Rás 2 víðkar um sendiøki

Útvarpsrásin Rás 2 vónar at senda umvegis Sornfelli og Støðlafjall í heyst

Rás 2 vónar at kunna røkka enn fleiri føroyingum í heyst.

Øll neyðug loyvi eru fingin til vega, so at Rás 2 kann seta sendara á Sornfelli og Støðlafjall, og hetta fer at gera, at Rás 2 millum annað eisini kann hoyrast í Vágum og á Sandoynni.

- Vit hava fingið øll loyvi til vega, og pengar eru eisini funnir til sendarar, so vit vóna, at vit fáa sett sendararnar upp einaferð í heyst, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.


Vilja røkka fleiri

Í løtuni sendir Rás 2 til høvuðsstaðarøki, stóran part av Eysturoynni og til Klaksvíkar.

- Vit meta, at vit røkka út til tveir triðingar av føroyingum í løtuni, men vit vilja gjarna røkka enn longur, sigur Petur Jacobsen.

Umfamt sendaran í høvuðsstaðnum, hevur Rás 2 eisini ein sendara á Brúnaskarði. Hendan sendaran hevur Norðoya Sparikassi goldið, og Sosialurin hevur skilt, at tað verða líknandi avtalur sum koma at gera, at Rás 2 fer at fáa sendara á Støðlafjall og Sornfelli eisini.

Rás 2 sendir í løtuni á 102 og 107 MZh, men frekvensirnir til nýggju sendararnar eru longu fingnir til vega.