So vóru teir aftur har. Fjølmiðlagribbarnir.
Hesaferð eftir Jóannes Eidesgaard, sum í almennum høpi hevur dittað sær at avdúka, at eisini hann er eitt vanligt menniskja, ið kann gera mistøk.
Avdottin í almennari veitslu. Sera pínligt, og tað reina guff fyri fjølmiðlarnar. Gud vitið, hvat revs-ingin hevði verið, um teir sluppu at ráða.
Eftirsum eg fyri tíðina einki sjónvarp havi, var tað útvarpið, ið vakti mín harma hendan dagin, tá útvarpskvinnan einar fimm? ferðir - við smærri umformuleringum, sum tey eru ekspertar í - mestsum kravdi, at maðurin mátti fáa eina ábreiðslu frá sínum ráðandi baklandi. Ein eyðmýking framman fyri øllum Føroya fólki og ein treytaleys umbering er alt ov lætt sloppið.
Men ikki nokk við tí. Í sendingini við dagslok fáa vit at vita, at útvarpið hevur roynt at fingið fatur á Jóannes Eidesgaard fyri at fáa eina viðmerking frá honum. Nei álvara.
Hvat við at fara eftir manninum, lata hann spillnaknan, dragsa hann oman gjøgnum Havnargøtur og heingja hann upp í flaggstongina á Tinghúsvøllinum til alment spott og spe?
Vit drýpa høvur. Og taka hattin av fyri Javnaðar-floksins ábyrgdarum, at tey ikki avlívaðu mannin.










