Fullveldisprísurin er politiskt avlamni

Fólkaflokkurin kann nú óræddur taka næsta borgarliga stigið. Teir kunnu óræddir og ótarnaðir halda fram á privatiseringkósini. Um teir so privatisera Føroya Banka, Føroya Tele ella strandfaraskipini, so ger tjóðveldisflokkurin teimum ikki ónáðir. Teir góðtaka alt, so leingi teir sleppa at dusa sær við fullveldinum. Høgra kreftirnar hava nú óavmarkaðar møguleikar, sigur Jóannes Eidesgaard m. a.:

Jólafriðurin var bert órógvaður av, at uppøstir samgongumenn søgdu seg ikki kunnu góðtaka ta avgerð, sum Finnbogi Arge, landsstýrismaður hevði tikið um viðurskiftuni hjá Strandfaraskipum Landsins og Landsverkfrøðinginum. Og als ikki kundu hesir grummu samgongumenn góðtaka, at landsverkfrøðingurin Henning Jacobsen var koyrdur úr starvi.

Og vit vóru ivaleyst mong, sum tóku undir við hesum uppøstu samgongumonnum.

Við neistaroki úr nasagluggunum stóð formaður tjóðveldisfloksins Heini O Heinesen fram og segði, at hetta fór flokkur hansara ikki at lata sær lynda, og flest øll væntaðu, at alt ikki slapp aftur við borðinum í hesum máli. Hesin maður meinti tað, hann segði.

Somuleiðis royndi formaður sjálvstýrisfloksins á tingi Sámal Petur í Grund at sleppa sær upp á yvirskriftirnar, tá hann boðaði frá, at Finnbogi Arge skuldi steðgast.

Tó vóru vit fleiri, sum høvdu trupult við at taka sjálvstýrismannin fyri fult, tí neyvan nakar annar hevur markerað seg sum almennur bøðil sum hesin.

Í sjónvarpssendingini Dagur og Vika í gjárkvøldið sóu vit somu menn saman við øllum hinum koma út av samgongufundi sum flongdir hundar við halanum millum beinini. Teir vóru rætt og slætt bukaðir upp á pláss av hørðu fólkaflokskjarnini í samgonguni.

Gaman í, Finnbogi Arge hevði fingið eina nøs, men hugdi tú eftir monnunum, so sást tú, at tað vóru fleiri, sum við teirra politisku ómegd høvdu longri næsar enn landsstýrismaðurin.

Høvdingurin í Tjóðveldisflokkinum sum ein bukaður hundur, sum nú hevði lovað at skikka sær væl, og formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum smílandi, sum tá teppið fellur aftan á ein einmans sjónleik.

Finnbogi Arge hin vegin hevur staðið sína manndómsroynd í fólkaflokkinum. Hetta var hansara politiski elddópur. Hends politiska vendikápan skuldi jú yvir fyri sínum politisku adoptivforeldrum prógvað, at eisini hann nú dugur. At hann hevur livað upp til tað, sum sjefideologarnir í fólkaflokkinum væntaðu sær av honum.

Vinnarin er Finnbogi Arge, og taparararnir eru umframt Henning Jacobsen og starvsfólkini á LV, so Heini O Heinesen og tjóðveldisflokkurin. Tey fyrru høvdu einki val, men tjóðveldisflokkurin og Heini O Heinesen høvdu valið, men valdu einki at gera.

Í blaðsamrøðu hevur Heini O Heinesen sagt, at talan bleiv ikki um samgonguslit, tí teir vildu ikki missa ávirkan, tí teir høvdu jú teirra heilaga mál um fullveldi. Og júst hetta var tað, sum vit spáddu, tá vit fingu hesa samgongu. Tjóðveldismenn fóru at sita í sandkassanum og spæla fullveldi, meðan fólkaflokkurin ótarnaður slapp at hoyggja alt samfelaið til eftir teirra borgarligu premissum.

Í slíkari støðu kann ráðharraábyrgdin gerast vandamikil. Avgerðirnar verða ikki longur tiknar av samlaði landsstýrinum, men av einstøku landsstýrismonnunum. Og megnar løgmaður so ikki at samskipa arbeiðið, ella velur hann bert at lata standa til, so fáa vit slíkar støður sum hesar, har landsstýrismaðurin fær óavmarkað vald. Samgongan og í seinasta enda løgtingið seta markið fyri hesum. Men í dag verða eingi mørk sett. Alt verður góðtikið.

Fólkaflokkurin kann nú óræddur taka næsta borgarliga stigið. Teir kunnu óræddir og ótarnaðir halda fram á privatiseringkósini. Um teir so privatisera Føroya Banka, Føroya Tele ella strandfaraskipini, so ger tjóðveldisflokkurin teimum ikki ónáðir. Teir góðtaka alt, so leingi teir sleppa at dusa sær við fullveldinum. Høgra kreftirnar hava nú óavmarkaðar møguleikar.

Men hvat um tjóðveldismenn eisini í seinasta enda verða snýttir við fullveldinum - av fólkinum, av andstøðuni og av fólkaflokkinum?

Tá hevur fólkaflokkurin fingið meira enn í posa og sekk.



Jóannes Eidesgaard