Tað skal ikki bera til at koyra ov skjótt

Í kjalarvørrinum á ferðsluvanlukkuni í Øravík fyri stuttum, verður nógv talað um ferð, ferðslu, orsøkir og loysnir. Ein nevndur møguleiki er, at bilarnir verða plomberaðir, so teir t.d. ikki kunnu koyra skjótari enn 110

Fyri viku síðan vórðu tríggir unglingar jarðaðir í kirkjugarðinum á Tvøroyri. Teir lótu lív í syndarligari ferðsluvanlukku í Øravík. Ongin teirra var enn fyltur 20. Í Suðuroynni verður dúgliga gitt um orsøkina til hesa vanlukku, ið tíverri bert er ein av mongum í lítla landinum, Føroyum, verður litið nøkur ár aftur um bak.

Løgreglan í Suðuroynni er ikki liðug at kanna málið enn, og enn væntar henni at avhoyra 18 ára gamla ørvingin, ið slapp undan vanlukkuni við lívinum. Kortini benda útsagnir frá løgreglumonnum og vitnum á, at ferðin á vanlukkuakfarinum hevur verið í meira lagi.

Í Suðuroy hava mong viðurskifti verið knýtt at orðaskiftinum í kjalarvørrinum á høpisleysu vanlukkuni. Nógvir suðuroyingar hava beint vreiðina móti tí nógv umrødda transformator-torninum í Øravík, ið áður hevur verið rakt av bili og, sum rætt er, stendur á einum ómetaliga óhepnum staði. Harumframt hevur vanlukkusvingið, ið somuleiðis er vandamikið, verið havt á munni. Vegakervið í Suðuroynni sum heild, fær somuleiðis skot fyri bógvin eftir syrgiliga tilburðin.


Kunnu koyra ov skjótt

Verður hugt at føroyskum ferðsluvanlukkum sum heild, ber kortini til at staðfesta, at tað ikki er nøkur treyt, at transformator-torn ella vandamiklir vegbugar skulu vera uppi í leikinum, tá høpileysar vanlukkur henda. Hinvegin benda frágreiðingar og hagtøl á, at tvey viðurskifti oftast eru við í deyðsvanlukkum á føroysku vegunum: Ungir menn og ferð.

Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd staðfestir í blaði ráðsins, at vit, hvussu víkjur og vendir, noyðast at staðfesta, at føroyskir ungdómar eru uppi í bróðurpartinum av álvarsomu ferðsluvanlukkunum í landinum.

Atvoldirnar til hesar ferðsluvanlukkur kunnu vera so mangar, men ein teirra, ið sera ofta verður nevnd, er ferðin á bilunum, ið jú kunnu koyra nógv skjótari enn hildið verður ráðiligt og lógin ásetir. Í Føroyum er undir ongum umstøðum loyvt at koyra skjótari enn 80 km/t, men kortini ber til at keypa sær bilar, ið kunnu koyra tvær til tríggjar ferðir skjótari.


Ferð á teimum ungu

Mangan verður koyrt nógv skjótari enn loyvt, meðan ungfólk eru í bilunum. Hetta bendir ein kanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd á. Undanfarna skúlaár skipaði ráðið fyri undirvísing um ferðsluvandar millum 9. flokkar í landinum. Í hesum sambandi varð spurnarkanning gjørd. Grundarlagið í kanningini eru 530 næmingar. Nærum 3/4 av teimum høvdu longu tá verið í bili, har bilførarin koyrdi »svakt«, sum tikið verður til. Hvat tað er, at koyra svakt, verður kanska best svarað í spurninginum um, hvat tað skjótasta bilur hevur koyrt, meðan hesi ungfólk høvdu sitið í. Helmingurin av dreingjunum høvdu verið í bili, ið koyrdi millum 150 og 250.


Plomberið bilarnar

Nógv hugskot hava verið nevnd í sambandi við ógvusligu ferðina á hesum bilum. »plomberið bilarnar, so teir ikki kunnu koyra skjótari enn eini 120«, »Setið bøturnar fyri brot á ferðhámarkið upp á fleiri túsund krónur«, »Gevið bilførarunum klippikort, klippið av, hvørjaferð farið er upp um ferðmarkið - og takið koyrikortið, tá brot eru framd eini 5 ferðir (er galdandi í Íslandi, bl.m.)«. Hesi eru bert nøkur uppskot.

Viðvíkjandi plombering verður sagt av bileftirlitinum, at tað væl ber til at fremja hesa avmarking. Teir báðir, Hans Jacob Stenberg og Bjarni Sørensen, eru á einum máli um, at ongar beinleiðis tekniskar forðingar eru fyri antin at plombera sjálvan motorin, ella broyta kervini á akfarinum við sama endamáli. Bjarni Sørensen sigur harumframt, at møguleikar kanska eru fyri at brúka hátøknina, ið longu er í flestu nýggjum bilum, til at avmarka hægstu ferð á tí einstaka bilinum.

? Hvørji árin ein plombering í motori ella kervkassa hevur á haldbærið er torført at siga, men undir øllum umstøðum ber til at siga, at tað er møguligt, sigur Bjarni Sørensen, eftirlitsmaður á Bileftirlitinum.

Fólk á verkstaðnum og søludeildini hjá Ford í Tórshavn vátta, at tað ber til at fremja antin mekaniska ella tøkniliga plombering. Haðani vistu tey harumframt at siga, at onkur hevur sjálvboðin plomberað bil sín.


Eiga at fremja málið

Leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesteen, heldur sjálvur, at tað er burturvið, at vit skulu hava bilar, ið kunnu koyra ov skjótt.

? Eru lítlar og onga tekniskar forðingar fyri at fremja hesa avmarking, haldi eg, at vit eiga at gera tað, sigur hann og leggur afturat, at einasta forðingin kanska kann vera fólkahugsanin.

? Kanska kenna summi tað, sum talan er um eina skerjing av persónliga frælsinum, men slík inntriv kunnu vera neyðug viðhvørt. Tað er jú ikki rætt at koyra ov skjótt, sigur hann.

Jón Kragesten heldur spurningin um plombering av onkrum slagi vera sera áhugaverdan, og tískil heldur hann tað vera ótrokandi at fáa spuringin viðgjørdan í almennum orðaskifti.

? Føroya Løgmaður gjørdi í løgmansrøðuni vart við, at svenska 0-hugsjónin eigur at verða stuðlað í Føroyum. Hetta bendir á, at politiskur áhugi er fyri málinum, og tískil eri eg eisini forvitin at vita, hvat hildið verður um møguleikan fyri at plombera bilarnar, sigur Jón Kragesten.

Ferðslulógin liggur undir Vinnumálastýrinum. Til bar ikki at fáa viðmerkingar til spurningin um plombering, ferðslubøtur og aðrar revsimøguleikar, tí løgfrøðingurin og landsstýrismaðurin ikki vóru at hitta. Vit venda aftur til málið í morgin.