Í sendingini við dagslok fáa vit at vita, at útvarpið hevur roynt at fingið fatur á Jóannes Eidesgaard fyri at fáa eina viðmerking frá honum. Nei álvara. Hvat við at fara eftir manninum, lata hann spillnaknan [...] Fjølmiðlagribbarnir. Hesaferð eftir Jóannes Eidesgaard, sum í almennum høpi hevur dittað sær at avdúka, at eisini hann er eitt vanligt menniskja, ið kann gera mistøk. Avdottin í almennari veitslu. Sera [...] pínligt, og tað reina guff fyri fjølmiðlarnar. Gud vitið, hvat revs-ingin hevði verið, um teir sluppu at ráða. Eftirsum eg fyri tíðina einki sjónvarp havi, var tað útvarpið, ið vakti mín harma hendan dagin
Jack Straw, tvíheldur um, at Bretland mistók seg ikki, tá landið legði Irak undir at hava útvegað sær uran úr afrikanska landinum Niger. Ístaðin leggur hann nú USA undir at hava dult týðandi upplýsingar [...] upplýsingar beint undan krígnum. Amerikanska fregnartænastan hevur boðað frá, at hon ávaraði bretsku stjórnina um, at sumt av tí, sum stóð í einari stjórnarfrágreiðing um Irak í september í fjør, hevði ikki hald [...] men leggur afturat, at amerikanarar høvdu onga aðra frágreiðing. - Vit høvdu tíðindini frá okkara álítandi keldum. Amerikanarar hava sjálvandi ikki somu keldur sum vit, so vit valdu at halda okkum til tað
heldur borgarstjórin í Klaksvík, at tað er upplagt, at Kommunusamskipanin fer at kanna SEV fyri at vita, hvussu tað fæst sum mest burtur úr felagnum. - Tað líkist ongum, at býráðsformenninir ikki kunnu biða [...] innslag um, at Kommunusamskipanin - tað er felagið hjá stóru kommunum í landinum - var farið at kanna framtíðarmøguleikarnar hjá SEV. Bæði í Havn og á Tvøroyri vildu býráðslimir hava meira at vita um hesar [...] Hetta er politikkur og journalistikkur, tá hann er minst gjøgnumarbeiddur. Tað eru ongar ætlanir um at broyta SEV, men starvsnevndin í Kommunusamskipanini skal kanna, hvussu kommunurnar og brúkarin í framtíðini
einki á, at nakar av álvara ætlaði at gera nakra roynd at venda gongdini. Seint í fyrrakvøldið settu teir ein nýggjan stjóra. Hann er el? installatørur, og so er spurningurin, um hann fer at megna at varðveita [...] fyrstu ferð í superliguni at verða sendur av vøllinum. Seinna gula kortið stóðst av, at Óli misti bóltin og tók um miðjuna á manninum, sum tók bóltin av honum. AGF var sera óheppið at tapa ímóti AaB. Áðrenn [...] men Søren Frederiksen stútaði tvær ferðir í AGF málið, og so hjálpti tað einki, at Bo Nielsen eftir fyrra AaB málið megnaði at javna til 1?1.
undirskrivaður á Hafnia um somu tíð. Umframt at undirskriva hesar báðar sáttmálar, so kunngjørdi nevndarformaðurin Klæmint Weihe, at p/f Vágatunnilin hevði avgjørt at taka av tilboði frá J. K. Petersen upp á [...] kemur ikki at darva arbeiðnum, sigur Klæmint Weihe. Arbeiðið skal byrja 5. september. Vit hava lagt okkum eftir at fáa so stóra føroyska luttøku í arbeiðnum sum gjørligt og tað meta vit, at vit hava fingið [...] Hann leggur aftrat, at nevndin í p/f Vágatunlinum heldur tað hava avgjørdan týdning, at byggiharrin átekur sær so stóra ábyrgd sum møguligt í sambandi við tunnilsgerðina. Tí valdu vit at góðtaka tilboðið
Rás 2 vónar at kunna røkka enn fleiri føroyingum í heyst. Øll neyðug loyvi eru fingin til vega, so at Rás 2 kann seta sendara á Sornfelli og Støðlafjall, og hetta fer at gera, at Rás 2 millum annað eisini [...] sendaran hevur Norðoya Sparikassi goldið, og Sosialurin hevur skilt, at tað verða líknandi avtalur sum koma at gera, at Rás 2 fer at fáa sendara á Støðlafjall og Sornfelli eisini. Rás 2 sendir í løtuni [...] Sandoynni. - Vit hava fingið øll loyvi til vega, og pengar eru eisini funnir til sendarar, so vit vóna, at vit fáa sett sendararnar upp einaferð í heyst, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2. Vilja røkka fleiri
Jens Paula Rasmussen, har sagt verður, at peningur ikki verður játtaður. Fleiri metingar ? Í tilmælinum til vinnumálastýrið verður sagt, at mælt verður ikki til at peningur verður settur av til verkætlanina [...] arbeiðsbólkurin undir Vinnumálastýrinum, sum mælir frá at fara undir innanoyggjaflúgving, tí eisini Atlantic Airways og Strandferðslan meta, at ikki er ráðiligt at fara undir slíka flúgving. Og eisini samferðs [...] stigtakarunum til føroyska flogfelagið KR Air, at einki svar var komið frá landsstýrinum viðvíkjandi umsókn teirra um rakstrarstuðul uppá 2,2 mió. kr til at fara undir flúgving við vatnflúgvara millum Tvøroyri
kannað. Í umsóknini sigur John Petersen, at grundgevingin fyri umsóknini er at hann er skuldsettur í einum revsimáli og at hann metir tað tí verða rættast, at hann ikki situr sum landsstýrismaður, meðan [...] vikuni frá, at kanningarnar hjá løgregluni fóru at verða lidnar í hesi vikuni, men tá einki røkist fyri hesum, so heldur John Petersen, at áhugamálini hjá landsstýrinum best verða røkt við at hann fyribils [...] Ísakson, løgtingsformanni frá. HVør fer at taka sær av fiskivinnumálunum meðan John Petersen er í farloyvi, er einki alment komið fram um enn, men ein møguleiki er, at løgmaður tekur ábyrgdina av málsøkinum
positiv gongd og at bygdarráðið fagnar hesum, tí nærum einki virksemi hevur verið hesum viðvíkjandi alt ov leingi. Hallur Ellingsgaard sigur tó, at pengar ikki eru til útstykkingar, men at tey í Oyndarfirði [...] At seta føtur undir egið borð er tað, ið nærum øll droyma um. Tó vísir gongdin hesum viðvíkjandi, at nógv vilja til høvuðsstaðin. Ein ávís miðsavnan tykist gera seg galdandi og tað tykist, sum flyta fólk [...] sólskinssøga at hóma. Fyrstu húsini í 10 ár Í løtuni eru tvey hús í gerð í Oyndarfirði og tað eru fyrstu húsini, ið verða bygd í bygdini í umleið 10 ár. Hallur Ellingsgaard, bygdarráðslimur sigur, at tað má
býtt í seks spurningar. Dan Petersen vil hava at vita, hvussu mong havtasku- og svartkalvagørn eru loyvd at hava undir. Eisini vil javnaðartingmaðurin hava at vita, hvussu mong gørn eru hóskandi fyri stovnsrøkt [...] millum veiðihættir, og er hetta við til at skapa illgruna og misskiljingar. Og at enda sigur Dan Petersen í fyrispurninginum til Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, at kunnu hesir spurningar rudda misskiljingar [...] Petersen sigur í viðmerkingunum, at í 1991 var eitt útlendskt garnaskip tikið fyri ólógliga veiði undir Føroyum. Veiðan var havtaska og krabbi. ? Hetta gav monnum hug at royna hesa veiði, og eru nú 7 g