Óli sá reytt í Aalborg

AGF var undirmannað síðstu sjey minuttirnar, tá teir vóru óhepnir og taptu fyri fimtu ferð á rað

Lagið í AGF og í Århus er einki serligt. Fíggjarliga støðan er út av lagi vánalig, og inntil ífyrrakvøldið bendi einki á, at nakar av álvara ætlaði at gera nakra roynd at venda gongdini. Seint í fyrrakvøldið settu teir ein nýggjan stjóra. Hann er el? installatørur, og so er spurningurin, um hann fer at megna at varðveita fatningin og fáa ffelagið og liðið í stødið!

Óli Johannesen var ímillum teir fyrstu ellivu í Aalborg. Hann var ytstur í høgra verjuborði. Í 32. minutti fekk Óli gult kort, og í 83. minutti fekk hann aftur gult kort og royndi tískil fyri fyrstu ferð í superliguni at verða sendur av vøllinum. Seinna gula kortið stóðst av, at Óli misti bóltin og tók um miðjuna á manninum, sum tók bóltin av honum.

AGF var sera óheppið at tapa ímóti AaB. Áðrenn nakað mál kom, hevði Bo Nielsen tvær ferðir fingið bóltin í netið aftanfyri AaB málverjan, men báðu ferðirnar varð kolldømt fyri rangstøðu.

AGF hevði yvirvág, men Søren Frederiksen stútaði tvær ferðir í AGF málið, og so hjálpti tað einki, at Bo Nielsen eftir fyrra AaB málið megnaði at javna til 1?1.