?Næsta ár fáa havnar borgarar eina eyka rokning uppá 15-20 milliónir
?Hinvegin fær Klaksvíkar Kommuna næstan 3,6 milliónir í kassan.
Hetta verður avleiðingin av, at Landsstýrið nú fer at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita.
Nú løgmansrøðan var til viðgerðar í tinginum, vísti Kristian Magnussen, løgtingsmaður á sína stóru misnøgd við ætlanina hjá landsstýrinum at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita.
Og tað er nógv, sum hann er misnøgdur við í ætlanini.
? Hann segði, at hjá Tórshavnar Kommunu, har tørvurin á barnaansing er nógv størstur, fer ætlanin hjá Landsstýrinum at føra eina eykaútreiðslu uppá 15-20 milliónir við sær.
Hinvegin fær t.d. Klaksvíkar Kommuna, sum hevur raðfest barnaansingina ógvuliga aftarliga, næstan 3,6 milliónir eyka í kommunukassan.
Kristian Magnussen sigur, at í yvirlitinum yvirav er roknað við 1998 tølum.
? Men hædd er ikki tikin fyri tí, sum er gjørt í ár. m.a. nýggjur barnagarður inni á Gøtu, býlingshús eru bygt út o.s.fr.
?So tá ið avtornar, er talið, sum Havnar borgarar skulu gjalda, væl hægri enn tær 11 milliónirnar, sum stendur í yvirlitinum.
Taka ikki hædd fyri tørvin
Kristian Magnussen sigur, at hann er sera misnøgdur við, at Landsstýrið ikki hevur tikið hædd fyri tørvinum á barnaansing.
Tað, sum hann sipar til, er, at í Havnini standa kanska eini 400 børn á bíðilista til at fáa ansingarpláss.
? Hinvegin fáa kommunur, sum ongan tørv hava á barnaansing, pening útgoldnan.
Hann sipar m.a. til ymsar smábygdir ú útoyggj, har onki fólk í burðarførum aldri býr.
? Sostatt kann staðfestast at Landsstýrið hevur ikki tikið hædd fyri tørvinum á ansingarplássum, tá ið roknistykkið er gjørt út.
? Avleiðingin er, at tær kommununur, sum hava stóran tørv á barnaansing, verða revsaðar, men tær, sum ongan tørv hava, fáa
fáa virðisløn.
Hongur ikki saman
Kristian Magnussen heldur, at hesin mátin at leggja barnaansingina út til kommunurnar er í andsøgn til fíggjarpolitikkin hjá landsstýrinum annars.
Landsstýrið hevur sett sær sum mál at útreiðslurnar á fíggjarlógini skulu ikki hækka.
?Men samstundis, sum Landsstýrið ikki vil gera sín egna rakstur dýrari, himprast tað ikki við at leggja stórar eyka byrðar á kommunurnar.
? Og fyri skattaborgarin er tað tað samlaða skatta- og avgjaldstrýstið, sum er avgerandi.
Kristian Magnussen sigur, at hann er eisini ógvuliga misnøgdur við, at tað ikki verður gjørd ein útreiðsluneutral skipan.
Tváa sær um hendurnar
Annars er Kristian Magnussen ikki fyri, at barnaansingin verður løgd út til kommunurnar.
?Verður barnaansingin løgd út er stórur vandi fyri, at tilboðini kring landið verða misjøvn, tvs, at tað verður stórur munur á dygdini í ansingini í teimum ymsu kommununum.
? Tá ið landstýrið leggur málsøkið út til kommunurnar, verður tað neyðugt at áseta reglar um minstamark fyri øllum møguligum, eitt nú starvsfólkatali, bygningum o.ø. fyri at tryggja at støði verður rímiligt og einsháttað sum gjørligt í teimum ymsu kommununum.
?Sostatt fer hetta at krevja eitt sera stórt og umfatandi eftirlit av kommununum fyri at tryggja, at ansingin verður tí støði, sum ásett verður.
Kristian Magnussen heldur tí, at barnaansingin framyvir eigur at verða ein barnaansing.
Og hann heldur í øllum førum, at tað er skeivt at pilka barnaansingina burturúr øllum sosialmálum og leggja hana út til kommunurnar.
Hann sigur, at eftir hansara tykki er tað einasta endamálið hjá landsstýrinum at sleppa sær undan eini ábyrgd.
? So kann landsstýrið altíð tváa sær um hendurnar og vísa á, at nú eru tað kommunurnar, sum hava ábyrgdina.
Er hetta ikki eitt mál, sum kommunurnar sjálvar hava vilja fingið at umsita?
? Tað veit eg ikki. Tað er í øllum førum ein spurningur hvussu djúpt kommunurnar hava hugsað um avleiðingarnar, sum fara at standast av hesum.
Kristian Magnussen vísir m.a. á, at kommunurnar vóru bidnar um at skriva landsstýrinum eina frágreiðing um teir trupulleikar, tær høvdu av barnaansingini, men at tær ongantíð høvdu svarað.
Hann ávarar eisini ímóti teirri fatan, at hetta fer at gera barnaansingina bíligari.
? Tað er at kasta torvmold í eyguni á fólki, tí barnaansingin verður ikki bíligari.
? Eini 80% av útreiðslunum til barnaansing eru lønir, so har er onki at spara- uttan so, at starvsfólkatalið verður skert.
? Men tað er hansara vón, at landsstýrið ferð at seta avgjørd minstukrøv fyri, hvussu barnaansingin skal skipast, m.a. um starvsfólkatal, fyri at varðveita eitt forsvarligt, pedagogiskt støði.
Hann fýlist eisini á, at málið verður skundað ígjøgnum, uttan at neyðugar fyrireikingar eru gjørdar. ? M.a. er onki frammi um, hvussu landsstýrið hugsar sær, at innihaldið í barnaansingini skal verða.
? Fyribils tykist tað sum um hetta bara er gjørt til ein fíggjarligan spurning og tað má ávarast ímóti, sigur løgtingsmaðurin.
Annars sigur hann, at eftir hansara tykki er barnaansingin ikki nøkur útreiðsla, tí sum sagt eru 80% av rakstrarútreiðslunum eru lønir, sum skattur og avgjøld verða goldin av.
Og foreldrini at børnunum í ansingini sleppa til arbeiðis og betala eisini skatt.
Í blaðnum í morgin hava vit meiri um barnaansingina