Sundalagsstevna verður um vikuskiftið, og byrjar hon við, at børnini seta sín dám á Sundalagið við einum stuttligum, larmandi og litríkum Barnakarnevali. Hetta er fimta árið á rað, at Barnakarnevalur [...] Homrum hevur bjóðað vælkomin, fara børn at framføra ymiskt á pallinum. Tónleikabólkurin OUN fer at seta sín dám á dagin. Gyklarin Ásbjørn kemur eisini til karneval og spennandi verður, um hann [...] og spennandi at vita, um teir hava funnið skattin í Saksun. Kaninin eitur Zophus, slangurnar HannHugo og HonHugo, stóra slangan eitur Freddy. Kaninin er í sjórænaraklæðum. – Sum nakað serligt
við landsstýrismannin í almannamálum spurt um hetta, men fáa sum svar, at hagtøl mangla til at kunna áseta eitt tílíkt minstamark. Vit hava sett ynski fram um at gera eina kanning av liviumstøðunum hjá [...] rokna sum fátækur. Eisini frættist, at Samtak hevur heitt á løgtingið um at áseta eitt tílíkt fátækramark, og tað er at fegnast um. Onnur lond, sum vit samanbera okkum við, hava eitt tílíkt minstamark [...] nakað við hetta mál, og tað er Landsfelagið fegið um. Fólkapensjónin er eisini umrødd í fjølmiðlunum í seinastuni, har pensjónistur heitir á myndugleikarnar um at regulera pensjóninina, nú alt gerst dýrari
nógvari orku hjá starvsfólkunum. Útrokningar vísa, at eitt djúpt liggisár kostar umleið 200.000 krónur um árið í viðgerð, samstundis sum hesi sár kundu og áttu at verið fyribyrgd. Í sambandi við temadagin høvdu [...] fyri eini »workshop«, ein framsýning, ið sýndi madrassur og sitipútur, ið lætta um og fyribyrgja. Eisini varð upplýst um framkomin viðgerðarevni. Bláæðrað beinsár, sum er mest vanliga slagið av sárum, [...] hildnir um at fyribyrgja og viðgera liggisár. Klinisk yvirsjúkrasystir, Susan Bermark, frá centrinum fyri sárgrøðing á Bispebjerg Hospital, helt fyrilestrarnar. Fyrireikararnir eru ógvuliga fegnir um góðu
Leivur Hansen. Klár til Oyggjaleikirnar Tórshavnar býráð hevur samtykt, at avseta eina millión krónur um árið í trý ár til eina rennibreyt í høvuðsstaðnum, men metti kostnaður av eini rennibreyt á Tórsvølli [...] sigur Leivur Hansen. Hann heldur, at nú má greiða fáast á, um rennibreytin skal gerast á Tórsvølli ella aðrastaðni, tí í hansara verð er eingin ivi um, at hon skal gerast. ? Vit hava boðið okkum fram at hýsa [...] at gera rennibreyt um vøllin, og tí tykist greiðasta loysnin í løtuni verða, at rennibreytin fær annað bústað enn Gundadal og Tórsvøll. Og nú skal býráðið í Havn taka støðu til, um tað skal halda fast
verður dúgliga fiskað á hvørjum árið. Hesir pakkarnir skulu sjálvandi eisini pakkast inn. Og tað taka eldri stuðlarnir sær av. Um veturin møtast hesi eitt ávíst kvøld um vikuna og pakka fleiri enn túsund [...] mongum. Og tað eru nógv í vilja vera við, at um tú ikki leggur leiðina framvið basarin í KFUM, ja, so hevur tú ikki verið á ólavsøku. Hugsar ein samstundis um hvussu leingi basarurin hevur verið, so er ikki [...] ikki løgið, at hesin er vorðin ein inngrógvin partur av tjóðhátíðini. Eitt gamalt tiltak Sjálvt um bygningurin hjá KFUM ikki var vígdur fyrr enn í 1952, so varð hann tikin í brúk í 1949. Longu tá varð
teir 1.400 bátarnar skulu søkja um fiskiloyvi tvær ferðir umárið ? ella 2.800 umsóknir um árið, sum skulu viðgerast. Hetta krevur nógva arbeiðsorku í Fiskimálaráðnum. Um arbeitt verður á henda hátt, so [...] eru lagdar á umsitingina. Vit hava fingið lógina um alment innlit, um løgtingsins umboðsmann og aðrar við, sum krevja nógv av umsitigini. Hetta snýr seg um opinleikan, sum vit skulu hava, men tað kostar [...] Men Fólkaflokkurin hevur havt konkretar ætlanir við at miðspjaða almennu umsitingin fyri at lætta um og gera hana bæði smidligari og bíligari. Til hetta kravdist P/F Postverkið ? at postverkið gjørdist
hetta fyrsta árið, sum streymframleiðsla hevur verið partur av virkseminum. Og tá hetta virksemi hartil bert hevur fevnt um part av árinum, er lítið at ivast í, at talan hjá Sp/f Røkt er um ein góðan sáttmála [...] hóast talan framvegis er um stórar rentuútreiðslur, so er hetta talið væl og virðiliga nóg stórt til at tryggja lønsemi í framleiðsluni. Í ársfrágreiðingini veðrur einki nevnt um, hvørjum úrslitum roknað [...] verður við framyvir, men tað verður tó staðfest, at virksemið við vindmyllunum væntandi fer at økja um lønsemi felagsins. Samstundis verður í roknskapinum upplýst, at menningarkostnaðir verða útreiðsluførdir
ingar - Vit hava bjartar vónir at um at fáa góðar lønarsáttmálar í ár. Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum. Hjá Starvsmannafelagnum fer árið í ár í stóran mun at vera merkt av [...] uppeftir. Alivinnan er um at fóta sær aftur og onnur jalig viðurskifti eru eisini at hóma, so fráboðanin er, at rættilig ferð er aftur komin á samfelagið. Gunnleivur Dalsgarð fegnast um hesa gongdina. - Alt [...] fjør, góðtók Starvsmannafelagið eina avmarkaða lønarhækking upp á 0,9% Upprunaliga tvíhelt landsstýrið um, at ongin lønarhækking skuldi vera yvirhøvur, tí tað toldi búskapurin ikki við tað, at stígur var komin
liggur hinvegin framvegis á fýra stigum. Og fyrst og fremst, so tykist árið hjá teimum snúgva seg um botndystin móti Neistanum. Fakta um dystin KÍF-StÍF 22-26 (11-14) Málskjúttar KÍF: Karl Jóhan djurhuus 6 [...] Tann munin hildu teir fyri tað mesta fast um eftir steðgin. Heilt nær komu kollfirðingar í øllum førum ikki. Heldur gekk tað hinvegin, at StÍF skuldi økja um leiðsluna, og stutt fyri dystarlok vóru eisini [...] pyntað nakað um úrslitið seinastu løtuna, men í nær námind veruligum spenningi komu teir ikki. Við sigrinum helt StÍF fast í fjarstøðuni upp til oddin. Ein fjarstøða, sum teir kunnu minka um, tá teir í seinasta
Hjallgrím iðrar seg um, at teir ikki frystu kalvan og førdu hann til lands, so at hann kundi verið mátaður og vigaður. ? Tað hugsaðu vit ikki um, tí hóast vit sóu, at talan var um ein øgiligan kalva, kom [...] kurvin vigar um 100 pund. Men Hjallgrím Vestergaard sigur, at hann var so feitur og sluprutur, at hann var ikki etandi. Hann hevur eisini hoyrt frá kønum monnum,at kalvi veksur eini tvey kilo um árið. ? Eftir [...] yvirvaksnu flundrunum verður drigin. Og hóast Hjallgrím Vestergaard og manning hansara høvdu hoyrt um stórar kalvar, gløddu teir við, tá ið teir hivaðu trolið á dekkið ein kaldan februar dag í 2001. Hjallgrím