Tvey nýggj hús í gerð

Tvey nýggj hús eru í gerð í Oyndarfirði og er tað fyrstu ferð í 10 ár, at fólk byggja hús í bygdini

At seta føtur undir egið borð er tað, ið nærum øll droyma um. Tó vísir gongdin hesum viðvíkjandi, at nógv vilja til høvuðsstaðin. Ein ávís miðsavnan tykist gera seg galdandi og tað tykist, sum flyta fólk frá útjaðaraøkjunum.

Í Oyndarfirði er tó ein sólskinssøga at hóma.


Fyrstu húsini í 10 ár

Í løtuni eru tvey hús í gerð í Oyndarfirði og tað eru fyrstu húsini, ið verða bygd í bygdini í umleið 10 ár.

Hallur Ellingsgaard, bygdarráðslimur sigur, at tað má metast sum sera positiv gongd og at bygdarráðið fagnar hesum, tí nærum einki virksemi hevur verið hesum viðvíkjandi alt ov leingi.

Hallur Ellingsgaard sigur tó, at pengar ikki eru til útstykkingar, men at tey í Oyndarfirði hava eina byggiætlan og at útstykkingar verða gjørdar so hvørt, ið biðið verður um tað.


Virksemi

Fólkatalið í Oyndarfirði er ikki minkandi, kanska heldur hinvegin, men seinastu mongu árini hevur talið ligið um 170 fólk, sigur Hallur Ellingsgaard, ið fegnast um, at tað tykist, sum ein spakulig øking er at hóma.

Virksemi er eisini í bygdini og á laksavirkinum Norðex verður væntandi farið aftur til arbeiðis mánadagin, sigur Hallur Ellingsgaard.

Á laksavirkinum Norðex arbeiða vanliga um 30 fólk.