Fólkapensjón, minstamark

Vegna Landsfelag pensjónista

Sigvald Kristiansen, næstformaður

_________________________________

 

Landsfelag Pensjónista hevur ígjøgnum langa tíð sóknast eftir einum lágmarki fyri, hvussu stór upphæddin á fólkapensjónini eigur at vera, so ein pensjónistur, sum ikki hevur nakað annað at liva av, kann hava eitt gott og sámiligt lív á sínum eldri døgum. Vit hava á fundi við landsstýrismannin í almannamálum spurt um hetta, men fáa sum svar, at hagtøl mangla til at kunna áseta eitt tílíkt minstamark. Vit hava sett ynski fram um at gera eina kanning av liviumstøðunum hjá pensjónistum, men hetta ynski er ikki gingið okkum á møti. Hetta mál er eisini umrøtt á fundum, sum Landsfelagið hevur havt við allar politisku flokkarnar seinasta árið.

Nú verður í fjølmiðlunum umrøtt eitt mark í inntøku fyri, nær ein samfelagsbólkur kann sigast at vera fátækur. Vit rokna okkum upp í tann ríkara partin av heiminum, men eftir hesum tølum, sum nú koma fram, er ein stórur bólkur av okkara pensjónistum at rokna sum fátækur. Eisini frættist, at Samtak hevur heitt á løgtingið um at áseta eitt tílíkt fátækramark, og tað er at fegnast um. Onnur lond, sum vit samanbera okkum við, hava eitt tílíkt minstamark ella fátækramark ella hungursmark, sum tað eisini onkustaðni verður kallað. Í sama skrivi verður eisini nevnt, at myndugleikarnir nú vilja gera nakað við hetta mál, og tað er Landsfelagið fegið um.

Fólkapensjónin er eisini umrødd í fjølmiðlunum í seinastuni, har pensjónistur heitir á myndugleikarnar um at regulera pensjóninina, nú alt gerst dýrari. Landsfelag Pensjónista hevur á nevndu fundum við politisku flokkarnar og við avvarðandi landsstýrismenn fleiri ferðir borið hetta upp á mál, og vit kunna ikki annað enn at nýta hetta høvi til at taka dyggiliga undir við áheitanini frá Finni Johansen um at dagføra fólkapensjónina.

Skála 18.06.08