Býráðspolitikarar leypa fram av

Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at býráðspolitikarar í Havn og á Tvøroyri lupu fram av, tá teir kravdu fleiri upplýsingar um ætlaninar hjá Kommunusamskipanini viðvíkjandi SEV

Tað kom øði í grindina, tá Dagur og vika fríggjakvøldið hevði eitt innslag um, at Kommunusamskipanin - tað er felagið hjá stóru kommunum í landinum - var farið at kanna framtíðarmøguleikarnar hjá SEV.

Bæði í Havn og á Tvøroyri vildu býráðslimir hava meira at vita um hesar ætlanir, og eyka býráðsfundir vórðu settir á skránna.

- Hetta er politikkur og journalistikkur, tá hann er minst gjøgnumarbeiddur. Tað eru ongar ætlanir um at broyta SEV, men starvsnevndin í Kommunusamskipanini skal kanna, hvussu kommunurnar og brúkarin í framtíðini fáa sum mest burtur úr felagnum, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.


Líkist ongum

- Hatta var sum at servera ein flúgvandi tallerk, tí tað er einki ítøkiligt í málinum. Býráðsformenninir hava bara biðið starvsnevndina hugt eitt sindur eftir SEV. Tað liggur einki ítøkiligt á borðinum.

Tað eru kommunurnar, sum eiga SEV, og tí heldur borgarstjórin í Klaksvík, at tað er upplagt, at Kommunusamskipanin fer at kanna SEV fyri at vita, hvussu tað fæst sum mest burtur úr felagnum.

- Tað líkist ongum, at býráðsformenninir ikki kunnu biða umsitingina kanna eitt mál, uttan fylgjurnar skulu verða sum tær vóru í Havn og á Tvøroyri, heldur Jógvan við Keldu.