betri hjá uppsøgdum tænastumanni at leita sær í privatu vinnuna. Tænastumenn Øssur Midjord, formaður í Tænastumannafelagnum, vil ikki gera viðmerkingar í sambandi við uppsøgnina av landsverkfrøðinginum [...] upp á 11.600 krónur um mánaðin. Fer hann í privatu vinnuna at arbeiða, fær hann eftirlønina oman á vanligu arbeiðslønina. Fer ein tænastumaður hinvegin aftur í alment starv, so verður eftirlønin mótroknað [...] til semju í málinum um landsverkfrøðingin. Greitt er tað tó, at mytan um, at ein tænastumaður er starvsettur fyri lívið, heldur ikki longur. Hinvegin er tað dýrt at siga tænastumann úr starvi. Í Tinganesi
hann í mong ár var høvuðskassameistari. Seinastu árini hevur hann verið marknaðarleiðari Sparikassans, umfram at hann hevur røkt mong onnur álitisstørv. Eitt nú er hann formaður í kirkjuráðnuim í Tórshavnar [...] . Per fór í læru í Sparikassanum 2. januar í 1964 18 ára gamal, og hevur hann hesi 35 árini verið gjøgnum alt virksemið Sparikassans. Hann er ein av teimum fáu, sum hava starvast so leingi í Sparikassanum
nasagluggunum stóð formaður tjóðveldisfloksins Heini O Heinesen fram og segði, at hetta fór flokkur hansara ikki at lata sær lynda, og flest øll væntaðu, at alt ikki slapp aftur við borðinum í hesum máli. Hesin [...] Hesin maður meinti tað, hann segði. Somuleiðis royndi formaður sjálvstýrisfloksins á tingi Sámal Petur í Grund at sleppa sær upp á yvirskriftirnar, tá hann boðaði frá, at Finnbogi Arge skuldi steðgast. [...] fyri fult, tí neyvan nakar annar hevur markerað seg sum almennur bøðil sum hesin. Í sjónvarpssendingini Dagur og Vika í gjárkvøldið sóu vit somu menn saman við øllum hinum koma út av samgongufundi sum flongdir
uppskotið til Føroya reiðarafelag/ Felagið Rækjuskip í summar og taka sum givið, at limirnir í felagnum Rækjuskip hava lisið uppskotið. At limirnir í felagnum Rækjuskip, ikki hava svara uppá uppskotið, [...] nýhugsan kunnu vit so altíð kjakast um. Føroyska samfelagið rindar Formaðurin í felagnum Rækjuskip nevnir, at føroyska samfelagið rindar í dýrum dómum fyri at klekja maskinmeistarar. Tað er rætt at samfelagið [...] óseriøsur. Tá leggur formaðurin í felagnum Rækjuskip upp til, at stavnsbinda hesar maskinmeistarar. Vit skriva hóast alt ár 1999 og ikki ár 1899. Manningarskjalið Formaðurin í felagnum Rækjuskip vil hava eins
Tí harmar tað meg persónliga, at hann nú verður gjørdur til miðdepil í einum roki, har alt tykist verða vavt saman í ein ellibita. Rættartrygd og álit Kortini er uppgávan sum politikari at halda tey ymisku [...] sagt nakað um ta politisku ósemjuna í samgonguni. Tí eg haldi vit nú hava fingið eina semju, ið greitt setur upp, hvat hetta málið snýr seg um, og hvussu farast skal fram í hesum ítøkiliga máli og øðrum slíkum [...] sær í ótryggleika til tess at forkoma skilagóðum politiskum ætlanum. Og tá teir enntá ? uttan ein einasta kritiskan mótspurning ? fáa fría mikrofon og teigapláss at mistulka ta semju, sum er gjørd í samgonguni
oljufelagið Dong við í teimum lisensunum, sum eru latnir í Grønalndi. Men við at keypa seg inn í Nunaoil hevur felagið tryggjað sær luttøku í øllum framtíðar lisensum í Grønlandi. Orsøkin til at Dong hevur [...] áttu 50% hvør í Nunaoil, sum er við í báðum lisensunum, ið eru latnir út við Grønland. Eftir at staturin hevur selt sín part í Nunaoil til Dong verða uppgávurnar hjá felagnum eisini broyttar. Í framtíðini [...] donsku luttøkuni í leiting eftir olju og gassi við Grønland. Høvuðsskrivstovan hjá Nunaoil, sum higartil hevur ligið í Keypmannhavn, flytur í byrjanini av hesum árinum til Grønlands. Í dag er danska oljufelagið
til í summar fara átta fólk, sum býráðsformaðurin í Havn hevur valt, at orða eitt álit um, hvør politikkur skal rekast á mentunarøkinum í Tórshavnar kommunu. - Eins væl og tað hevur verið saknur í álitum [...] at hoyra allar partar í mentunarlívinum í Tórshavnar kommunu. - Ítróttin og trúarlívið eru ikki partur av arbeiðinum hjá bólkinum, tó so at limir í arbeiðsbólkinum hava innlit í hesi viðurskifti og kunnu [...] er neyðugt at draga hesar partar meiri inn í álitið, er tað í lagi. Tankin aftan fyri tiltakið er fyrst og fremst tað vit vanliga meta sum mentan. - Mentanin í Føroyum hevur ikki havt tær allarbestu umstøðurnar
met í politiskum skilaloysi og politskum ódugnaskapi. Men eru tit í samgonguni og serliga tit í Tjóðsveldisflokkinum so væl nøgdir, at tit kalla semjuna søguliga, so skulu vit ikki órógva tykkum í tí. [...] mann. Ivist nú í, hvussu stórur uggi er í tí. Er andstøðan tykkara veruligi trupulleiki? So vóru tað høggini eftir Javnaðarflokkinum og mær. Høgni Hoydal leggur okkum undir at dusa okkum í ótryggleika fyri [...] Hoydal eisini nevnir bygnaðarbroytingarnar í umsitingini, so kemur hann inn á kjarnina í mínum atfinningum. Tá Javnaðarflokkurin ikki kundi vera við longur m.a. í málinum um bygnaðarbroytingar, so takkaði
redaktiónellum sáttmálaspurningum. Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, helt seg ikki kunna siga stórvegis í gjár um gongdina, annað enn, at enn vóru tey stóru málini ikki til viðgerðar. Tað [...] Jacobsen helt eftir døgurða í gjár lagið framvegis vera gott á monnum, og hann segði, at í øll árini, hann hevði verið við til samráðingar, so mundi hava eydnast at funnið eina loysn í 9 av 10 førum, so hann [...] sáttmálin var settur at ganga út á miðnátt í gjár, so tóktist ikki, sum nakar roknaði ið verkfalli júst tá. Lagið var sum heild gott og nakað eftir døgurða í gjár varð enn arbeitt partana millum við r
Í einum aftursvari til undirritaða, nevnir formaður javnaðarfloksins, at júst hesar bygnaðarbroytingar vóru orsøkin til, at Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni í 1996, og at hetta var eitt konsekvent politisk [...] bygnað í fyrisitingini sum heild. Tað er eftir mínum tykki skilabetri, enn at fara útum at finnast at, tá alt longu er hent og sett í verk. Norman syndabukkur Trupulleikin við bygnaðarbroytingunum í miðf [...] viðganga, at eg havi verið uppi í kórinum. Og tað er ov bíligt. Niðurbrótandi avleiðingar Avleiðingarnar eru týðiligar: Í fyrsta lagi er tað niðurbrótandi fyri fólkini, sum starvast í almennu fyrisitingini, at