Tað ber móti verkfalli

Sáttmálasamráðingarnar millum Yrkisfelag Studentaskúla & HF-lærara øðrumegin og Fíggjarmálastýrið hinumegin ganga ongan veg. Yrkisfelagið hevur boðað frá verkfalli frá á midnátt í gjárkvøldi, og eftir tíðindunum, sum Útvarpið bar á middegi í gjár, var tað einki sum bendi á annað enn eitt verkfall. Og tað merkir, at ongar próvtøkur verða. Samstundis hevur danska systurfelagið í stuðulsskrivi boðað frá, at teirra limum er álagt at halda próvtølunum frá skrivligu próvtøkunum aftur

Tað tykist ganga meiri enn striltið at fáa ein nýggjan sáttmála millum Yrkisfelag Studentaskúla & HF-lærara og Fíggjarmálastýrið.

Partarnir hava havt 8 samráðingarfundir síðani seinast í januar mánað, men eru tó ikki komnir hvør øðrum nærri á teimum stóru økjunum, sum snúgva seg um lønarhækkanina og um talið av næmingum í hvørjum flokki.

Flestu okkara minnast drúgva »slagsmálið«, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, um júst hetta punkt, og henda tvístøða hevur hildið sær.

Yrkisfelagið vil ikki góðtaka, at orðingin um 24 næmingar verður strikað úr sáttmálanum.

Tað var í seinastu viku, at partarnir samdust um at tað ikki nyttaði at halda fram við samráðingunum, tí tað røktist einki fyri nakrari semju á teimum stóru punktunum.

Semingsmenninir Suni Schwarts Jacobsen og Høgni Høgnesen vóru boðsendir at koma upp í samráðingarnar, og 13. mai høvdu teir fyrsta fundi og útsettu harvið verkfallið í eina viku.


Settust til

borðið mánadagin

Mánadagin í hesi vikuni kallaðu semingsmenninir partarnar samanm tí nú ætlaðu teir at royna eina semju.

Og eitt semingsuppskot kom.

Uppskotið gekk í høvuðsheitum út uppá, at lønirnar skulu hækka við 6,5 prosentum, at flokskvotienturin uppá 24 næmingar verður varðveittur í nýggja sáttmálanum.

Fíggjarmálastýrið góðtók semingsuppskotið, men Yrkisfelagið vrakaði tað.

Eftir tí, sum vit hava skilt, so var orsøkin til at uppskotið var vrakað, at beinleiðis lønarvøksturin var ov lágur.

Suni Schwarts Jacobsen sigur við Sosialin, at tá annar parturin ikki kann góðtaka semingsuppskotið, so er tað tí at hann ikki er nøgdur við tað.

Men hvør var høvuðstrupulleikin?

? Høvuðstrupulleikin vóru tey bæði punktini um flokskvotientin og um lønina.

Merkir tað so, at lønarvøksturin var ov lágur sammett við krøvini hjá Yrkisfelagnum?

? Yrkisfelagið vrakaði semingsuppskotið og tað er tí at teir ikki eru nøgdir við tað, sigur Suni Schwarts Jacobsen.

Tit hava ikki samráðst víðari eftir at tit fóru hvør til sín týsmorgunin. Fert tú at kalla partarnar inn aftur áðrenn freistin hjá Yrkisfelagnum gongur út í kvøld?

? Sum støðan er í løtuni, so dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til at kalla partarnar innaftur.

Hann leggur afturat, at fyri at tað skal vera nøkur orsøk at kalla partarnar innaftur, so má vera ein glotti, sum bendir á, at tað er møguleiki fyri eini semju. Er tann glottin ikki til staðar, so kunnu partarnir líka so væl sita heima, heldur Suni Schwarts Jacobsen.

Í stuttum merkir tað, at tað í løtuni - tí tað kann ganga skjótt hvønn vegin -ikki eru útlit til annað enn verkfall millum lærararnar á Studenta- og HF-skúlunum.


Næmingarnir gíðslar

Tey sum merkja hetta eru sjálvsagt næmingarnir.

Hóast samráðingarnar byrjaðu í januar mánaði, so er kortini eingin semja komin nú vit skjótt fara at skriva juni.

Og tá vit eu komin so langt í árinum, so eru próvtøkurnar beint hinumegin hornið.

Skrivligu próvtøkurnar eru næstan allar lagdar aftur um, meðan tær munnligu fara at byrja nú. Og hetta gevur teimum, sum ganga á seinasta ári ein rættiligan trupulleika.

Hjálmar Dam, næstformaður í næmingaráðnum í Hoydølum sigur, at næmingarnir eru illa fyri.

Hvat merkir hetta fyri tykkum?

? Tað merkir í grundini tað, at verður verkfall, og tað fellur á ein próvtøkudag, so fellur tann próvtøkan burtur, og tað er bæði óneyðugt og ótrúliga keðiligt, sigur hann.

Og í sama viðfangi kann sigast, at við tí, at próvtøkan fellur burtur, er eingin møguleiki hjá næmingunum at betra um ársmeti, og tað kann í seinasta enda verða munurin millum eitt ja og eitt nei, frá einum útbúgvingarstovni.

Hjálmar Dam greiðir frá, at hjá HF-arunum er uppaftur verri statt, tí teir næmingarnir fáa einki ársmet.

? Hendir tað, at tað verður verkfall, og tað varir leingi, so er vandi fyri, at vit fáa eitt blankt pappír sum prógv, tí eingin próvtøka hevur verið, sigur hann.

Eftir tí, sum Sosialurin skilir, so verður kortini arbeitt við at finna fram til eina skipan, sum kann forða fyri at júst hetta hendir.


Eingi skrivlig

próvtøl heldur

Vit royndu at fáa eina viðmerking frá formanninum í Yrkisfelagnum í gjár, men hann var sera varin við at siga nakað.

? Vit eru í seming í løtuni, og tí haldi eg ikki at tað er rætt, at eg fari út og geri viðmerkingar til samráðingarnar meðan tær ganga, sigur Holger Arnbjerg formaður.

Hann kundi tó siga okkum, at felagið seinnapartin hevði fingið eitt stuðullskriv úr Danmark, sum sigur, at fer Yrkisfelagið í verkfall, so fáa teir fullan stuðul frá danska systurfelagnum.

Í skrivinum frá danska felagnum verður sagt, at tað verður álagt donsku próvdómarunum ikki at lata próvtølini frá skrivligu próvtøkunum frá sær, um Yrkisfelagið fer í verkfall.

Hetta ber so í sær, at næmingarnir ongi próvtøl fáa yvirhøvur.

Vit royndu at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum við fíggjarmálum í gjár, men tað eyndaðist ikki, tí hann var upptikin á fundi.

Heldur ikki eydnaðist tað okkum at fáa eina viðmerking frá Tummasi Magnusen, sum tíverri eisini var upptikin.