Ólavur í Beiti
Á tingfundinum hósdagin, setti Dan Petersen, løgtingsmaður, fiskimálaráðharranum fyrispurning um garnaveiðu, sum løgtingsmaðurin hevur býtt í seks spurningar.
Dan Petersen vil hava at vita, hvussu mong havtasku- og svartkalvagørn eru loyvd at hava undir. Eisini vil javnaðartingmaðurin hava at vita, hvussu mong gørn eru hóskandi fyri stovnsrøkt og veiði; hvussu leingi gørn hava loyvi at standa í sjónum; hvussu leingi gørnini standa í meðal; hvussu leingi fiskurin livir í gørnunum, og hvat hjáveiðiprosentið upp á 5 er sett eftir, tá partur av hesum fiski ikki er kvoteraður annars?
7 garnaloyvi
Dan Petersen sigur í viðmerkingunum, at í 1991 var eitt útlendskt garnaskip tikið fyri ólógliga veiði undir Føroyum. Veiðan var havtaska og krabbi.
? Hetta gav monnum hug at royna hesa veiði, og eru nú 7 garnaloyvir givin. Teir flestu fiska havtasku um veturin og svartkalva summarhálvárið. Kapping er altíð millum veiðihættir, og er hetta við til at skapa illgruna og misskiljingar.
Og at enda sigur Dan Petersen í fyrispurninginum til Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharra, at kunnu hesir spurningar rudda misskiljingar burtur, samstundis sum tryggjað verður, at fiskiskapurin er forsvarligur, so er endamálið við teimum rokkið.