? Tá eg byrjaði sum prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í 1989, skuldi eg hava teir fyrstu konfirmantarnar beinanvegin um heystið. Tá var ein bólkur á 24, og tey gingu til at lesa í 3 vikur, sum vanligt er.
? Eg helt sjálvur, at tað var ringt at koma at kenna tey øll uppá so stutta tíð, og tá kendi eg ikki ein av teimum 24 konfirmantunum frammanundan. Í dag kenni eg eitt sindur til tey allarflestu, sum koma at ganga at lesa - eisini við navni - sjálvt um talið av ungum er stórt. Men eg haldi tað vera møtumikið at skula sita við alt ov nógvum unglingum á gangin, og skula læra tey um kristnu trúnna. Eg helt, at bæði eg og tey ungu fingu meira burturúr, um ein greiðari ætlan varð løgd fyri frálæruna.
Broyttu so við og við
? Ógvuliga skiftandi er, hvussu nógvir konfirmantar eru frá ári til ár. Tann størsta einstaka konfirmatiónin, eg havi havt, var uppá 49 konfirmantar. Tað var á vári 1992. Hugsa tær at skula sita við 49 næmingum í 13 - 14 ára aldri í einum holdi. Hetta er ógvuliga møtumikið tær tríggjar vikurnar, vanliga verður gingið til prest. Tískil spurdi eg kirkjuráðini, um eg kundi fáa loyvi til at broyta tað, og tað góðtóku tey. Tá broyttu vit tað til, at tey komu 1 ferð um vikuna í 2 tímar, stórt sæð frá byrjanini av 7. flokki og heilt til várkonfirmatiónina. Og síðani ganga øll somul saman, bæði tey sum skulu fermast um várið og tey sum skulu fermast um heystið, sigur Peter O. K. Olofson, prestur.
? Í byrjanini fluttu vit runt uppá tímarnar, men nú er tað so við og við vorðið soleiðis, at tveir fastir tímar sama dag eru komnir at standa í tímatalvuni hjá næmingunum. Hetta eri eg glaður um. Og tað er at fegnast um, at skúlarnir vísa slíka væl,vild, at tímatalvan verður løgd soleiðis, at hetta ber til.
Lágt barnatal
? Gjøgnum árini havi eg vanliga havt 4 bólkar av konfirmantum, men tó vóru einaferð 5 bólkar. Í ár hava vit so bara tríggjar bólkar, tí tað ikki eru so nógv børn longur! Bara 38 byrjaðu hesaferð, og tað eru so øll tey, sum skulu fermast um várið og um heystið ár 2000 í Fuglafjarðar prestagjaldi.
Peter O. K. Olofson vísir á, at hetta ikki er nakað serliga stórt tal, tí tá hann byrjaði vóru tað um 50-60 børn um árið, sum skuldu fermast, men talið er stútt fallið gjøgnum árini. Tó ivast hann ikki í, at barnatalið fer at vaksa aftur fyrr ella seinni.
Orsaka av lága barnatalinum er tað, at Peter O. K. Olofson bert hevur tríggjar bólkar av konfirmantum hesaferð, og eru tey eru í Leirvík, í Gøtu og í Fuglafirði. Tey sum eru frá Hellunum, Elduvík og Funningsfirði ganga at lesa saman við Gøtubørnunum. Tey verða avheintað við hýruvogni í heimbygdini og koyrd heim aftur aftaná. T.v.s. at konfirmantarnir ganga til í heimbygdini, burtursæð frá teimum, sum búgva í teimum smáu bygdunum.
? Eftirsum at tey ungu ikki kenna hvønn annan, fara vit á legu um várið, allir bólkarnir saman. Hetta byrjaðu vit at gera í 1993, og tá vóru vit eitt vikuskifti í Lívdini í Haldarsvík. Hini árini hava vit verið í Nesvík, burtursæð frá í fjør, tá leguhúsið var upptikið, so vit vóru í misiónshúsinum á Toftum í staðin. Tað vóru vit glað fyri, tí har var gott at vera.
Peter O. K. Olofson greiðir víðari frá, at tá várkonfirmantarnir eru fermdir, møtast heystkonfirmantarnir nakrar fáar ferðir áðrenn tey fermast, og aftaná tað er vanligt at halda eina konfirmantaveitslu, har konfirmantarnir koma at hugna sær saman við foreldrunum.
21 konfirmatiónir
? Síðani eg byrjaði sum prestur í Fuglafirði havi eg havt 21 konfirmatiónir. Tann minsta var í Elduvíkar kirkju, og tá var talan um 4 konfirmantar, sum allir vóru úr Funningsfirði. Men eg havi enn ikki havt nakran konfirmant úr Elduvík, tí har er ikki nakar, sum er so ungur. Væntandi verur eingin konfirmantur aftur í Elduvík fyrr enn um eini tíggju ár.
Í prestagjaldinum hjá Olofson er vanligt at hava várkonfirmatiónina Pálmasunnudag, og heystkonfirmatiónina tann seinasta sunnudagin áðrenn Mikkjalsmessu.
Ikki møguligt allastaðni
? Tá tað letur seg gera at lata børnini ganga til prest í longri tíð, er tað eisini tí, at her er landafast millum bygdirnar. Hetta hevði helst ikki verið so lætt at fingið at borið til í einum prestagjaldi sum til dømis á Viðareiði, tí har eru eisini Fugloy og Svínoy uppií. Tað hevði verið ringt at fingið slíkt at borið til har á leiðini, tí so máttu konfirmantarnir úr Fugloy og Svínoy helst verið noyddir at flutt á Viðoynna tað árið, og hetta er helst ov nógv kravt, sigur Peter O. K. Olofson.
? Her er møguligt at skipa konfirmatiónina soleiðis, tí at her er landfast, og børnini verða avheintað í hýruvogni. Tey tíggju árini, eg havi verið prestur her, havi eg havt 460 konfirmantar, so miðaltalið hevur ligið um 46 um árið, endar Peter O.K Olofson við at siga.