Skalt tú vera við í toppinum, so vísir tað seg, at tú skalt fáa stig hvørja ferð, og tað vil siga, at tú skalt eisini fáa stig og helst vinna, tá tað ikki gongur nakað serligt.
Veteranurin og stóri málslúkurin hjá KÍ, Kurt Mørkøre, hevur fyri ikki so langari tíð síðani staðfest her á síðunum, at higartil í ár hevur tað verið soleiðis hjá teimum, og aftur dýra biðidag fekk KÍ øll trý stigini, sjálvt um avrikið ikki livdi upp til frágera góðu fótbóltsevnini, sum teir, ið manna besta liðið hjá KÍ, áður hava prógvað, at teir megna.
Á Sandi var tað í fyrra umfarinum luturin hjá heimaliðnum at renna aftaná klaksvíkingunum, sum fyri tað mesta vóru bóltførandi, komu til møguleikar og høvdu royndir móti málinum hjá Waldemari Nowicki. Hesa ferð lá betur fyri í høgru síðu hjá klaksvíkingum, enn tað gjørdi í vinstru. Í fyrra umfarinum hevði Kurt Mørkøre einar fimm møguleikar, har hann kundi havt fingið mál, um hann kanska hevði givið sær betri stundir at tikið bóltin niður í staðin fyri at stúta og um B71 málverjin ikki hevði havt vart so væl fyri skotunum.
Heimaliðið var eitt sindur meiri álopskent í útgangsstøðuni, enn teir vóru í Gøtu í fyrsta leikumfarinum, men tá klaksvíkingar høvdu bóltin syrgdu teir á heimaliðnum fyri at hava nógv fólk í verjupartinum. Hesa ferð var Eli Hentze ikki á miðvøllinum í 1. hálvleiki. Hann var í álopinum saman við Kára Nielsen, men teir vóru ikki serliga vandamiklir, tí tað í orðsins sanna týdningi var nakað, sum haltaði á miðvøllinum. Eftir øllum at døma verður rumenarin, ið er á veg til B71, har hann skal hjálpa til á miðvøllinum, kærkomin styrkur, tí móti KÍ hevði venjarin, Ivan Hristov, valt at seta seg sjálvan á miðvøllin, sjálvt um hann var so mikið plágaður av skaða, at hann í 2. hálvleiki noyddist at taka seg úr stríðnum.
B71 hevði bara ein møguleika í fyrra umfarinum. Tað var í snarálopi, tá aftasti verjumaðurin, Petur Ritter, gjørdist púra leysur, men hann misnýtti.
Breiddin og styrkin
KÍ kom á odda, tá 37 minuttir vóru farnir. Eftir uppspæl og innlegg úr høgru stútaði Kurt Mørkøre frá handara stólpa og til Rógva Jacobsen, sum royndi móti málinum. Valdemar Nowicki hálvbjargaði, og so var Kurt á rætta staðnum í røttu løtuni.
Í 2. hálvleiki broytti B71 upp á liðið, og tað tóktist geva meiri spæl og onkrar góðar møguleikar. Eli Hentze fór aftur á miðvøllin, og Kristian Nielsen, ið var byrjaður á vongverjanum í vinstru, fór í álopið, og eftir 69 minuttir javnaði B71. Eli Hentze slapp at draga einar tríati metrar um miðstrikuna, hann slepti fram til Kristian Nielsen, Andrzej Pacek var óheppin, og 19 ára gamli álopsmaðurin gjørdist púra leysur og skoraði.
Sandoyingar kendu deymin av stigi ella stigum, og teir vóru vandamiklir í onkrum snarálopum, sjálvt um teir ? eftir at teir høvdu javnað ? duttu ov langt aftur á vøllin. Í einum snarálopi gjørdist Kári Sørensen leysur í høgru, og tá Marek fekk bóltin av honum og heimamaðurin fór um koll vildu teir á heimaliðnum hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men svartklæddi maðurin tagdi og helt talan vera um reina takling.
Klaksvíkingar vóru lítið hugflogsríkir, tá teir trýstu fyri at fáa øll stigini. Tað tóktist sum um at setningurin var at fáa bóltin fram so skjótt sum tað á nakran hátt bar til og miðja eftir Kurt Mørkøre, sum so skuldi vera bjargingarmaðurin. Tað stóðust fleiri spentar støður burturúr, men tað var ikki fyrrenn tað bara manglaði ein minuttur, at sigursmálið kom. At tað hóast alt kom ber boð um, at breiddin er stór hjá KÍ, og at venjingarstøðan er góð.
Fyri at styrkja álopspartin var Olgar Danielsen skiftur inn í KÍ álopið mitt í 2. hálvleiki (Rógvi Jacobsen fór tá aftur á miðvøllin), og veteranurin hevur framvegis nøs ? og pannu! ? fyri at gera mál (hevði tvær góðar royndir umframt málið, sum hann fekk). At hann úr stuttari fjarstøðu við nærra stólpan stútaði innlegg úr høgru frá væl upplagda Jan Joensen í kassan hevur ikki verið ókent í hansara verð, og hesa ferð var tað nóg mikið til tey trý stigini, sum klaksvíkingar væl nøgdir fóru um Skopunarfjørð við. Sandoyingar, sum fyri fyrstu ferð høvdu sørvingin Bjørn Thorsteinsson á høgra vongverja, vóru vónbrotnir, og tað er einki at siga til, tá havt verður í huga, at teir fyri aðru ferð í fimm dagar so at siga mistu á stokkinum.
B71-KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Kurt Mørkøre 37
1-1: Kristian Nielsen 69
1-2: Olgar Danielsen 89
B71: Valdemar Nowicki ? Bjørn Thorsteinsson, Bergleif Sólsker, Petur Ritter, Allin Simonsen, Kristian Nielsen ? Kári Sørensen, Ivan Hristov, Hans Jørgen Djurhuus ? Kári Nielsen, Eli Hentze
KÍ: Stephen Boyle ? Harley Bertholdsen, Marek Wierzbicki, Jan Andreasen, Andrzej Pacek, Heðin á Lakjuni ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Finn Baldvinsson ? Kurt Mørkøre, Rógvi Jacobsen