spurdu rætt, men fingu ikki tey røttu svarini, sigur Marita Petersen, sum viðgongur, at eingin kennir seg heilt væl av at verða lumpað. Tað hugsi eg ikki, at nakað menniskjað kann góðtaka, men lívið skal [...] kanningin kom fram. Teir søgdu, at nú skuldu føroyingar fáa endurgjald fyri missin vit høvdu havt, men um endurgjaldið er fyri ?tort og svíða³, veit eg ikki. Vit kunnu ikki liva við, at teir bert koma við [...] støðan var so ørkymlandi og álvarslig? Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki serliga dámlig kensla, men tað,sum Landsstýrið gjørdi í kreppustøðuni, var út frá bestu sannføring, kunnleika og fyritreytum tilmálið
tey allarflestu, sum koma at ganga at lesa - eisini við navni - sjálvt um talið av ungum er stórt. Men eg haldi tað vera møtumikið at skula sita við alt ov nógvum unglingum á gangin, og skula læra tey um [...] fermast um heystið, sigur Peter O. K. Olofson, prestur. ? Í byrjanini fluttu vit runt uppá tímarnar, men nú er tað so við og við vorðið soleiðis, at tveir fastir tímar sama dag eru komnir at standa í tímatalvuni [...] soleiðis, at hetta ber til. Lágt barnatal ? Gjøgnum árini havi eg vanliga havt 4 bólkar av konfirmantum, men tó vóru einaferð 5 bólkar. Í ár hava vit so bara tríggjar bólkar, tí tað ikki eru so nógv børn longur
HF-lærara og Fíggjarmálastýrið. Partarnir hava havt 8 samráðingarfundir síðani seinast í januar mánað, men eru tó ikki komnir hvør øðrum nærri á teimum stóru økjunum, sum snúgva seg um lønarhækkanina og um [...] uppá 24 næmingar verður varðveittur í nýggja sáttmálanum. Fíggjarmálastýrið góðtók semingsuppskotið, men Yrkisfelagið vrakaði tað. Eftir tí, sum vit hava skilt, so var orsøkin til at uppskotið var vrakað [...] tá annar parturin ikki kann góðtaka semingsuppskotið, so er tað tí at hann ikki er nøgdur við tað. Men hvør var høvuðstrupulleikin? ? Høvuðstrupulleikin vóru tey bæði punktini um flokskvotientin og um lønina
frágreiðingar og hagtøl á, at tvey viðurskifti oftast eru við í deyðsvanlukkum á føroysku vegunum: Ungir menn og ferð. Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd staðfestir í blaði ráðsins, at vit, hvussu [...] álvarsomu ferðsluvanlukkunum í landinum. Atvoldirnar til hesar ferðsluvanlukkur kunnu vera so mangar, men ein teirra, ið sera ofta verður nevnd, er ferðin á bilunum, ið jú kunnu koyra nógv skjótari enn hildið [...] verður ráðiligt og lógin ásetir. Í Føroyum er undir ongum umstøðum loyvt at koyra skjótari enn 80 km/t, men kortini ber til at keypa sær bilar, ið kunnu koyra tvær til tríggjar ferðir skjótari. Ferð á teimum
eyka í kommunukassan. Kristian Magnussen sigur, at í yvirlitinum yvirav er roknað við 1998 tølum. ? Men hædd er ikki tikin fyri tí, sum er gjørt í ár. m.a. nýggjur barnagarður inni á Gøtu, býlingshús eru [...] gjørt út. ? Avleiðingin er, at tær kommununur, sum hava stóran tørv á barnaansing, verða revsaðar, men tær, sum ongan tørv hava, fáa fáa virðisløn. Hongur ikki saman Kristian Magnussen heldur, at hesin [...] um annars. Landsstýrið hevur sett sær sum mál at útreiðslurnar á fíggjarlógini skulu ikki hækka. ?Men samstundis, sum Landsstýrið ikki vil gera sín egna rakstur dýrari, himprast tað ikki við at leggja
sunnudagin. Nummar eitt móti nummar tvey, og tí kundi ein vænta at munurin ikki fór at vera so stórur. Men tað var hann kortini og orsøkin var heilt einfalt tann at spælið hjá Kyndli var meira samanhangandi [...] og stakk av frá StÍF í fyrra hálvleiki. Tær vóru aftanfyri 2-3 eftir eina eitt sindur tunga byrjan, men 17 minuttir seinni vóru tær frammanfyri við10-5. Kyndilskvinnur í essinum Sum nevnt omanfyri, so var [...] Sørensen var ikki so nógv á vøllinum, sum hon plagar. Hon spældi væl tær løturnar hon var á vøllinum, men hesaferð gjørdist hon ikki besti málskjútti, og heldur ikki tann altavgerandi spælarin á Kyndilsliðnum
Heimaliðið var eitt sindur meiri álopskent í útgangsstøðuni, enn teir vóru í Gøtu í fyrsta leikumfarinum, men tá klaksvíkingar høvdu bóltin syrgdu teir á heimaliðnum fyri at hava nógv fólk í verjupartinum. Hesa [...] ferð var Eli Hentze ikki á miðvøllinum í 1. hálvleiki. Hann var í álopinum saman við Kára Nielsen, men teir vóru ikki serliga vandamiklir, tí tað í orðsins sanna týdningi var nakað, sum haltaði á miðvøllinum [...] fyrra umfarinum. Tað var í snarálopi, tá aftasti verjumaðurin, Petur Ritter, gjørdist púra leysur, men hann misnýtti. Breiddin og styrkin KÍ kom á odda, tá 37 minuttir vóru farnir. Eftir uppspæl og innlegg
16 mió. krónur til bygging av nýggjum vaktarskipi. Hetta er peningurin, sum var ætlaður til í fjør, men sum kortini ikki var brúktur. Afturat hesi játtanini, biður landstýrismaðurin um eina eykajáttan uppá [...] partinum. Fiskimálastýrið hevur funnið fram til, at eykaútreiðslurnar í ár ikki gerast 5,8 mió. krónur, men heldur knappar fýra mió. krónur og tað hevur neyvan verið til skaða undir viðgerini, at eykaútreiðslurnar [...] tað er samfelagsliga mest gagnligt. Verður mett, at tað er í Føroyum, so skal byggjast í Føroyum, men eru aårar fyritøkur bíligari, so skal byggjast uttanlands. Tí hevur meirilutin sundurgreina tilboðini
Jørgensen kann sum fótbóltsspælari. Vit skrivaðu í páskablaðnum, at spælarin, sum hevur føroyska mammu, men sum hevur búð í Danmark alt sítt lív, hevur fingið yrkissáttmála við enska felagið Bournemouth. Hann [...] Jørgensen, Holstebro, og har brillieraði hálvi føroyingurin. Holstebro kom á odda í fyrra hálvleiki, men við tveimum málum ? einum í hvørjum hálvleiki ? syrgdi Claus Bech Jørgensen fyri, at AC Horsens vann [...] álopssinnaður miðvallari, byrjaði hendan dagin í álopinum. 22 ára gamli spælarin er eingin kempa, men hann hevur fram úr teknikk, hann spælir við báðum beinunum, og hann er ikki eiðasørur í høvuðspælinum
fáa eina hvíta bók skrivaða og givna út. Og henda útgávan skuldi verða um mánaðarskiftið í hoyna. Men terrin var góður hetta summarið, og hoyggingin gekk so mikið væl, at tey flestu vóru liðug, fyrr enn [...] gamli prinsurin, til lukku við tí lítla prinsinum, sum er so lítil, at hann er sum ein hampilig hýsa. Men í tí næststørsta býnum í tí stóra landinum búðu fleiri hundrað fólk úr tí lítla landinum. Og tey flest [...] lívinum. Tey høvdu eitt felag, sum hevði fingið ávísan stuðul frá teimum, sum ráddu í tí lítla landinum. Men nú var tann stuðulin næstan burtur, so tað felagið var komið í eina støðu, sum gjørdi, at tað ikki