Niclas Johannesen
Tað kostar landskassanum dýrt at siga landsverkfrøðingin úr starvi. Komandi trý árini fær landsverkfrøðingurin 36.973 krónur um mánaðin ? hetta er 443.676 krónur um árið og samlaða lønarrokningin til uppsagda tænastumannin verður sostatt tilsamans stívliga 1,3 milliónir krónur, ið landskassin skal rinda landsverkfrøðinginum.
Oman á tað hevur ein uppsagdur tænastumaður eisini rætt til eftirløn restina av lívinum. Henning Jacobsen hevur starvast 13 ár hjá landsverkfrøðinginum og hetta gevur honum rætt til eina eftirløn upp á 11.600 krónur um mánaðin.
Fer hann í privatu vinnuna at arbeiða, fær hann eftirlønina oman á vanligu arbeiðslønina. Fer ein tænastumaður hinvegin aftur í alment starv, so verður eftirlønin mótroknað vanligu lønini. So fíggjarliga loysir tað seg betri hjá uppsøgdum tænastumanni at leita sær í privatu vinnuna.
Tænastumenn
Øssur Midjord, formaður í Tænastumannafelagnum, vil ikki gera viðmerkingar í sambandi við uppsøgnina av landsverkfrøðinginum. Hann váttar tó, at Tænastumannafelagið og landsstýrið enn ikki eru komin fram til semju í málinum um landsverkfrøðingin.
Greitt er tað tó, at mytan um, at ein tænastumaður er starvsettur fyri lívið, heldur ikki longur. Hinvegin er tað dýrt at siga tænastumann úr starvi.
Í Tinganesi verður sagt úr Vinnumálastýrinum, at gingið hevur verið slaviskt eftir Tænastumannalógini, nú landsverkfrøðingurin er sagdur úr starvi. Hevði uppsøgnin verið grundgivin við orðum so sum ódugnaskapi ella tvørrandi samstarvsvilja, so hevði landsverkfrøðingur bert havt rætt til tríggjar mánaðar við løn. Men hetta hevur ikki verið galdandi. Grundgeving er, at starvið skal niðurleggjast í sambandi við samanleggingina millum SL og LVF.
Tískil hevur landsverkfrøðingurin eisini rætt til eitt sokallaða hoyringstíðarskeið, tí tú kanst nevniliga ikki siga ein tænastumann úr starvi, uttan at hesin er hoyrdur. Haraftrat hevur hann rætt til tríggjar mánaðar uppsagnartíð.
Hvussu hetta verður loyst í praksis er millum annað tað, Tænastumannafelagið og landsstýrið togast um í løtuni.










