Eirikur Lindenskov
Tey flestu munnu kenna Per úr Sparikassanum, har hann í mong ár var høvuðskassameistari. Seinastu árini hevur hann verið marknaðarleiðari Sparikassans, umfram at hann hevur røkt mong onnur álitisstørv. Eitt nú er hann formaður í kirkjuráðnuim í Tórshavnar Eystara prestagjaldi.
Per fór í læru í Sparikassanum 2. januar í 1964 18 ára gamal, og hevur hann hesi 35 árini verið gjøgnum alt virksemið Sparikassans.
Hann er ein av teimum fáu, sum hava starvast so leingi í Sparikassanum.