Dong meiri týðandi leiklut í oljuleit- ingini við Grønland

Danska oljufelagið DONG, sum er millum feløgini, ið hava stóran áhuga fyri oljuleiting við Føroyar, keypti herfyri almenna danska partapeningin í dansk-grønlendska oljufelagnum Nunaoil og kemur harvið at fáa ein uppaftur størri leiklut í leitingini eftir olju við Grønland.

Higartil hava grønlendska heimastýrið og danski staturin áttu 50% hvør í Nunaoil, sum er við í báðum lisensunum, ið eru latnir út við Grønland. Eftir at staturin hevur selt sín part í Nunaoil til Dong verða uppgávurnar hjá felagnum eisini broyttar. Í framtíðini skal felagið burturav taka sær av olju og nátúrgasuppgávum, meðan virksemi í sambandi við leiting eftir minelarum á landi, sum higartil hevur verið partur av arbeiðinum hjá Nunaoil, nú kemur at liggja í einum nýggjum felag, sum grønlendska heimastýrið eigur burturav.

Í sambandi við umleggingina hevur Nunaoil eisini fingið nýggja nevnd. Formaður er Kaj Kleist frá grønlendska heimastýrinum. Millum nevndarlimirnar er so eisini Søren Gath Hansen, stjóri í Dong, og ein av teimum, sum hevur nógv við virksemi hjá Dong í Føroyum at gera. Nunaoil fær so eisini nýggja fyri sitingarligan stjóra. Tað er Hans Duus Jørgensen. Nunaoil tekur sær av tí almenna donsku luttøkuni í leiting eftir olju og gassi við Grønland.

Høvuðsskrivstovan hjá Nunaoil, sum higartil hevur ligið í Keypmannhavn, flytur í byrjanini av hesum árinum til Grønlands.

Í dag er danska oljufelagið Dong við í teimum lisensunum, sum eru latnir í Grønalndi. Men við at keypa seg inn í Nunaoil hevur felagið tryggjað sær luttøku í øllum framtíðar lisensum í Grønlandi.

Orsøkin til at Dong hevur yvirtikið partapeningin í Nunaoil er tann, at danski staturin sær fegin, at danska virksemi í oljuleitingini við Grønlandi er í einum felag.

Stjórin í Dong, Søren Gath Hansen sigur við Dong Magasinet, at tað er ein spennandi avbjóðing at vera við til at menna leitingarvirksemið í Grønlandi í samstarvi við Heimastýrið. Hann er fegin um, at grønlendska heimastýrið hevur ynskt, at Dong kann vera partnari í samstarvinum.

Ein av uppgávunum hjá Dong verður at marknaðarføra Grønland sum eitt áhugavert framtíðar leitiøki.

Dong hevur eisini stóran áhuga í føroyska økinum. Saman við Amerada Hess, Lasmo og Norsk Hydro hevur Dong sett á stovn skrivstovu í Havn undir felags heitinum ?The Faroes Partnership?.