Málið avgreitt frá okkara síðu

Projektið hjá KR Air er ikki nóg væl lýst til at fáa rakstrarstuðul at fara undir flúgving millum Tvøroyri, Havnina og Vágar, og hetta hevur vinnumálastýrið boðað KR Air frá, sigur Finnbogi Arge

Ólavur í Beiti


Í greinini um vatnflúgvararnar, sum lendu í Vágum á veg til Maldivurnar, segði Jens Pauli Rasmussen, ein av stigtakarunum til føroyska flogfelagið KR Air, at einki svar var komið frá landsstýrinum viðvíkjandi umsókn teirra um rakstrarstuðul uppá 2,2 mió. kr til at fara undir flúgving við vatnflúgvara millum Tvøroyri, Havnina og Vágar.

Men hesum er landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki samdur í, tí tilmælið er komið frá fyrisitingini, og sambært Finnboga Arge, er fráboðan send KR Air við Jens Paula Rasmussen, har sagt verður, at peningur ikki verður játtaður.


Fleiri metingar

? Í tilmælinum til vinnumálastýrið verður sagt, at mælt verður ikki til at peningur verður settur av til verkætlanina í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999, sigur Finnbogi Arge.

Men tað er ikki bert hesin arbeiðsbólkurin undir Vinnumálastýrinum, sum mælir frá at fara undir innanoyggjaflúgving, tí eisini Atlantic Airways og Strandferðslan meta, at ikki er ráðiligt at fara undir slíka flúgving.

Og eisini samferðslubólkurin undir landsstýrinum, sum arbeiðir við eini samlaðari loysn fyri alt landið, og sum framvegis arbeiðir við at kanna innanoyggjaflúgving, hevur mett, at henda verkætlanin hjá KR Air er ikki nóg væl grundað og lýst.