Atlantic Airways-kappingin
Talan var sjáldan um tað góða hondbóltsspælið, tá StÍF vitjaði KÍF leygardagin.
Strandingar plaga annars at borga fyri kvikum og undirhaldandi hondbólti, men tann partin sást lítið til í Hoyvíkarhøllini. Heldur komu teir í nógvum førum í rótutar nærdystir við KÍF-verjuna, og tí gjørdist ferðin á dystinum heldur ikki nøkur serlig.
Kollfirðingarnir hinvegin megnaðu heldur ikki at leggja veruligt trýst á stranda-verjuna, og tí gekk so hampuliga javnt á fyrstu longu løtuna.
Stutt fyri steðgin kom tó nakað av ferð á. Fyrst og fremst, so fekk StÍF verjuna at rigga, og teir kundu tí toga seg nøkur mál framum.
Tann munin hildu teir fyri tað mesta fast um eftir steðgin. Heilt nær komu kollfirðingar í øllum førum ikki. Heldur gekk tað hinvegin, at StÍF skuldi økja um leiðsluna, og stutt fyri dystarlok vóru eisini sjey mál á muni.
KÍF fekk tó pyntað nakað um úrslitið seinastu løtuna, men í nær námind veruligum spenningi komu teir ikki.
Við sigrinum helt StÍF fast í fjarstøðuni upp til oddin. Ein fjarstøða, sum teir kunnu minka um, tá teir í seinasta umfarinum í grundspælinum taka ímóti oddaliðnum, Kyndli.
KÍF liggur hinvegin framvegis á fýra stigum. Og fyrst og fremst, so tykist árið hjá teimum snúgva seg um botndystin móti Neistanum.
Fakta um dystin
KÍF-StÍF 22-26 (11-14)
Málskjúttar
KÍF: Karl Jóhan djurhuus 6, Mirko Milinkovic 3, Rógvi Weihe 3, Petur Martin Poulsen 3, Teitur Joensen 3, Arnbjørn Hansen 3(2), Gert Hansen 1
StÍF: Sveinur Justinussen 9(3), Bent Djurhuus 5, Artur Johansen 5, Bárður Danielsen 3, Borgar Danielsen 2, Hávardur Trúgvason 1, Tummas Johansen 1(1)
Brotskøst: KÍF 5, StÍF 5
Útvísingar: KÍF 2, StÍF 6
Dómarar: Kristian Johansen & Eyðun Samuelsen.