Jóannes Eidesgaard: Aftursvar til Høgna Hoydal.

Í farnu viku hevði landsstýrismaðurin og varaløgmaður Høgni Hoydal grein í Sosialinum, sum bar heitið "At dusa sær í ótryggleikanum". Størri parturin av greinini er ein roynd frá varaløgmanni at greiða okkum og øðrum frá, hvussu góð semjan er, sum gjørd er viðvíkjandi ætlaðu samanleggingini av Strandfaraskipum Landsins og Landsverkfrøðingsstovninum. Men so eru nøkur høgg eftir andstøðuni og serliga eftir Javnaðarflokkinum og eftir mær. Aftursvar mítt skal snúgva seg um henda partin og so nøkur fá orð um hesa søguligu semju, sum varaløgmaður kallar hana.

Verjurøðan hjá Høgna Hoydal


Lat meg taka tað síðsta fyrst. Tað er møguliga rætt, tá Høgni Hoydal kallar semjuna, sum gjørd er um hesar bygnaðarbroytingar, fyri søguliga. Men eg fari tó at loyva mær at ivast í, um søgumenn fara at kalla hana søguliga í orðsins rætta týdningi. Men hon er tó rættiliga søgulig, tá tað snýr seg um, hvussu sterkan manngarð, samgongan hevur sligið um Finnboga Arge, sum um høgtíðina setti met í politiskum skilaloysi og politskum ódugnaskapi.


Men eru tit í samgonguni og serliga tit í Tjóðsveldisflokkinum so væl nøgdir, at tit kalla semjuna søguliga, so skulu vit ikki órógva tykkum í tí.


Ætlanin var ein samanlegging og ein rationalisering, har skattgjaldarans peningur skuldi brúkast meira skynsamt. Úrslitið var, at fyribils er eingin samanlegging framd, men skattgjaldarin skal nú gjalda eina góða millión krónur eyka til ein koyrdan landsverkfrøðing umframt tað, sum ein nýggjur fyribilssettur landsverkfrøðingur fer at kosta.


Málið var sparing ? úrslitið var ein dýrking. Málið var samanlegging ? úrslitið var ein koyrdan landsverkfrøðingur.


Tað er møguligt, at Høgni Hoydal og hansara samgongufelagar kenna seg sum sigursharrar í hesum málinum, men tapararnir eru skattgjaldararnir og Henning Jacobsen, sum tó nú kann ugga seg við, at Høgni Hoydal hevur kent hann í uppvøkstrinum sum ein skilamann og ein fryntligan mann. Ivist nú í, hvussu stórur uggi er í tí.



Er andstøðan tykkara veruligi trupulleiki?


So vóru tað høggini eftir Javnaðarflokkinum og mær. Høgni Hoydal leggur okkum undir at dusa okkum í ótryggleika fyri at forkoma skilagóðum politiskum ætlanum. Og so fáa hansara fyrrverandi starvsfelagar eisini eitt høgg fyri at geva okkum fríar mikrofonir og ov nógv teigapláss og fyri ikki at seta okkum kritiskar spurningar.


Eg havi hvørki dusa mær í ótryggleika ella havi brúkt persónligar sorgarleikir til politiskan løtuvinning. Tvørturímóti. Og tað veit Høgni Hoydal eins væl og alt Føroya fólk. Starvsfólk á LV hava neyvan ligið í andvekri av okkara ávum, men tað má heldur vera samgongan og Finnbogi Arge, sum hava givið teimum marruna.


Andstøðan kann ikki forkoma hvørki skilagóðum ella høpisleysum politiskum ætlanum hjá samgonguni, tí tit sita við maktinum og valdinum. Tíverri.


Og tíni høgg til pressuna, tað fer pressan uttan iva sjálv at svara aftur uppá.


Síðan tekur landsstýrismaðurin okkara stjórnarskeið fram og sigur, at tá vóru størri politisk rokmál á skránni. Og rætt hevur hann í tí. Vit sótu frá januar 1991 til juni 1996, og tað er tað mest turbulenta politiska tíðarskeiðið, føroyingar vita um. Tað er rætt, at tað vóru nógv rokmál, men tað er eisini rætt, at tá vóru verulig politisk ódnartøk tikin fyri at halda skinnið á nøsini. Hetta málið, sum tit sita við nú, er ein píningur í mun til ta tíðina.


Men vit gjørdu tað ikki einsamallir men í semjum við aðrar flokkar, eisini við Tjóðveldisflokkin.


Lat ikki politiska ørkymlan káma søguligar veruleikar.


Tá ið so Høgni Hoydal eisini nevnir bygnaðarbroytingarnar í umsitingini, so kemur hann inn á kjarnina í mínum atfinningum.


Tá Javnaðarflokkurin ikki kundi vera við longur m.a. í málinum um bygnaðarbroytingar, so takkaði hann fyri seg og fór. Vit royndu tað, sum vit kundu í samgongu, og tá tað ikki gekk, so var bert ein vegur, og tað var at fara, og tað gjørdu vit.


Vit vóru konsekventir.



Hetta sigur og ger Tjóðveldisflokkurin.


Men hvat sigur Tjóðveldisflokkurin í dag?


Lat meg siterað formann floksins. Fyri tað fyrsta sigur Heini O Heinesen (sitat): "Arbeiðið, sum nú fer fram í samgonguni er ikki annað en framhald av tí, sum Edmund Joensen ikki hevði stundir at seta í verk. Í so máta eri eg sera vónbrotin av úrslitinum hjá hesi samgongu" Her sigur formaðurin fyri størtsta samgonguflokk, at hann er vónbrotin av politikkinum.


Síðan sigur sami formaður (sitat): "Tað skerst ikki burtur, at fullveldið er eitt mál, sum Tjóðveldisflokkurin setir høgt. Og seta vit okkum uttanfyri, missa vit alla ávirkan, tí aðrir flokkar í tinginum hava onki at bjóða tann vegin".


Tjóðveldisflokkurin staðfestir, at hann er vónbrotin av rikna politikkinum, men sigur síðan, at flokkurin vil lata Fólkaflokkin ótarnaðan reka henda politikkin, tí teir hava eitt mál. V.ø.o. sleppur Fólkaflokkurin at hoyggja samfelagið til eftir teirra høvdið, meðan tjóðveldismenn einki siga, tí teirra mál er fullveldið og einki annað.


Tað er rætt, at hetta havi eg sett hart upp, og tað er neyðugt. Hvønn einasta dag síggja vit hógvarnar hjá Fólkaflokkinum stinga undan í dagsins politikki, men Tjóðveldisflokkurin vil ikki forða hesum, tí so missa teir fullveldisætlanina á gólvið. Tað er bart út sagt ábyrgdaleyst av Tjóðveldisflokkinum ikki at geva Fólkaflokkinum mótstøðu í teirra høgrvend av samfelagnum. Eg fái ikki sagt tað øðrvísi, men soleiðis meini eg tað og mong við mær. Vit ræðast.


Sleppur Fólkaflokkurin ótarnaður restina av valskeiðinum at reka reindyrkaðan fólkaflokspolitikk, so verður ikki nógv eftir til fullveldið. Og um so Fólkaflokkurin eisini í seinasta enda stingur Tjóðveldisflokkin í bakið við fullveldinum, hvat siga tit so?


Hetta er kanska ein vælmeint ávaring.




Jóannes Eidesgaard

løgtingsmaður