Nýggja vaktarskipið: Munurin millum tilboðini minkar

Føroyingar skulu hava nýtt vaktarskip. Tað er eftir øllum at døma tað einasta, sum er greitt í løtuni. Hinvegin er enn eftir at tingið avgerð hvar skipið skal byggjast. Sambært álitinum í eykajáttanarlógini er meiriluti fyri at byggja skipið uttanlands, men tað fellur ikki í góða jørð herheima

Tað er nú liðið meiri enn eitt hálvt ár síðani tilboðini upp á nýggja vaktarskipið vóru latin upp.

Kortini er eingin avgerð enn tikin um hvar skipið skal byggjast og nær.

Fiskimálastýrið, sum umsitur byggingina av skipinum, hevur valt at fara víðari við trimum tilboðum, sum teir halda verða verd at arbeiða víðari við, og av teimum stendur tað norska tilboðið sterkast.

Tey trý tilboðini, sum valt er at arbeiða við er eitt norskt, eitt kinverkst og so tað føroyska.

Av teimum trimum var tað kinverska tilboðið tað lægsta, síðani kom tað norska, meðan tað føroyska var tað hægsta av teimum trimum.

Málið, sum var til viðgerar í tinginum í gjár var ein eykajáttanarlóg, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biður um eina meirjáttan uppá 16 mió. krónur til bygging av nýggjum vaktarskipi. Hetta er peningurin, sum var ætlaður til í fjør, men sum kortini ikki var brúktur.

Afturat hesi játtanini, biður landstýrismaðurin um eina eykajáttan uppá knappar fýra mió. krónur soleiðis, at V&B kann leiga Beskytteren at røkja vaktartænastuna við Føroyar til nýggja skipið kemur.

At tað kemur er nokk lítið at ivast í. Spurningurin er meira hvar tað skal byggjast og nær tað kemur. Hesir báðir spurningar eru nevniliga tengdir at hvørjum øðrum


Norðmenn fremstir

Av teimum tilboðunum, sum arbeitt verður við í løtuni, má metast, at tað eru norðmenn, sum eru á odda.

Teirra tilboð liggur um 95 mió. krónur eftir ymsar hækkingar, meðan føroyska tilboðið er komið heilt upp á 109 mió. krónur. Tað skal tó viðmerkjast, at norska tilboðið er gjørt upp eftir kursinum, sum hann var um hálvan januar, og síðani tá er norska krónan hækka rættiliga fitt í mun til donsku krónuna, og tað merkir, at munurin millum tilboðini gerst alsamt minni, so hvørt sum norska krónan styrkist.

Viðgerin av eykajáttanarlógini var í tveimum, og tað viðgerin í fíggjarnevndini eisini.

Fíggjarnevndin er samd um, at tað er rætt at leiga Beskytteren, og tí tekur ein samd nevnd undir við tí partinum.

Fiskimálastýrið hevur funnið fram til, at eykaútreiðslurnar í ár ikki gerast 5,8 mió. krónur, men heldur knappar fýra mió. krónur og tað hevur neyvan verið til skaða undir viðgerini, at eykaútreiðslurnar gjørdust minni enn ætlað.

Hinvegin er nevndin als ikki samd tá tað kemur til bygging av vaktarskipinum.

Í hesum sambandinum býtti nevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.


Meirilutin mælir

til Myklebust

Meirilutin, sum eru samgongutinglimirnir, sigur í álitinum, at tað er teirra uppfatan, at tað er rætt at byggja skipið nú, og at tað er rættast at byggja skipið har, sum tað er samfelagsliga mest gagnligt.

Verður mett, at tað er í Føroyum, so skal byggjast í Føroyum, men eru aårar fyritøkur bíligari, so skal byggjast uttanlands.

Tí hevur meirilutin sundurgreina tilboðini og er komin til ta niðurstøðu, at tað er rættast at byggja øi Noregi.

Orsøkirnar eru m. a., at

? norska tilboðið er 20 mió. kr. lægri,

? leveringstíðin hjá Myklebust er meiri enn eitt ár styttri enn hjá Tórshavnar Skipasmiðju,

? eykaútreiðslurnar av at leiga Beskytteren verða nógv minni av somu orsøk

? Tórshavnar Skipasmiðja tekur fyrivarni fyri manningartroti og

? nýggj Sandoyarferja skal byggjast um ikki so langa tíð, og landsstýrið ætlar, at hon skal byggjast í Føroyum, treytað av, at føroyingar eru kappingarførir.

Meirilutin setir kinversku skipasmiðjuna uttanfyri við grundgevingini hjá Stýrisbólkinum, at fjarstøðan til Kina, og tað at teir ikki hava serliga góðar royndir at byggja skip til vesturheimin ger at tað verður í dýrara lagið.


Minnilutarnir

ímóti at byggja nú

Minnilutarnir báðir eru ímóti at tað verður bygt.

Flemming Mikkelsen og Lisbeth Petersen siga, at tað hevði verið rættari at bygt Suðuroyarferjuna fyrst og tey skjóta tí upp, at tær 16 mió. krónurnar fara til tað ístaðin.

Hin minnilutin, sum er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum heldur, at vit eiga at bíða við at byggja skipið.

Hann heldur ikki at vit skulu byggja nú, men hann er samdur við hinum um leiguna av Beskytteren, sum hann heldur vit kundu keypt.

Skipið er eftir hansara meting væl egnað til fiskiveiðueftirlit og tað er í grundini tað vit hava brúk fyri.

Hann heldur, at vit skulu síggja burtur frá tí at nýggja skipið skal verða bjargingarskip, tí til tað endamálið kann Tjaldrið brúkast.

Henrik Old heldur sostatt, at vit skulu leiga Beskytteren og bíða eini tvey-trý ár, og síðani skifta Tjaldrið út, tí tað verður skjótt tjúgu ár.


Nógv dýrari

Eftir tí sum Sosialurin skilir, so er eitt sindur ymiskt hvat tingmenn halda um uppskotið.

Ein tann størsti trupulleikin er, at kostnaðurin fyri at byggja er nógv hægri enn tað, sum ætlað var, og tí eru tingmenn í iva um tað er rætt at fara undir hetta projektið.

Eisini tykist vera ósemja um hvar skipið skal byggjast. Fleiri tingmenn hava gjørt vart við týdningin av at skipið verður bygt í Føroyum, bæði fyri at varðveita kunnleikan í Føroyum og fyri at halda peningin í landinum.

Men verður uppskotið hjá meirilutanum samtykt, so verður skipið bygt nú - í Noregi.