Roknskapur
Sp/f Røkt hevur annars fyri tað mesta fingist við Aling fram til í fjør summar, men tað er helst ikki í hesum, at positiva ársúrslitið liggur. Av ársfrágreiðingini framgongur eisini, at felagið fyribils er steðgað við smoltframleiðslu fyri egna rokning, men at teir ístaðin ala smolt fyri aðrar. Hetta tí vágin í virkseminum fyri útseting av alifiski í løtuni er ov stórur.
Primeri raksturin gevur eitt úrslit upp á 2.297 tkr., og hóast talan framvegis er um stórar rentuútreiðslur, so er hetta talið væl og virðiliga nóg stórt til at tryggja lønsemi í framleiðsluni.
Í ársfrágreiðingini veðrur einki nevnt um, hvørjum úrslitum roknað verður við framyvir, men tað verður tó staðfest, at virksemið við vindmyllunum væntandi fer at økja um lønsemi felagsins. Samstundis verður í roknskapinum upplýst, at menningarkostnaðir verða útreiðsluførdir, so hvørt sum hesir koma fyri.
Okkum hevur ikki eydnast at fáa fatur á stjóranum í felagnum, Jóhan Leivur í Niðristovu, men tað er helst lítið at ivast í, at menningarkostnaðirnir hava verið hampuliga stórir hetta fyrsta árið, sum streymframleiðsla hevur verið partur av virkseminum. Og tá hetta virksemi hartil bert hevur fevnt um part av árinum, er lítið at ivast í, at talan hjá Sp/f Røkt er um ein góðan sáttmála um streymframleiðslu, sum teir hava gjørt við SEV.
Víðari kann sigast, at avskrivingartíðin fyri vindmyllurnar er 15 ár, og svarar hetta til áramálið, sum felagið í fyrstu atløgu fer at framleiða streym fyri SEV. So er spurningurin, hvørt teir eisini fáa loyvi at binda nýggjar vindmyllur í kervið hjá SEV, og ? um so er ? hvønn søluprís teir tá kunnu samráða seg til við felagsskapin.
Samlaða fíggjarjavnvágin í felagnum var við árslok 2003 22.175 tkr. Av hesum er eginognin 5.454 tkr.