Okkum tørvar eitt brúkiligt amboð

- Vit vilja fegin síggja eitt uppskot um, hvussu vit eiga at fara fram á mentunarøkinum. Í álitinum skulu vera niðurstøður, tilráðingar og uppskot um mannagongdir, sum skulu vera galdandi á økinum. Og tað er væl hugsandi, at tað verður játtað meiri til mentanina í fíggjarlógini fyri næsta ár, sigur Leivur Hansen í sambandi við, at Tórshavnar býráð hevur sett ein arbeiðsbólk at orða eitt álit um, hvønn politikk býráðið skal reka á mentunarøkinum.

Fram til í summar fara átta fólk, sum býráðsformaðurin í Havn hevur valt, at orða eitt álit um, hvør politikkur skal rekast á mentunarøkinum í Tórshavnar kommunu.

- Eins væl og tað hevur verið saknur í álitum um barnaøkið, eldraøkið og onnur øki hava vit saknað eitt álit á mentunarøkinum. Okkum vantar eitt brúkiligt amboð at hava til taks. Við álitinum er ætlanin at fáa fram, hvørji ynski eru á økinum, hvat kommunan kann gera, hvussu hon kann fremja tilráðingar og yvir hvussu langa tíð. Sostatt skal álitið vera ein langtíðarætlan á mentunarøkinum, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

Í arbeiðsbólkinum sita fólk sum so ella so hava innlit og vitan á mentunarøkinum. Men fyri at fáa eitt so fjølbroytt og munagott álit sum til ber hevur bólkurin fingið til uppgávu at hoyra allar partar í mentunarlívinum í Tórshavnar kommunu.

- Ítróttin og trúarlívið eru ikki partur av arbeiðinum hjá bólkinum, tó so at limir í arbeiðsbólkinum hava innlit í hesi viðurskifti og kunnu skifta orð um tey. Metir arbeiðsbólkurin, at tað er neyðugt at draga hesar partar meiri inn í álitið, er tað í lagi. Tankin aftan fyri tiltakið er fyrst og fremst tað vit vanliga meta sum mentan.

- Mentanin í Føroyum hevur ikki havt tær allarbestu umstøðurnar og korini at virka undir, so langt frá. Hesin parturin, sum er ein týdningarmikil partur av okkara gerandisdegi, hevur ikki verið tikin í tí álvara, sum hann eigur. Okkara grannalond hava væl størri virðing fyri mentunarlívinum enn vit, sigur Leivur Hansen.


Undirtøka

Álitið skal vera grundarlag undir, hvør politikkur verður rikin, og skal sostatt umfata niðurstøður, tilráðingar og uppskot um mannagongdir, sum skulu vera galdandi á økinum. Hvussu nevndin fer til verka og hvør kósin skal haldast, stendur til nevndina at gera av.

- Vit vilja fegin síggja eitt uppskot um, hvussu vit eiga at fara fram á økinum. Síðani verður tað lagt fyri mentamálanevndina til víðari viðgerð. Hon skal so leggja málið fyri býráðið so vit fáa eitt kjak og síðani skulu vit samtykkja eina linju, sum vit skulu halda okkum til í framtíðini, sigur Leivur Hansen.

Í mentamálanevndini hevur verið full semja um átakið at orða eitt mentunarálit og býráðsformaðurin ivast ikki eina løtu í, at býráðslimirnir fara at taka undir við tí.

- Sum er eru vit noydd til at taka støðu mál til mál, og tað er ikki nóg gott.


Meiri pengar til mentan

Hvørji tilmæli og uppskot arbeiðsbólkurin kemur fram til vita vit ikki, men tað kann hugsast, at bólkurin fer at mæla býráðnum til, at játta meiri pengar til mentanina.

- Tað eigur at vera rúm á fíggjarlógini fyri at seta meiri pengar av til mentan. Vit eiga at seta pengar av til mentanina lutfalsliga í sama mun sum vit seta pengar av til onnur øki. Álitið kann tískil fáa týdning fyri, hvussu fíggjarlógin sær út næsta ár, sigur Leivur Hansen.

Arbeiðsbólkurin, sum varð settur fyri stuttari tíð síðani, skal eftir ætlan verða liðugur við álitið í summar. Tey, ið manna bólkin, eru Birgir Kruse, sum verður formaður, Napoleon Nólsoy, leiðari á Kvøld- og Ungdómsskúlanum og Musikkskúlanum, Bárður Jákupsson, stjóri á Listasavni Føroya, Elsa Jóhanna Høgenni fyri leiklistina, Gunnar Hoydal, formaður í Rithøvundafelagnum, Niels Nattestad fyri skúlarnar, Jógvan (Egga) Jensen fyri ítróttina, og Jákup Simonsen fyri mentamáladeildina. Hann verður samstundis millumlið millum arbeiðsbólkin og býráðið. Góðir karmar verða at arbeiða undir, tí Heinesenshús verður fundarstað hjá arbeiðsbólkinum.