Lønarsamráðingar
- Vit hava bjartar vónir at um at fáa góðar lønarsáttmálar í ár.
Tað sigur Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum.
Hjá Starvsmannafelagnum fer árið í ár í stóran mun at vera merkt av sáttmálasamráðingum.
Tá ið samráðingar vóru í fjør, góðtók Starvsmannafelagið eina avmarkaða lønarhækking upp á 0,9%
Upprunaliga tvíhelt landsstýrið um, at ongin lønarhækking skuldi vera yvirhøvur, tí tað toldi búskapurin ikki við tað, at stígur var komin í
- Vit tóku hann uppá orðið, og góðtóku eina ógvuliga avmarkaða lønarhækking fyri at fáa frið á arebeiðsmarknaðinum í einu roynd at fáa samfelagið at fóta sær aftur, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum.
- Men tað verður ikki aftur í ár, staðfestir hann í sama andadrátti.
Hann vísir á, at sigur, at tey gleðiligu tíðindi eru almannakunngjørd seinastu tíðina, at nú vend komin í búskapin, so at tað aftur er farið atr gamga fram á.
- Oljuvinnan hevur bjørt útlit og fiskaprísirnir á veg uppeftir. Alivinnan er um at fóta sær aftur og onnur jalig viðurskifti eru eisini at hóma, so fráboðanin er, at rættilig ferð er aftur komin á samfelagið.
Gunnleivur Dalsgarð fegnast um hesa gongdina.
- Alt hetta gevur okkum bjartar vónir um, at fáa góðar sáttmálar uppá pláss í hesum árinum, tí e framgongd í samfelagnum, eigur tað eisini at vera pláss fyri lønarhækkingum, sigur hann.
Hann sigur, at tað er sjálvsagt, at framgongdin á samfelagnum fer at fáa ávirkan á lønarkrøvini.
Formaðurin í Starvsmannfelagum sigur, at felagið fer fyrsta dagin at seta seg í sambandi við Fíggjarmálaráðið um tær komandu samráðingarnar og so við og við, sum summarið og heystið líður, fer gongd at koma á samráðingarnar.
Sáttmálin gongur út 30. september, men hvørji krøvini verða, kann hann als onki siga um enn.