur, um enn í ymsum mátistokki og lutfalli, eru eisini orsøkin til, at fótbólturin nógva staðni hevur somikið stórt vald, sum hann veruliga hevur.
Tað er neyvan nakar miðil ella nakar boðskapur, sum í somikið stóran mun megnar at savnað eina fjøld, sum fótbóltsspælið ger, og serliga í teimum londum, har demokratiið og talufrælsið ikki er so framkomið, sum her heima, hava fótbóltsmyndugleikarnir havt møguleika at gera sær dalt av teirri megi, sum hendan savnanin hevur við sær.
Sum dømi um persónar, sum hava gjørt sær dælt av, ella í øllum førum fingið fyrimun av, tilknýti til fótbóltin, kunnu soleiðis hissini nevnast Silvio Berlusconi, sum neyvan hevði fingið so stóra politiska undirtøku, uttan tilknýti sítt til stórfelagið, AC Milan. Spaniólan, Fyrrverandi borgarstjóran í Marbella, Jesus y Gil, sum er ánari av fyrrverandi stórfelagnum, Atletico Madrid, og sjálvandi eisini Bernard Tapie. Byggimatadorurin sum førdi Marseille upp á ovastu europeisku fótbóltstindarnar og síðani gjørdi eina sanna snarkarrieru sum politikkari.
Felags fyri hesar tríggjar er tó, at teir allir eru antin dømdir ella eru undir illgruna fyri umfatandi undirgravingarvirksemi, og sigur hetta helst nakað um, hvørjar freistingar hetta nærum óavmarkaða vald gevur slíkum monnum.
At hendan ávirkanin eisini virkar øvugt, er heldur einki dulsmál. Tað hendir javnan, at máttmiklir persónar blandað seg uppí, hvussu eitt ávist lið, ofta landslið, skal síggja út. Hetta sást m.a. tá argentiski forsetin kravdi, at Diego Maradona skuldi við á argentiska liðið til HM í 1994, hóast landsliðsvenjarin als ikki var áhugaður í hesum. Annað dømi er, tá italski einaræðisharrin, Mussolini, í 1934 sjálvur stóð fyri úttøkuni av italska landsliðnum til HM. Í báðum førum varð hetta gjørt fyri at tekkjast fólkinum.
Føroyska síðan
Eisini í hesum førum kann ein ? um enn framvegis í minni mun ? yvirføra hesa popularismu, sum fótbóltsspælið hevur givið, til klettar okkara. Uttan á nakran hátt at niðurgera poitiska arbeiða teirra, so kunnu menn sum Sverri Midjord, Kaj Leo Johannesen og Páll á Reynatúgvu nevnast um dømi um fyrrverandi ítróttamenn á høgum støði, sum í dag gera seg galdandi á politiska pallinum. Sum sagt skal hetta ikki verða nevnt fyri at niðurgera politisku evni teirra, men í einum valstríðið ? kundi rópt tað propagandaførslu ? er fremsta treytin, at veljarin er kunnugur um, at persónar stilla upp. Hesum stigi eru hesir í øllum førum slopnir undan, so á ein hátt kann sigast, at teir hava fingið ein fyrimun á hesum øki. Í øllum førum kann sigast, at ítróttaliga virksemi teirra so avgjørt ikki hevur verið teimum til skaða í so máta.
Hví fótbólturin
Hvussu tað so ber til, at tað er júst fótbólturin, sum hevur fingið hendan leiklutin í heimssamfelagnum, er kanska ilt at siga.
Orsøkin má sjálvandi fyrst og fremst vera hon, at fótbóltsspælið er undirhaldandi at hyggja at. Spenningur, rástyrki og sálarligir dystir í dystunum eru helst nakað, sum dregur áskoðarar og íðkarar at sær. Áskoðararnir ? í grundini hyggjarar ? hava í so máta bert eittans endamál við hesum. Tey vilja undirhaldast, og eftir hyggjaratalinum at meta, so fáa tey eisini hetta. At so ymsu fótbóltssamgongurnar eisini hava dugað ófatuliga væl at marknaðarført sína vøru, hoyrir so avgjørt við i hesum metingum.
Hvussu leingi undirhaldið stendur við, hevur allar helst eisini sína ávirkan. Við grundarlagið í hyggjaratalinum eru tað tveir lutir, sum skara framúr, tá metast skal um, hvat slag av undirhaldi hevur fastatøkur í fólkinum. Tað at hyggja at fótbólti og tað at hyggja at einum filmi. Bæði hava tey tað til felags, at talan er um undirhald í umleið 90 minuttir, sum eru sundurbýttir við einum steðgi.
Kanska er tað í veruleikanum bert hetta, sum hevur givið fótbóltinum so nógv fram um aðrar ítróttagreinar. At talan er um undirhald, sum í vavi hóskar seg til tað, sum heilar okkara tíma at síggja, uttan at troyttast alt ov nógv, meðan undirhaldi stendur á.
Fótbótlurin í fokus
Beint nú tykist fótbólturin meira enn nakran tíð at verða settuir í fokus. Hetta tí spælið nú er í uppskotið til friðarheiðursløn Nobels. Ein virðisløn sum í umrøðu helst bert hevur Oscar-virðislønina í Hollywood sum kappingarneyta.
Tað er ein svenskur ríksidagslimur, Lars Gustafsson, sum umboðar kristiligur demokratarnar, hevur skotið upp, at fótbólturin verður innstillaður til friðarheiðursløn Nobels. Orsøkirnar til uppskotið er, at fótbólturin sambært Gustafsson fremur samljóð og skilsemi í al- og millumtjóða høpi.
Ivaleyst halda viðhaldsfólk hjá ymsum landsliðum helst ikki so nógv um hvønn annan, tá liðini eru á vøllinum, men hóast hetta, so stendur Gustafsson fast við sítt.
? Fótbóltur hevur havt, og kemur framhaldandi at hava ein stóran leiklur á altjóða pallinum, tá tað ræður um at skapa forstáilsi millum fólkasløg, skrivar hann í brævi til Nobel-komitéina í Oslo.
Millum annað vísur hann í hesum sambandi á, at fótbóltsspælið hevur livað hóast tvey heimskríggj, umframt hópur av bæði etniskum og regionalum stríðsmálum hava gjørt sítt til at gera heimin ótryggan.
? Kanska kundi hann eins væl nýtt orðini hjá George Orwell í grundgeving sínari fyri, at fótbóltur hóast alt er friðarskapandi: »Fótbóltur er kríggj frádrigið skotvápn«.