Í einum aftursvari til undirritaða, nevnir formaður javnaðarfloksins, at júst hesar bygnaðarbroytingar vóru orsøkin til, at Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni í 1996, og at hetta var eitt konsekvent politisk stig.
Eg eri als ikki samdur í hesi útlegging. Bygnaðarbroytingarnar vóru longu settar í verk, tá Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni. Meira enn ein hálv millión krónur eru brúktar av skattaborgarans peningi til eina drúgva kanning, sum staðfesti, at táverandi landsstýrið og eisini táverandi fíggjarmálaráðharri, høvdu tikið undir við bygnaðarbroytingunum. Síðani er onki gjørt við hetta mál politiskt.
Men lat tað nú fara. Týdningarmiklari er tað, at samgongan nú hevur gjørt semju um at viðgera hesar bygnaðarbroytingar politiskt og at gera uppskot til ein framtíðar bygnað í fyrisitingini sum heild. Tað er eftir mínum tykki skilabetri, enn at fara útum at finnast at, tá alt longu er hent og sett í verk.
Norman syndabukkur
Trupulleikin við bygnaðarbroytingunum í miðfyrisitingini var júst tann, at tær fingu ongantíð nakra politiska viðgerð. Ongi ynski og krøv vórðu sett Finni Norman Christensen. Hann noyddist rætt og slætt bara at gera eitt uppskot eftir teirri skipan, hann kendi úr Danmark. Ongin álegði honum heldur at viðgera okkara egnu royndir, ella at hyggja at skipanum, sum aðrar smátjóðir nýta í fyrisitingini.
Finn Norman Christensen er tí órættvíst gjørdur til syndabukk. Úr flestu flokkum er tað nærum vorðið siðvenja at finnast at hesi skipan, sum ber hansara navn ? uttan at vísa á nakað alternativ. Sjálvur má eg eisini viðganga, at eg havi verið uppi í kórinum. Og tað er ov bíligt.
Niðurbrótandi
avleiðingar
Avleiðingarnar eru týðiligar: Í fyrsta lagi er tað niðurbrótandi fyri fólkini, sum starvast í almennu fyrisitingini, at stútt og støðugt verður funnist at teirra arbeiði. Tey arbeiða innan ta skipan, sum politikararnir hava sett í verk og tey vilja øll gera sítt ítarsta fyri at skapa nakað nýtt og haldgott. Her liggja stór framtíðarvirðir fyri okkara land, ið vit sum politikarar eiga at virðismeta og motivera, heldur enn at køva í politiskum kegli.
Í øðrum lagi tykist tað alt meira torført hjá okkum politikarum at viðgera bygnaðin og fyrisitingina, jú longri tíð gongur. Tá ein bygnaður fyrst er kjølfestur, er tað torført at broyta hann innanífrá og tað krevur stóra orku at gjøgnumskoða hann uttanífrá.
Ikki endurtaka mistøk
Tað sum vit eiga et gera nú, er ikki at leita fram ein nýggjan einstakan persón, sum einsamallur aftur skal koma við kollveltandi broytingum. Vit eiga heldur at seta ein bólk av fólki við ymsum fyrisitingarligum royndum ? bæði úr almennum og privatum høpi ? at gjøgnumganga royndirnar í almennu fyrisitingini síðani Heimastýrislógina og serliga síðani nýggju stýrisskipanarlógina. Men fyrst eiga vit politiskt at stinga út í kortið, hvat vit ynskja og hvørji krøv vit eiga at seta almennu fyrisitingini.
Vit hava eitt upplagt høvi at gera hetta í sambandi við viðgerðina av kommunuálitinum og einum nýggjum uppgávubýti millum land og kommunur.
Fyribils skjóti eg upp, at vit politiskt skulu miða eftir hesum ynskjum og krøvum til fyrisitingina:
1. Tænastur og ábyrgd hjá kommunum
Almennar tænastur til borgararnar (barnaansing, fólkaskúli, eldrarøkt, forsorg, kommunulæknar, mentanartilboð o.s.fr.) og málsviðgerð av hesum, sum hava beinleiðis samband til einstaka borgaran, skal í størst møguligan mun liggja hjá kommunum ? næst borgarunum.
2. Krøv til miðfyrisiting
?Miðfyrisitingin skal tryggja løgmanni og landsstýrismonnum at teir kunnu røkja sína politisku og fyrisitingarligu ábyrgd. Hon skal tryggja greiðar reglur og siðvenjur fyri lógar- og reglusmíði, málsviðgerð og fyri upplýsing til borgararnar.
?Miðfyrisitingin skal tryggja greiða lóggávu og reglur fyri allar almennar stovnar
?Miðfyrisitingin hava eftirlit við og tryggja eitt minsta felags støði kring landið fyri málsøkini hjá kommunum, og tryggja øllum borgarum síni grundleggjandi rættindi.
?Miðfyrisitingin skal savna vitan, men samstundis spjaða vitan og royndir. Hon skal samskipa og ganga á odda fyri at tryggja tænastustøðið og eina góða fyrisitingarmentan kring alt landið. Starvsfólk skulu hava eina útbúgvingarskipan, har tey starvast ymsastaðni bæði í landsfyrisiting og kommunu-umsiting.
?Miðfyrisitingin skal ikki byggja múrar upp millum ymsu málsøkini, men hinvegin miða eftir at bróta múrarnar niður. Hvussu uppgávur kunnu loysast millum stýrir og/ella deildir og hvussu ein felags fyrisitingarmentan kann skapast, eigur at verða ein høvuðssetningur.
?Miðfyrisitingin skal tryggja samstarv og samskifti við útheimin og við privatu vinnuna. Hon skal hava orku til framtíðararbeiði og at leggja langtíðarætlanir.
Stýrisskipan og felags ábyrgd
Greitt er, at nýggja stýrisskipanarlógin við ráðharraábyrgd hjá hvørjum einstøkum landsstýrismanni, setir serlig krøv til landsfyrisitingina. Royndirnar higartil benda á, at vansin hevur verið eitt minni samstarv millum stýrini, og at hvørt stýri røkir grundleggjandi uppgávur, sum kundu verið loystar í felag.
Spurningurin er, um vit ikki kutaðu alt tað kollegiala burtur ov skjótt. Vit áttu at viðgjørt, hvørjar felags avgerðir, landsstýrið eigur at taka ? tildømis í størri uttanríkispolitiskum málum og júst í spurningum um almennan bygnað og kommunubygnað. At endurskoða hetta og givið landsstýrinum felags ábyrgd aftur á summum økjum, hevði samstundis sett natúrlig krøv til felags starvsøkir í miðfyrisitingini.
Hetta er eitt evni, sum grundlógarnevndin sjálvsagt eigur at viðgera í síni heild.
Men týdningarmikið er, at vit longu nú fara at seta ein politiska kós, so vit fáa greiðar linjur og tryggleika hjá leiðarum og starvsfólkum í almennu fyristingini.
Høgni Hoydal
landsst&yacu