Kyndil var nógv effektivari

Hondbóltur: Hóast strandingar betri megnaðu at fylgja við í øðrum hálvleiki, so var kortini einki at gera hjá teimum í dystinum móti Kyndli sunnudagin, til tað var munurin á liðunum alt ov stórur

Kyndil-StÍF 29-23 (15-9)


Tað vóru oddaliðini, sum hittust í høllini á Hálsi sunnudagin. Nummar eitt móti nummar tvey, og tí kundi ein vænta at munurin ikki fór at vera so stórur. Men tað var hann kortini og orsøkin var heilt einfalt tann at spælið hjá Kyndli var meira samanhangandi enn tað var hjá strandingum.

Trupulleikin hjá strandingum tykist verða, at tær ikki fáa nakað vælskipað álopsspæl ígongd, og í slíkum løtum eru spælarar sum Paula Berg Jacobsen og Sóley Mikkelsen bóltflytarar heldur enn álopsspælarar.

Sum seinni hálvleikur leið fullu tankarnir aftur á steypafinaluna næstseinasta leygardag, tá støðan hjá strandingum var júst tann sama. Bakkarnir høvdu tá sera trupult at sleppa inn í spælið, og ta einu ? longu ? løtuna fingu strandingar einki mál.

Støðan var júst tann sama móti Kyndli sunnudagin. Í fyrra hálvleiki var ein løta har strandingar bert fingu tvey mál í 17 minuttir og í seinna hálvleiki var ein løta, har tær bert fingu eitt mál í ellivu minuttir.

Tá so mótstøðuliðið fær nógv mál í júst somu løtum, so er einki at gera við, tá gerst munurin ov stórur, og tað var tað sum hendi. Kyndil setti av álvara damp á ketlarnar og stakk av frá StÍF í fyrra hálvleiki. Tær vóru aftanfyri 2-3 eftir eina eitt sindur tunga byrjan, men 17 minuttir seinni vóru tær frammanfyri við10-5.


Kyndilskvinnur

í essinum

Sum nevnt omanfyri, so var tað ólukka strandinga, at tær einki mál fingu í drúgva tíð, tí tað var her at dysturin varð taptur. Kyndil var í essinum sunnudagin og tá tær fyrst vóru farnar framum, hugdu tær ikki um akslarnar aftur.

Lotte Sørensen var ikki so nógv á vøllinum, sum hon plagar. Hon spældi væl tær løturnar hon var á vøllinum, men hesaferð gjørdist hon ikki besti málskjútti, og heldur ikki tann altavgerandi spælarin á Kyndilsliðnum. Lotte var víst av vøllinum í tveir minuttir um miðjan seinna hálvleik, og kom ikki inn aftur í dystin fyrr enn í endanum, men tá var dysturin longu vunnin.

Harafturímóti spældu Beinta Sørensen og Marita Hermansen sera væl. Beinta er ótrúliga skjót og dugir væl at lesa avleveringarnar hjá mótstøðuliðunum. Hon var sum ein køttur út í millum og vann liðið sínum kontraálop, sum hon onkuntíð avgjørdi sjálv og aðra tíð læt onkran annan avgera.

Ikki tí, tað er ikki ætlanin at taka nakað frá nøkrum, tí Kyndil spældi sera væl sunnudagin og bardist manniliga fyri sigurin. Tær stríddust fyri einum felags máli og tað eydnaðist framúr væl.


Greið hálvleiksleiðsla

Eftir eina byrjan, har liðini skiftust um at verða frammanfyri, so var tað Kyndil, sum fótaði sær fyrst. Strandingar høvdu ilt við at fáa bóltin í málið og høvdu harafturat trupulleikar við at fáa spælið at hanga saman.

Tað var als ikki trupulleikin hjá Kyndli og tí fóru tær frá strandingum í risafetum tá tær komu ígongd.

Tað var eisini orsøkin til at Kyndil fór til hálvleiks við greiðari leiðslu upp á 15-9.


Kyndil helt tørn

Í seinna hálvleiki ráddi meira um hjá Kyndli at halda tørn enn nakað annað. Tær eru vælvitandi um, at StÍF uttan trupulleikar kann vísa meir enn tær gjørdu sunnudagin, og tí ráddi um at vera vakin. Tað var júst tað Kyndilsleikararnir vóru og við sera effektivum verjuspæli og einum til tíðir fantastiskum málmanni pilkaðu tær mótið frá strandingum.

Í byrjanini av seinna hálvleiki royndu strandingar at fáa samband aftur við Kyndil og tað gekk fram á fyrstu løtuna. Munurin fór úr seks málum niður í fýra og tá støðan var 19-15 til Kyndil, fóru tær at fuska við spælinum eina løtu. Á veg í álop vórðu nógvir bóltar tveittir burtur og StÍF fór í álop.

Eisini fóru skotini at svíkja hesa løtuna, og eisini tað gav strandingum møguleikan.

Tær megnaðu bara ikki at útnytta hann.

Og tað var í grundini ikki teirra orsøk. Orsøkin var heilt einfalt, at málmaðurin hjá Kyndli, Marita Hermansen stóð ein branddyst. Hon bjargaði øllum. Tað var líka mikið um skotini komu frá bakkinum av strikuni ella úr spískum. Hon tók alt.

Tað var nóg mikið til at venda gongdini aftur og eftir hetta stóð Kyndil á restini av dystinum. Frá at hava verið frammanfyri við fýra málum økti Kyndil so munurin brádliga var níggju mál ? og dysturin var endaliga avgjørdur.


Dómaraborðið gav spenningin

Við sigrinum sunnudagin er ikki longur nakar ivi um hvør fer at vinna meistaraheitið hjá kvinnum. Kyndil er átta stig fremst, nú frammanfyri Neistan. Tað skal vilja meira enn illa til, um ikki Kyndil skal gerast føroyameistari, og serliga tá ein hugsar um hvussu nógv betri tær hava spælt enn hini liðini.

Í leikskránni stóð at lesa, at kvinnuliðið við einum sigri kundi koma eitt fet nærri meistaraheitinum og hesum mugu vit bara geva høvundanum rætt í!

Kyndil er komin eitt fet nærri, og tær verða helst ikki tiknar í ár.

Eingin spenningur var í dystinum sunnudagin. Til tað var munurin á liðunum alt ov stórur. Einasti spenningur var ta løtuna dómaraborðið ikki gjørdi beint sum dómararnir høvdu ætlað, men eisini tann spenningurin hvarv skjótt?